Nú fólkavøksturin rættiliga hevur tikið dyk á seg, so er neyðugt at vit gera munagóðar íløgur í ungdómin.
Hesa vikuna byrjaði elsti sonurin á Vinnuháskúlanum, miðlingurin gongur á tí framúrskarandi sertilboðnum á Ytra skúla/Lopfjølin á skúlanum á Fløtum, yngsti sonurin byrjar í fyrsta flokki í Vestmanna skúla mánadagin, og verdóttirin heldur áfram við námsfrøðilestrinum á Setrinum.
Tað er gleðiligt, at møguleikarnir eru nógvir á útbúgvingarøkinum í Føroyum.
18 nýggj útbúgvingartilboð sett á stovn seinastu fýra árini.
-Yrkisútbúgvingarskipanin er eftirmett og tillagingar verða gjørdar og
settar í verk.
Yrkisútbúgvingarnar verða somuleiðis lyftar við tí slóðbrótandi trípartasamstarvinum, ið tað loksins hevur eydnast at fáa í lag millum landsstýrið, arbeiðsgevarar og arbeiðstakarar. Hetta fer at tryggja
bæði fleiri lærlingar og betri útbúgvingarmøguleikar.
Hesar yrkisútbúgvingar kunnu takast í Føroyum
- Byggiyrkið
- El- og samskiftisyrkið
- Flutningsyrkið
- Grafiska yrki og miðlayrkið
- Handils- og skrivstovuyrkið
- Heilsuútbúgvingar
- Matvøruyrkið
- Tænastu- og tilvirkisyrkið
-Gymnasialar útbúgvingar
Tað finnast fimm lestrarbreytir, ið taka 3 ár, og ein, sum tekur 2 ár:
- búskaparbreyt
- hugbreyt
- náttúrubreyt
- tilfeingisbreyt
- tøknibreyt og
- fyrreikingarbreyt
- Nýggjar útbúgvingar eru settar á stovn á Fróðskaparsetrinum, men vit skulu skapa møguleikar fyri at alsamt fleiri hægri útbúgvingar verða settar á stovn.
- Fróðskaparsetrið bjóðar universitetsútbúgvingar út á fimm deildum og skúlum:
- Føroyamálsdeildin skipar fyri gransking og útbúgving í føroyskum máli, bókmentum og skaldskapi av manna munni.
- Náttúruvísindadeildin skipar fyri gransking og útbúgving í
- B.Sc. í orkuverkfrøði
- B.Sc. í orkuvísindum
- B.Sc. í orkuvísindum og støddfrøði
- B.Sc. í havlívfrøði (2020)
- B.Sc. í maskinfrøði
- B.Sc. í mýlalívvísindum (2020)
- B.Sc. í vistfrøði (2020)
- B.Sc. í KT-verkfrøði (2020)
- Søgu- og Samfelagsdeildin skipar fyri gransking og útbúgving í
- B.A. í søgu – smátjóðum og altjóðagerð
- B.S.Sc. í politikki og umsiting
- B.S.Sc. í sosialvísindum og samfelagsplanlegging
- B.Sc. í búskaparfrøði
- Bachelor í løgfrøði
- Á Læraraskúlanum ber til at lesa til BA sum lærari, umframt BA sum námsfrøðingur.
- Á Sjúkrarøktarfrøðiskúlanum ber til at taka BA í sjúkrarøktarfrøði.
- Bachelorútbúgvingar eru 3 ára útbúgvingar.
- Master útbúgving er 2 ára framhaldsútbúgving.
Ph.D. er granskaraútbúgving, sum tekur trý ár og endar við verju av ritgerð um evni, sum er viðgjørt tey trý árini útbúgvingin er.
Nýggj diplomútbúgving innan listaligum arbeiði er just sett á stovn.
-Vit mugu tryggja okkum, at vit framhaldandi menna tær góðu maritimu útbúgvingarnar.
Maritimar útbúgvingar eru førleikagevandi útbúgvingar, sum liggja millum fólkaskúla og hægri útbúgvingar. Útbúgvingarnar og skeiðini eru skipaði sambært altjóða krøvum og hava altjóða IMO-góðkenning. Tríggir almennir stovnar veita maritimar útbúgvingar og skeið.
- Skipsførari
- Maskinmeistari
- Skipari
- Maskinistur
- Øll kravd skeið
- Skipari
- Grundskeið og endaskeið í útbúgving til skipsatstøðara
- Skeið til sjó- og frálandavinnuna
-Stuttar framhaldsútbúgvingar
Møguleiki er at lesa stutta framhaldsútbúgving í kunningartøkni, byggitøkni og framleiðslutøkni.
-Parttíðarútbúgvingar
Somuleiðis er møguleiki at lesa parttíðarútbúgvingar í búskapi, marknaðarførslu og leiðslu á akademi- og diplomstøði.
Alsamt fleiri fara undir fjarlestur, og skulu vit eggja fólki til tess, og geva teimum møguleika fyri lestrarstuðli.
Nýggj vegleiðingarstova stovnað. Hon fer at ráðgeva ungum og tilkomnum í útbúgvingar- og yrkismøguleikum.
Sitandi samgonga setti sær fyri at seta í verk skipaða vaksnamannaútbúgving í Føroyum.
Neyðugir tættir í einari skipaðari vaksnamannaútbúgving eru lívslong vegleiðing og førleikameting eins og ymisk sløg av førleikamenning og eftirútbúgving.
Mentamálaráðið, Almannamálaráðið og Samferðslumálaráðið varða av teimum ymisku skipanunum, ið eru galdandi innan útbúgving, almannaverk og arbeiðsmarknað. Tey hava í felag greina møguleikarnar at fáa í lag breitt samstarv um skipaða vaksnamannaútbúgving í Føroyum.
Vaksnamannaútbúgving hevur ein týðandi leiklut fyri arbeiðsmarknaðin og trivnaðin hjá landsins borgarum, tá ið talan er um møguleikan at velja starvsøki ella arbeiði, tá ið landsins tilkomnu borgarar skulu menna sínar førleikar, og tá talan er um at nøkta tann økta og broytta tørvin á væl og viðkomandi útbúnum fólki, ið hava teir røttu førleikarnar.
Í londunum rundan um okkum hevur skipað vaksnamannaútbúgving verið roynd við góðum úrsliti í mong ár. Somuleiðis hava grannalondini skipanir á hesum øki, ið varða av teimum við skerdum førleikum, teimum, sum eru í vanda fyri at missa sítt tilknýti til arbeiðsmarknaðin, umframt teimum, ið nýliga eru flutt til landið og hava eina aðra mentanarliga bakgrund og aðrar fakligar avbjóðingar at stríðast við.
Fólkaupplýsing fevnir um hesi øki:
- Føroya Fólkaháskúli
- Húsarhaldsskúlar
- Frítíðarundirvísing
- Musikkskúlar
- Stuðul til lesi – og skriviveik
Føroya Fólkaháskúli hevur mong ár á baki, og skipar fyri styttri og longri skeiðum.
Húsarhaldsskúli Føroya skipar fyri árligum skeiði, sum er 26 vikur frá august til februar, og fleiri stutt skeið frá mars til juni mánaða.
Ítróttarháskúlin í Vági er eitt spennandi tilboð ið hevur virkað í nøkur ár, og fær nú eisini eina játtan á fíggjarlógini.
Í vár varð greitt, at ein nýggjur háskúli fór at síggja dagsins ljós á Sandoynni. Talan er um ein háskúla, har landbúnaður og matur er høvuðsgrundarlagið. Men dentur verður eisini lagdur á umhvørvi og at hugsa grønt.
Kommunurnar fáa stuðul til at seta í verk frítíðarundirvísing, at skipa fyri landsumfatandi frítíðarundirvísing, skeiðum fyri lærarum í frítíðarundirvísingini og útgerð og umboðan til at fyrisita játtanina til frítíðarundirvísing.
Skipaða musikkskúlaundirvísingin í Føroyum virkar eftir Ll. nr. 69 frá 7. juni 1984 um stuðul til musikkskúlar. Musikkskúlastjórin hevur námsfrøðiligu ábyrgdina og samskipar undirvísingina.
Musikkskúlaskipanin hevur sum uppgávu at menna og samskipa musikkskúlaundirvísing kring landið
Játtanin til lesi – og skriviveik verður nýtt til at styrkja undirvísingina fyri lesi – og skriviveikum.
Føroyar skulu ganga á odda á granskingarøkinum. Umstøðurnar skulu gerast tær allar bestu, og skal vinnan og tað almenna fíggja hetta í felag.
Hetta seinasta valskeiðið er játtanin hækkað munandi til granskingarøki.
Lestrarstuðulin er hækkaður, og er tað vorðið enn lættari fyri lesandi við børnum.
Lærlingalønirnar eru alt ov lágar, ein loysn kundi verið, at tær gjørdist skattafríar.
Gongd er komin á bygging av lestraríbúðum.
Føroyar skal verða heimsins besta lestrar-land, tí menningin loysir seg!
Pauli Trond Petersen,
Valevni fyri Tjóðveldi