Lýsing

Vit skulu kunna ferðast frítt í Føroyum

“Hetta er okkara land…einki annað eiga vit, tað er okkara land” syngja vit við heitum hjarta – og vit meina tað!

 

Sjálvandi skulu vit kunna ferðast frítt í Føroyum og vitja tey støð, sum vit ynskja at vitja!

 

Seinastu árini hava føroyingar veruliga fingið eyguni upp fyri at ferðast í føroysku náttúruni – og tað er gott og gleðiligt, tað er gevandi fyri bæði likam og sál.

Eisini er tað týdningarmikið at vit sleppa út í náttúruna, tí annars kunnu vit ikki læra um hana og skapa okkum fortreytir at skilja hana.

 

Men frælsið hjá okkum at vera í náttúruni skal sjálvandi vera undir ábyrgd. Vit skulu ikki órógva óneyðugt og t.d. eiga vit at verja ávís støð í tíðini, tá ið fuglur reiðrast – og tá kanska halda okkum til ásettar rásir ella gøtur. Eisini skal atlit takast til lembing, haruskjóting og landbúnað, sjálvandi. Og sjálvandi skulu vit ikki tveita órudd í náttúruna.

 

Sum kunnugt eru tað ikki bara føroyingar, sum eru bergtiknir av føroysku náttúruni, tað hevur jú eydnast ferðamannavinnuni at gera okkara land kent kring heimin og ferðafólkatalið økist ár um ár og tað setur meira trýst á náttúruna.

 

Fyri Føroyar er tað kærkomið at fáa eitt vinnuligt bein afturat at standa á. Sambært ársfrágreiðingini hjá Visit Faroe Islands fyri 2018 vóru 643 ársverk í ferðamannavinnuni og umsetningurin 731 milliónir – og tað er ikki hissini. Og vit kunnu vænta, at ferðafólkatalið fer at økjast komandi árini.

 

Ein av stóru avbjóðingunum við øktu ferðamannavinnuni er, at tað eru ávís støð, sum serliga stórur áhugi er at vitja. Tað hevur ført við sær, at bóndir hvør í sínum lagi eru farnir at krevja gjald fyri vitjanir – og tað “smakkar” rætt og slætt ikki væl.

 

Men hetta er ikki ein lættur spurningur at greiða og nógvar eru áskoðanirnar. Eitt er tó Eisini skal atlit takast til lembing, haruskjóting og landbúnað annarsvist, og tað er at vit mugu fáa greiðu á hesum spurningi sum skjótast og fáa eina felags skipan fyri alt landið.

 

Eg vil arbeiða fyri, at tað í hesi skipan verður tryggjað, at føroyingar kunnu ferðast frítt í Føroyum!

 

Jón Kragesteen,
valevni fyri Tjóðveldi

Deil hesa grein umvegis
468 ad