Lýsing

Fullveldið er fíggjað. Sambandið skuldarbindur.

Tað snýr seg um at javnseta Føroyar við onnur lond. Tað snýr seg um at halda fast um nøkur prinsipp. Tað snýr seg um ikki at lata ognir fólksins gleppa fólkinum av hondum.

Í hesum samgonguskeiðnum hava vit samtykt nakrar nýskipanir. Fiskivinnunýskipanin er ein. Hon tryggjar um ikki annað, at ríkidømið í havinum er ogn føroya fólks. Ein ogn, sum Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin eru við at fara úr sínum góða skinnið fyri, tí teir vilja, at hendan ogn skal enda sum ogn hjá antin nøkrum fáum føroyingum ella enn færri útlendskum ríkmonnum.

Slík avmontering av okkara ríkidømi rúmast ikki í einum flokki ella samgongu, sum berjist fyri rættindum hjá fólkinum. Sjálvandi skal fólki eiga okkara land og okkara sjógv, okkara fjøll og okkara fisk. Tað er jú bara soleiðis, at tú økir um rættindini og inntøkurnar hjá fólkinum. Tað er soleiðis, tú tryggjar at fólkið hevur meira eftir, tá ið skattur og avgjøld eru goldin.

Í hesum samgonguskeiðnum hava vit eisini samtykt familjuískoyti til nakrar fáar familjur, sum høvdu tað mest fyri neyðini, vit hava samtykt hægri barnafrádrátt, betri barsilsskipan og betri lestrarstuðul til einlig.
Og hetta ger ein stjórn, sum fer eftir fullari ábyrgd, og sum tekur ábyrgd av teimum sum veruliga treingja, – og gevur teimum nakað aftur av tí, sum tey eiga.

Hesum ætla vit at halda fram við. Ert tú lág ella miðallønt eigur tú at fáa ein skattalætta. Eigur tú børn eigur tú at fáa ein hægri barnafrádrátt. Hetta gera vit, tí vit halda, at øll skulu hava møguleika at virka og liva væl í hesum samfelagnum.

Men hetta er bara møguligt, um fólkið fær nakað aftur av tí ríkidømi, sum FÓLKIÐ eigur. Um vit gera sum andstøðuflokkarnir ætla við at halvera landskassans inntøkur við at siga ”vita tit hvat? Vit taka ogn tykkara, og geva tað til nøkur onnur – fyri onki!” Jamen, so er ikki møguligt at geva skattalætta ella barnafrádrátt.

Men velur tú at taka fulla ábyrgd av samfelagnum, so velur tú eisini fulla ábyrgd av at geva fólkinum tað til ognar, sum fólkið eigur. Andstøðuflokkarnir kalla hetta ”avgjaldsøði”. Tað at krevja leigu fyri ognina, sum fólkið leigar út, er ikki avgjaldsøði, – tað er rímiligur handil.

Hetta er ein liður í okkara politikki at taka fulla ábyrgd av okkara samfelag. Soleiðis tryggjar tú, at fólkið eigur tað, sum fólkið eigur, og at fólkið fær eina vælferð fyri ta ogn, sum fólkið leigar út.

Okkara fullveldi er væl og virðiliga fíggjað. Men sambandspolitikkurin hjá andstøðuflokkunum er ikki fíggjaður av tí einføldu orsøk, at teir vilja ikki síggja teir inntøkumøguleikar, sum eru í ogn føroya fólks. Tí siga teir, lat okkum geva ogn føroya fólks burtur fyri onki, og heldur biðja danir um at hækka blokkin og í øðrum lagi tøma búskapargrunnin, sum Tjóðveldi plagar at fáa tóman og levera fullan til Fólkaflokkin.

Vónandi sær fólkið munin á at taka ábyrgd og so vandan í skuldarbundna sambandspolitikkinum hjá nøkrum flokkum.

Vel Tjóðveldi, tað loysir seg!

Annita á Fríðriksmørk

Annita á Fríðriksmørk

Deil hesa grein umvegis
468 ad