Gunvør Balle hevur sett Johan Dahl skrivligan fyrispurning um integrasjónslóg og hvørjar ætlanir eru innan integrasjónsøkið
Skrivligur fyrispurningur settur, landsstýrismaður í útlendinga- og integrasjónsmálum
1. Hvørjum ítøkiligum átøkum innan integrasjónsøkið verður arbeitt við?
2. Hvussu útinnur Vinnumálaráðið sín leiklut sum yvirskipaður og samskipandi myndugleiki á integrasjónsøkinum?
3. Nær kemur ein integrasjónslóg?
4. Eru ætlanir um at fremja broytingar í galdandi útlendingalóg og um ja, hvørjar?
5. Hvussu metir landsstýrismaðurin, at málsøkið útlendingamál best verða umsitin framyvir?
Viðmerkingar:
Seinnu árini hevur eitt vaksandi tal av útlendingum sett búgv í Føroyum. Fyri mong er talan um eitt tíðarskeið í arbeiðs- ella ítróttarørindum, men alt fleiri eru gift til Føroya og gerast harvið fastbúgvandi borgarar í landinum. Í 2004 viðgjørdi Útlendingastovan 20 umsóknir frá makum, ið ynsktu familjusameining og í 2014 var hetta tal 75. Av hesum er lutfallið, at uml. 70% av umsøkjarum eru kvinnur og 30% menn. Talan er sostatt um nærum fýrafalding av umsóknum uppá 10 ár. Leggjast kann aftrat, at tað er ikki óvanligt, at kvinnurnar hava eitt ella tvey børn við sær, so veruliga talið av teimum, ið fáa familjusameining er nakað hægri.
1.januar 2014 vóru 1.234 fólk í Føroyum, sum eru fødd uttan fyri norðurlond og smbrt. Manntali vóru í 2011 2.464 fólk, sum ikki hava føroyskt sum móðurmál. Útlendingar eru í dag ein nátúrligur partur av okkara samfelag og eitt ríkt tilfeingi, ið rúmkar okkara vitan og kunnleika á so mangan hátt. Vit eru fáment og okkum tørvar menniskjaligt tilfeingi.
Eingin ivi er tó um, at vit geva ikki hesum nýggju borgarum nóg góðar møguleikar at trívast og virka í landinum. Størsti trupulleikin er vantandi føroyskt-undirvísing, og ein stórur hópur býr í landinum í mong ár uttan at læra málið. At læra málið væl er lykilin til væleydnaða integrasjón. Lykilin til at kunnu brúka sínar førleikar og lykilin til fult at kunna virka og taka lut í fólkaræðinum. Umframt dygga mál-undirvísing er eisini tørvur á frálæru um mentan, samfelag, arbeiðsmarknað og teirra rættindur og skyldur.
Integrasjónsálitið frá 2011 mælti til 6 átøk, ið eru neyðug fyri at integrasjón skal rigga:
1. Smíða integrasjónslóg 2. Seta ein samskipara at arbeiða við integrasjón 3. Kravt byrjanarskeið 4. Eyka undirvísing í fólkaskúlanum 5. Átøk til børn undir skúlaaldur og 6. Tulkatænasta
Løgtingið hevur tikið undir við hesum áliti, og harvið eisini at seta í verk tey tiltøk, ið eru neyðug fyri at hjálpa tilfluttum fólki at fáa eina so góða byrjan og eina so góða tilveru í Føroyum sum gjørligt. Men sera fá av hesum átøkum eru sett í verk, og skjøtul eigur at vera settur á at fáa hesi átøk framd í verki.
Sum er, fáa útlendingar 20 undirvísingartímar í føroyskum í boði ókeypis og kunnu so fáa eitt 20tíma skeið aftrat, sum tey sjálvi rinda undir Kvøldskúlanum. Sum royndarætlan bjóða Mentamálaráðið, ALS og Tórshavnar Kommuna í løtuni eitt 20 vikurs skeið í heyst og eitt nýtt byrjar aftur nú í januar og tað er eitt stórt stig rætta vegin. Men umframt at pláss ikki er fyri øllum á skeiðunum, so er tað framvegis alt ov lítið og harumframt vantar stórliga undirvísing í føroyskari mentan og samfelagsviðurskiftum. Nógv hava góðar útbúgvingar og tað, teimum tørvar, er fyrst og fremst eina málsliga innføring í tað virkisøki, tey eru útbúgvin til, soleiðis at tey kunnu brúka sína útbúgving.
Í grannalondunum verða treytir settar umsøkjarum, soleiðis at tey skulu hava verið ígjøgnum ávíst tal av mál-undirvísingartímum fyri at fáa varandi uppihaldsloyvi. Slíka treyt kunnu vit ikki seta fyrr enn vit hava givið fólki møguleika at taka slík skeið, sum tey í øðrum londum lutvíst skulu rinda fyri sjálvi.
Integrasjón er dømið um øki, har bæði land og kommunur mugu taka ábyrgd, men tað er landsstýrismaðurin í útlendingamálum sum hevur yvirskipaða ábyrgd. Hann má seta mál fyri økið, orða politikkin og bera so í bandi, at onnur aðalráð og kommunurnar taka sín part á seg. Umframt at bjóða nógv fleiri og longri skeið í føroyskum fram, eigur arbeiðið við at smíða eina integrasjónslóg og at seta ein samskipara at verið millum fremstu raðfestingar.
Gunvør Balle
Tjóðveldi