Lýsing

Við ábyrgd eiga føroyingar rætt at ganga í bø og haga

Fyri nøkrum árum síðani samdust allir flokkar um, at Íbúgvar landsins eiga rætt til at ferðast um sjógv og haga, tá ið tað ikki er fólki, fæi ella náttúru til ampa. (Orðingin er úr uppskotinum til Stjórnarskipan Føroya). 


Síðani tá er nógv hent serliga orsakað av teimum átøkum, sum gjørd eru til frama fyri ferðavinnuna. Ferðavinnan blomstrar, hon leggur nógv eftir seg, og er ein týðandi partur av búskapi okkara. Men hon hevur eisini nakrar neiligar avleiðingar, sum vit eiga at taka hond um. Tað kann ikki verða rætt at bøndur kring landið skulu kenna seg hóttar av ferðafólki úr allari verðini, sum uttan reglur og fyriskipanir ferðast ímillum stovuvindeygu við dronum og renna runt í høgum teirra – í dyrkaðum sum ódyrkaðum bøi. Her má gerast nakað, sum allir partar kunnu liva við. 


Sjálv haldi eg, at vit eiga at halda fast við ásetingina, sum allir flokkar hava verið samdir um, at íbúgvar landsins – tvs føroyingar – eiga rætt til at ferðast um sjógv og haga, tá ið tað ikki er fólki, fæi ella náttúru til ampa. 
Kjakið higartil hevur verið merkt av at hvassorðaðum ósemjum. Men realpolitiskt ivist eg ikki í, at vit eiga at kunna finna eina praktiska loysn.

Eg kenni ikki bóndan, sum vil nokta føroyingum niðan á fjall ella út í drangan ella runt vatnið. Men eg kenni tey, sum eru rættiliga forargað inn á, at útlendskar fyritøkur sita í útlandinum og selja ferðaseðlar til Føroya og atgongumerki við útlendskum ferðaleiðara at vitja føroyskar hagapartar og fjøll. Tað er ikki í lagi, og har skilji eg væl teirra irritatión. Her mugu vit finna eina semju, so tann aldargamla siðvenja, har føroyingar hava frítt at fara í haga og fjøllum framhaldandi verður galdandi. Og soleiðis, at man finnur eina pragmatiska loysn við teimum útlendsku ferðfólkum, sum koma hendanvegin. Útlendsk ferðafólk skulu sjálvsagt kunna vitja vøkru støð okkara, men tað skal verða nógv betur skipað enn higartil. Tey skulu møguliga gjalda fyri at vitja økini, ella í øllum førum má man tryggja, at tann bøur og tann hagi, tey vitja, ikki verður merktur av ov nógvari vitjan, at tað gongur út yvir landbúnaðin í økinum. 


Sum heild hevði eisini verið skilagott, um ferðavinnan gjørdi menningarátøk kring landið, so fólkið kring landið kundi kent ágóðan av ferðavinnuni, og soleiðis at lokaløkini fingið inntøkur frá ferðavinnuni.

Annita á Fríðriksmørk

Annita á Fríðriksmørk

Deil hesa grein umvegis
468 ad