Lýsing

Páll spyr um tyrlupall í Sandoynni

Páll á Reynatúgvu hevur sett ein § 52a fyrispurning til Jørgen Niclasen, landsstýrismann um tyrlupall í Sandoynni

Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a.

Fyrispurningur um tyrlupall í Sandoynni, settur Jørgen Niclasen, landsstýris-manni(at svara skrivliga eftir TS § 52a)

1. Hevur landsstýrismaðurin ætlan um at fáa til vega góðkendan tyrlupall í Sand-oynni, og um so er nær?

2. Er støðan við verandi lendingarmøguleikum í Sandoynni góðkend, og um so er av hvørjum?

3. Hava verið hættisligar støður í sambandi við tyrlulending í Sandoynni, og um so er nær?

4. Finnast frágreiðingar, sum lýsa lendingarviðurskifti hjá tyrlu í Sandoynni?

Viðmerkingar
Tað kemur javnan fyri, at tyrlan verður boðsend í Sandoynna í bráðfeingis sjúkra-ørindum. Ofta eru tað støður, har minuttir gera mun á lívi og deyða. Kortini er eingin góðkendur tyrlupallur í oynni.

Á Løgtingi, 17. desember 2014

Páll á Reynatúgvu

Páll á Reynatúgvu

Deil hesa grein umvegis
468 ad