Lýsing

Umlættingartilboð til børn og ung við sosialum/atferðartrupulleikum

Foreldur og avvarandi at børnum og ungum við sosialum/atferðartrupulleikum  eru í stórum vandabólki fyri at fáa strongd. Oftast eru hesi foreldur sera sterk, men um tey ferð eftir ferð rena seg móti einum múri av málsviðgerð og bíðirøðum, so er vandi fyri, at tey fara av arbeiðsmarknaðinum orsaka av varandi strongd, og enn verri eru nøkur, ið flyta av landinum. Tá hava vit einki vunnið, og samfelag okkara verður fátækari.

 

Tørvur er á einum umlættingatilboðið til børn og ung við atferðartrupulleikum.

 

Tørvur er á einum tilboðið, ið ikki umfatar, at børn/ung fara til eina umlættingarfamilju, men heldur at hetta tilboð er á einum stovnið, td í onkrum av mongu ymisku deplunum ið eru kring landið.

 

Námsfrøðingar, hjálparfólk, og onnur eiga at arbeiða á einum slíkum stað. Sjálvandi í samráð við avvarandi myndugleikar á økinum.

 

Meiningin er, at ein skjót og ódýr loysn finst beinanvegin.

 

 

Hesi børn/ungu hava ikki tørv á at koma til eina umlættingarfamilju, fyri tað fyrsta er ikki lætt at finna umlættingarfamiljur til hendan málbólk, og hesi børn og ungu hava als ikki tørv á ella orku til, at knýta bond til eina nýggja familju. Harafturímóti hava hesi børn og ungu tørv á at finna vinir og at verða saman við øðrum í somu støðu. Ofta eru hesi børn og ungu rættiliga einsamøll.

 

 

Umlætting er at meta sum ein fyriskipan, sum stuðlar undir, at hesi børn og ungu kunnu vera heimabúgvandi sum longst. Endamálið er at lætta um hjá familju, og at geva hesum børnum og ungu eitt mennandi tilboð saman við øðrum.

 

Umlættingar tilboðið átti at verið um vikuskiftini og frítíð sum heild, til børn og ung við atferðartrupulleikum sum td adhd, add, tilknýtisórógv og líknandi.

 

Umlættingar tilboðið átti at havt til endamáls at:

-Verið ein umlætting til foreldur og avvarandi, hetta so at tey í tíðarskeiðum kunnu endurskapa orku og megi at handfara ein truplan gerandisdag.

-At stuðla undir menning av barninum/ungu

-Geva barninum/ungu amboð og møguleika fyri at verða í vanligum og støðugum heimalívslag og sambondum.

-Fyribyrgja at børn/ung verða heimansett.

 

Innihaldi kundi ma.verið:

 

-Vanligar gerandisupplivingar

-Tryggleiki og umsorgan. Uppbygging av sosialum førleikum.

 

Hetta er eitt av mínum hjartamálum.

Pauli T. Petersen

Pauli Trond Petersen

Deil hesa grein umvegis
468 ad