Lýsing

Einki útlendskt vald – heldur ikki Trump!

Tá ið Trump ætlaði at:gerast forseti, hugsaðu vit: ” aja, gott við tær!”
Nú ætlar Trump at keypa Grønland, og vit hugsa, ”aja, gott við tær!”

Men tað er ikki vist, at tað er nóg mikið bara at sláa slík ynski hjá amerikanska forsetanum upp í glens. Slíkt eigur hinvegin at fáa okkum at tryggja, at land OKKARA er altso ikki til sølu!

Tí eiga vit at fáa samtykt eina lóggávu, sum sigur nakað soleiðis: “at onki útlendskt vald eigur nakran rætt til ræði og ognir í landinum”. Orðingin er úr stevnu Tjóðveldisfloksins. Vilja onnur ikki liva við avriti úr hesi stevnu, so finnið eina orðing, sum líkist. Eina orðing, sum heldur fast við prinsippið um, at land okkara er altso ikki til sølu.

Vit fingu tað, sum er í familju við hesa orðing í fiskivinnunýskipanina. Har stendur, at ongin útlendskur ognarskapur skal verða í fiskivinnuni. Hesi orðing stríddust útlendskir ríkmenn ímóti og fingu enntá føroysku andstøðuna, føroyskar strámenn og danska statsministaran at hjálpa sær.

Teir vildu hava samgonguna frá. Men samgongan helt fast. Hví? Tí, hetta snýr seg jú um prinsippir!

Tá so nú heimsins maktfullasti maður í fullum álvara sigur seg vilja keypa Grønland. So er tíðin altso komin, at ALLIR flokkar í Føroyum skriva sær aftan fyri oyra, at nú noyðast vit at áseta okkum nøkur prinsipp, og skriva niður í stevnuskrá og møguligt samgonguskjal, at: ”Einki útlendskt vald eigur nakran rætt til ræði og ognir í landinum”.

Gott val!

Annita á Fríðriksmørk.

Annita á Fríðriksmørk

Deil hesa grein umvegis
468 ad