Lýsing

Burðardyggur vøkstur er leiðin fram

Búskaparlig viðgongd er í Føroyum, tí væl gongst hjá verandi vinnufyritøkum, hundraðtals nýggj feløg eru stovnað, og alsamt fleiri fólk fara virkisfús til arbeiðis.

Mitt í framburðinum eiga vit tó at umhugsa, um allur vøkstur er burðardyggur – tað veri seg búskaparliga, umhvørvisliga, lívfrøðiliga, mentanarliga og sosialt.

Gott skil hevði t.d. verið í at fingið land og kommunur at raðfest sínar íløgur í eini landsætlan, so ein partur kann drýggjast til verri tíðir.

Tann burðardygga umhugsanin eigur eisini at vera eitt meginmál, tá vinnupolitikkurin frá 2005 skal eftirmetast og lagast til tíðarhóskandi karmar.

Heimsmálini kjølfest

Væl skuldi ligið fyri at sett burðardygd á breddan, tí bæði skúlaverk, vinnufeløg og landsstýrið hava tikið til sín tey 17 heimsmálini hjá ST, sum hava til endamáls at flyta heimin á eina burðardygga kós.

Landsstýrið hevur samtykt at arbeiða fram ímóti málunum, og Hagstova Føroya ger eina hagfrøðiliga lýsing av støðu Føroya, so vit kunnu síggja, hvussu kumpassin kann rættast.

Bæði Fiskimálaráðið og Uttanríkis- og vinnumálaráðið mæla til at leggja dent á 14. heimsmálið, sum snýr seg um at verja havið og lívið í havinum.

Okkara sjóøki er ein 270.000 ferkilometrar stórur matkovi, og við hesum øki teljast vit upp í heimsins stórhavstjóðir.

Føroyingar hava ein sjálvsagdan áhuga at verja hendan matkovan ímóti dálking og umsita tilfeingið burðardygt.

Vit mugu sum skjótast tryggja okkara áhugamál á hesum øki. Tað gera vit við at sita til borðs, har avgerðirnar um tílíkar spurningar verða tiknar.

Fyritøkur flyta seg

Stór vinnufeløg kring heimin hava longu tikið heimsmálini hjá ST til sín og eru í fleiri førum langt framman fyri politisku umsitingarnar.

Tey ásanna, at brúkarar vilja hava vørur við burðardyggum stempli. Tí er m.a. MSC-góðkenningin til føroyskan fisk so týdningarmikil fyri føroyskan útflutning.

Í Føroyum hava vit serliga góðar umstøður at siga søguna um ta burðardyggu rávøruna, tí hon er fingin upp úr einum av heimsins reinastu høvum. Og tann søgan ber longu ávøkst.

Kagar tú í matarlepan hjá The National í New York, gera tey vart við, at laksurin er frá Hiddenfjord, og á partabrævamarknaðunum fær Bakkafrost kvittan fyri at taka burðardyggu heimsmálini til sín.

Tað besta fyri framman

Nýggi vinnupolitikkurin skal umhugsast betur enn bara at stevna eftir vøkstri og skjótum vinningi.

Í Íslandi hava stovnsrøkt og dygdarvørur havt við sær, at útflutningsvirðið er tvífaldað, hóast útfluttu tonsini eru fækkað.

Vit eiga at hugsa burðardygd inn í alt, vit gera, tí keyparar og felagsskapir krevja tað í dag, og sannlíkt er, at vi fáa fleirifalda løn afturfyri.

Vinnupolitikkurin skal bæði taka atlit til menningina hjá fólki og fyritøkum her á landi og møguleikarnar hjá okkum sum stórhavstjóð at vera viðspælari á altjóða pallinum og gerast uppaftur dyggari útflytari.

Føroyar eru ríkar, og vit duga væl at menna tær saman, men okkara bestu møguleikar hava vit helst ikki gagnnýtt enn. Tí í dag er burðardygd big business.

 

Magni Arge, løgtingsmaður og valevni hjá Tjóðveldi

 

Magni Arge

Deil hesa grein umvegis
468 ad