Lýsing

Kappbjóðing ella semjur

Kennir tú hetta: tú ringir eftir einum handverkara, og hann er ikki tøkur fyrr enn einaferð.


Handverksvinnan er dugnalig, og hon er professionel, og so hevur hon nógv at gera fyri tíðina.


Hyggur tú eftir almennu viðmerkingunum, so sær ikki út til, at ferðin fær valevni at vísa varsemi. Tað kann undra, tí tað er í góðum tíðum, at vit eiga at vísa varsemi og duga at halda aftur. Tað er nú, at almennar íløgur eiga at kunna bíða, so tey privatu kundu fingið sín føroyska handverkara innan rímiliga tíð og til ein rímiligan prís. Men kortini so kappast valevni at bjóða veljaranum enn størri ferð á búskapin. 


Fyri at koma burturúr hesum sveiggjum, sum føroyski búskapurin rennur seg í við jøvnum millumbilum, eiga politisku flokkarnir heldur at vísa størri vilja at semjast um, hvørjar íløgur vit vilja raðfesta nú, og hvørjar kunnu bíða. Eisini tvørturum andstøðu/samgongu. 


Í veruleikanum er ongin flokkur, sum kann taka sær patent uppá t.d. at vilja sjúkrahúsinum væl, at vilja teimum sálarsjúku væl, at vilja ungdóminum væl osfr. Hatta eru alt íløgur, sum allir flokkar so ella so ynskja skulu raðfestast.


Men, tá ið tað gongur væl, er freistandi at lova gull og grønar skógir. Og einamest í einum valstríðið har lyftini flúgva um oyrini á veljarunum. 
Men tað er í longdini rættiliga óseriøst bara at lova í eyst og vest uttan at seta lyftini í eitt fíggjarligt perspektiv og í eina raðfesting. 


Arbeiðsloysið er nú niðanfyri 3,5%, sum er markið fyri, nær fyritøkur kunnu flyta inn arbeiðsmegi.


Arbeiðsmegin kemur tí inn til landið í hópatali í hesum døgum, nú viljin at byggja er stórur. Men, venda tíðirnar (og tað hava tær lyndi til), so er vandi fyri, at vit missa arbeiðsmegi av landinum aftur – ikki bara útlendingarnar, sum eru her bara fyri at arbeiða. Men eisini tey, sum vilja búgva her, og sum hava sítt tilknýti til hetta landið.


Tá ið vit gerast alsamt fleiri eldri, so er enn størri orsøk at tryggja, at arbeiðsmegin verður verandi í landinum. Tað er arbeiðsmegin, sum skal taka sær av okkara eldri, og sum eisini í stóran mun fíggjar okkara vælferð. 
Seta vit størri ferð á búskapin nú við at gera fleiri íløgur, uttan samstundis at gera eina íløguætlan, so er vandi fyri, at vit fáa væl minni fyri pengarnar. Trot kann tá skjótt verða á teimum dugnaligu handverkarunum, samstundis sum prísurin hækkar fyri hvønn fermetur vit byggja. Vandin er eisini aftur har, at fólk hava so gott sum ongan møguleika at fáa handverkara at skifta sær vindeyguni, takið, mála húsini ella, hvat nú tørvur kann verða á.

Læran er tí, at vit eiga framhaldandi at tora at seta pengar til viks, so vit hava nakað at standa ímóti við, tá ið tað vendir aftur. 
Duga vit tað, og duga vit at gera semjur tvørtur um floksmørk, so er góður møguleiki fyri, at vit ikki koma í tað ógvusliga sveiggið. Sveiggið, sum annars rakar samfelagið, og sum vanliga er orsøkin til, at arbeiðsloysið veksur, og fólkatalið minkar. 


Hetta er nakað, sum allir flokkar eiga at seta sum eitt minsta krav, tá ið samgongan aftur verður skipað eftir valið. 


Annita Á Fríðriksmørk

Annita á Fríðriksmørk

Deil hesa grein umvegis
468 ad