Staðfesta sjálvstøðuga landið
Í altjóða skrásetingini yvir matriklar stendur Danmark sum ánari av matriklunum Føroyum og Grønlandi.
Tá Trump spælir sær við tankan um at keypa Grønland, hyggur hann sjálvsagt í altjóða skránna og sær, at Danmark er skrásett sum ognari.
Og tí vendir hann sær sjálvsagt til Mette Frederiksen við bønarorðum um at keypa Grønland – frá dønum!
Danskir forsætisráðharrar plaga at kyrra grønlendingar og føroyingar við lyftum um, at teir virða fólkaviljan í Føroyum og Grønlandi.
Men veruleikin er, at danski staturin noktar at staðfesta hesa støðuna fyri umheiminum. So í altjóða skránni er ongin servituttur lýstur, sum verjir áhugamálini hjá Føroyum og Grønlandi.
Gamaní hava vit ymsar avtalur við Danmark um, hvussu vit skipa egin viðurskiftir og umboða okkum sjálv úti í heimi sum «Færøerne for så vidt angår Kongeriget Danmark»
Men tá sjálvstøðug lond halda grannastevnur sum t.d. í Arktis, situr Danmark við atkvøðuni, meðan Grønland og Føroyar kunnu sleppa at sita hjá.
Heimsins stóru miðlar fylgja væl við gongdini, men í Danmark eru miðlarnir og politikarar sera varnir. Hetta er skilligt, tí eitt úrslit, sum kann spyrjast burtur úr átakinum hjá Trump, er, at gekkaskortarnir falla, og vit fáa staðfest, um danir ella grønlendingar eiga matrikkulin Grønland.
Svarið verður tað sama fyri Føroyar sum fyri Grønland.
So sera umráðandi er tí at halda fast um fullveldisstevnuna hjá Tjóðveldi og staðfesta, at vit eiga okkara land.
Og tá stórar avgerðin skulu takast, er tað sjálvsagt Føroya fólk, sum ger av, hvat skal henda ella ikki.
Vit skulu taka fulla ábyrgd av uttanríkispolitiskum málum, so vit fáa tey amboð, sum sjálvstøðug lond hava, at røkja egin áhugamál mótvegis øðrum londum og altjóða felagsskapum.
Ein øld er liðin, síðan Danmark og Ísland samdust um ein fullveldissáttmála, sum staðfesti Ísland sum sjálvstøðugt land, ið samstarvaði við Danmark um ávís mál.
Ein tílíkan fullveldissáttmála skulu vit eisini gera, og alt hetta stendur í valskránni hjá Tjóðveldi.
Magni Arge, løgtingsmaður og valevni hjá Tjóðveldi