Lýsing

Líkarættur til allar borgarar, eisini til tey veikastu í samfelagnum

Vit mugu, sum eitt av heimsins ríkastu londum eisini taka nógv størri ábyrgd av okkara veikastu.

Man hevur lagt eftirlønargjald omaná fleiri av teimum varandi almannaveitingunum, men ikki fyri tey, sum verða definera sum ikki langtíðar varandi, her kann nevnast fyritíðarpensjonistar, fólk við avlamispensjón og onnur. Hetta er folk sum eisini koma at røkka einum pensjónsaldri, men av tí at hesir samfelagsbólkar ikki fáa pensjón knýtta at síni løn, so verða hesir bólkar fyri stórum vanbýti, tá tey einaferð røkka pensjónsaldri.

Fyri at lyfta hesar bólkar uppá somu pensjónstreytir sum onnur, so eiga/skulu vit sum eitt av heimsins ríkastu londum fáa játtan á 25 mió á fíggjarlógina, so vit líkastilla okkara samfelagsborgarar.

Pauli Trond Petersen,
løgtingsmaður

Pauli Trond Petersen

Deil hesa grein umvegis
468 ad