Eitt samfelag verður eyðkennt, sum tað fer við teim veikastu
Soleiðis rennur mær til hugs, nú tað frættist, at einans umleið helvtin av teimum, ið hava søkt inn á serligt skipað miðnám í ár, sleppa inn. Í alt vóru 46 umsøkjarar til Serligt skipað miðnám skúlaárið 2019/2020. 25 næmingar eru tiknir inn og 21 umsøkjarir hava ikki fingið pláss. (Tøl frá mentamálaráðnum)
Øll eiga rætt til ein innihaldsríkan gerandisdag, eisini ung við serligum tørvi. At fáa viðurkenning sum menniskja, skapar menning og trivna, og tað kann ikki góðtakast, at enn tann dag í dag eru børn og ung í Føroyum við serligum tørvi, ið ikki verða viðurkend.
Aftur og aftur frætta vit frá foreldrum, ið eiga børn og ung við serligum tørvi, sum kæra teirra neyð, tí einki tilboð er til teirra børn, og serliga ung. Hendan støðan tey koma í ávirkar alla familjuna og tey avvarandi. Ringt er at ímynda sær hvussu gerandisdagurin er hjá hesum familjum, men strongd og sálarligt trýst eru óivað nakað ið fylgir við.
Missurin hjá samfelagnum kann verða stórur, um hesi foreldur og avvarandi ikki megna at røkja eitt starv orsaka av støðuni.
Og enn verri, um hesi velja Føroyar frá orsaka av støðuni.
Tí loysir tað seg altíð betur at seta tann pening av ið er neyðugur, so at øll tey, ið hava fyri neyðuni eitt sernámsfrøðiligt tilboð, kunnu fáa tað.
Hóast játtanin til sernámsfrøðiliga øki bæði í fólkaskúlanum og miðnámi er økt munandi seinastu árini, so røkka vit ikki enn øllum teimum ið hava tørv á hesum tilboðum.
Pauli Trond Petersen, løgtingsmaður