Lýsing

Kann Búnaðargrunnurin fíggja festibrøv og kvotur

Bjørt Samuelsen hevur fingið svar uppá fyrispurning ið hon setti Jacob Vestergaardspurningurin er um heimild hjá Búnaðargrunninum at fíggja festibrøv og mjólkarkvotur

Fyrispurningur um heimild hjá Búnaðargrunninum at fíggja festibrøv og mjólkarkvotur, settur Jacob Vestergaard, landsstýrismanni (at svara skrivliga eftir TS § 52a)

Bjørt Samuelsen, løgtingskvinna

Spurningar
1. Hevur Búnaðargrunnurin lógarheimild at fíggja festibrøv og mjólkarkvotur – hvørja niðurstøðu er Fiskimálaráðið komið til hesum viðvíkjandi?

2. Um heimild ikki er, hvussu leingi hevur Búnaðargrunnurin so veitt fígging til omanfyrinevndu endamál á ivasomum lógargrundarlagi?

3. Nær gjørdist landsstýrismaðurin og Fiskimálaráðið varug við ógreiða lógargrundarlagið, og hvørji stig hevur landsstýrismaðurin tikið fyri at fáa viðurskiftini í rættlag?

4. Hvussu nógvar umsóknir um fígging av festibrøvum og mjólkarkvotum hevur Búnaðargrunnurin fingið, og hvussu nógvar av hesum eru avgreiddar í tíðarskeiðinum, tá ógreiða hevur verið um tulkingina av lógini?

5. Í hvønn mun hevur ivamálið um lógarheimildina ávirkað avgreiðsluna av hesum umsóknum?

6. Metir landsstýrismaðurin sjálvur, at Búnaðargrunnurin eigur at hava heimild at fíggja keyp av festibrøvum og mjólkarkvotum, og hvørji stig fer landsstýrismaðurin at taka?

Svar:

Til nr. 1.
Fiskimálaráðið er eftir drúgva umhugsan og eftirkanning av spurninginum komið til ta niðurstøðu, at ivasamt er, um heimild er í lógini at fíggja mjólkarkvotur og festibrøv. Fiskimálaráðið hevur á fundi í mai-2014 boðað leiðsluni í Búnaðargrunninum frá hesi niðurstøðu. Á sama fundi kunnaðu umboðini fyri Búnaðargrunnin Fiskimálaráðnum um, at grunnurin nakað av tíð fyri mai-2014 hevði tikið avgerð um ikki at fíggja keyp av mjólkarkvotum og festibrøvum.

Til nr. 2.
Búnaðargrunnurin hevur kunnað Fiskimálaráðið um, at mjólkarkvoturnar gjørdust umsetiligar sambært reglugerð frá Mjólkarvirki Búnaðarmanna í 2004. Fyrstu tíðina kundu hesar ikki veðsetast og byrjaði Búnaðargrunnurin tískil í 2006 at veita fígging til keyp av kvotum. Fígging í samband við eigaraskifti av festum er veitt síðani festibrøvini gjørdust umsetilig sambært grein 4 í lógini um landsjørð frá 2007. Fígging er latin í hesum tíðarskeiðum í góðari trúgv um, at heimildargrundarlagið var nøktandi.
Til nr. 3.
Á sumri í 2013 letur løgfrøðingur, umboðandi Búnaðargrunnin, Fiskimálaráðnum skriv,við spurningi um hvørt Fiskimálaráðið er samt við Búnaðargrunnin í, at Búnaðargrunnurin í verandi lóggávu hevur heimild til at veita lán í sambandi við keyp/útskrivan av festibrøvum. Sami løgfrøðingur,letur Fiskimálaráðnum tilfar á heysti 2013, ið undirbyggir heimildina at fíggja mjólkarkvotur og festibrøv.

Á sumri í 2013 letur ein stýrislimur í Búnaðargrunninum Fiskimálaráðnum skrivligt tilfar, ið undirbyggir, at heimild ikki er at fíggja festibrøv og mjólkarkvotur.

Fiskimálaráðið tók síðani málið upp innanhýsis og eftir drúgva umhugsan og tulking av lógini varð endaliga niðurstøðan tíðliga í 2014 hon, at heimildargrundarlagið er ivasamt. Enn eru tó ongi ítøkilig stig tikin at bøta og greiða lógargrundarlagið. Fleiri orsøkir eru til hetta: Rúm tíð gekk í 2014, til Búnaðargrunnurin fekk nýggjan stjóra og seint á heysti 2014 gekk valskeiðið út hjá sitandi stýri í Búnaðargrunninum og tí verður mett skilagott at fáa stjóran og nýggja stýrið at taka við størvunum, áðrenn farið verður í ráðførslu við stjóra og stýrið um, hvussu ein varandi og greið fíggingarskipan kann skipast til frama fyri landbúnaðin frameftir.

Sum áður nevnt, so hevur landsstýrismaðurin boðað leiðsluni í Búnaðargrunninum frá, at tað er ivasamt, um heimild er í lógini at fíggja mjólkarkvotur og festibrøv og at leiðslan í grunninum eisini hevur boðað frá, at grunnurin nakað av tíð fyri mai-2014 longu hevði tikið avgerð um at steðga fíggingini á mjólkarkvotum og festibrøvum.

Til nr. 4.
Leiðslan í Búnaðargrunninum hevur kunnað Fiskimálaráðið um, at ein stýrislimur á sumri í 2013 reisti spurning um, um heimildin at fíggja keyp av mjólkarkvotum og eigaraskiftum viðvíkjandi festum var í lagi ella ikki. Um sama mundið varð hildið uppat at veita lán til hesi endamál og fyrispurningur sendur Fiskimálaráðnum. Síðani tá hevur grunnurin móttikið umleið 10 formligar umbønir um fígging av hesum slagi. Búnaðargrunnurin upplýsir, at grunnurin hevur fingið eitt ótal av munnligum fyrispurningum um fígging til nevndu endamál, sum eru svarað noktandi. Sum Búnaðargrunnurin hevur skilt eru fleiri, sum als ikki hava vent sær til grunnin, tí vinnan er vitandi um, at grunnurin er steðgaður við at veita lán til keyp av mjólkarkvotum og festibrøvum.

Til nr. 5.
Búnaðargrunnurin hevur kunnað Fiskimálaráðið um, at tað, at spurningurin um heimildina er reistur, hevur havt við sær, at umsóknir um fígging til keyp av mjólkarkvotum og eigaraskiftum viðvíkjandi festum ikki vera gingnar á møti. Umsóknir um slíka fígging verða tískil lagdar til viks og hevur hetta verið støðan í hálvtannað ár.

Til nr. 6
Undirritaði hevur ikki gjørt sær nakra endaliga niðurstøðu um hendan spurningin, men eg ætli mær at ráðføra meg við nýggja stýrið í Búnaðargrunninum og við stjóran um, hvørt rættast er at fara undir at broyta lógina ella um rættarstøðan eigur at vera, sum hon er.

Jacob Vestergaard
landsstýrismaður

Bjørt Samuelsen

Deil hesa grein umvegis
468 ad