Lýsing

Viðlíkahald av bø og haga

Sum er haldi eg, at ein loysn kundi verið at fingið útlendingar at rinda ein ferðafólkaskatt pr gisting í Føroyum. Hetta kundu tey rinda, tá ið tey koma á hotellið ella til airbnb.

 

Tað, sum so kom inn við hesi innheinting kundi verið brúkt til at viðlíkahildið økið, sum ferðafólk týpiskt ganga nógv á og slíta og órudda.

 

Pengarnir kundu eisini verið brúktir til at seta upp wc og ruskspannir, og eisini til løn til tey, sum skulu hava løn (frá bóndanum) fyri at viðlíkahalda hetta.

 

Sum er rinda nógv ferðafólk til útlendskar ferðaskrivstovur fyri at sleppa niðan í føroysku hagarnar. Men í høgunum her er órudd tað einasta tey leggja eftir seg. Tað er ikki í lagi. Í so máta skilji eg so sera væl bøndurnar!

 

Og annars so gera vit longu, sum er, mun á útlendingum og føroyingum. Føroyingarnir rinda sín skatt, sum fíggjar samferðslunetið, vegir, tunnlar, heilsuverk, býbussar osfr, og sum útlendingar í mesta mun sleppa at brúka ókeypis. Í so máta kann tað forsvarast, at vit leggja ein ferðafólkaskatt á. Tað verður gjørt alla aðrastaðni í Europa av onkrum slag.

 

Eg risti onga einfalda loysn úr ermuni. Hetta skal bara síggjast sum ískoyti til kjakið og éitt boð upp eina loysn.

 

Tað heilt sikkurt aðrar betri loysnir.

 

Annita á Fríðriksmørk

 

Annita á Fríðriksmørk

Deil hesa grein umvegis
468 ad