Fólk fjølgast í Føroyum
Men fólk kring landið fáa ikki bústaðarlán. Býrt tú fáar kilometrar uttan fyri bý ella størri bygd, so fært tú ikki lán til eini nýggj hús. Tað er ikki í lagi.
Gongdin er vend, og vit eru vorðin 2800 fleiri í Føroyum hesi seinastu fýra árini. Fólk vilja nýggju og dagførdu Føroyar. Vit hava stovnað 800 nýggj virkir, harav 210 eru íverksetarafeløg, og arbeiðið er til allar hendur. Vit eru oman fyri 2600 fleiri løntakara í dag enn fyri fýra árum síðan, meðan arbeiðsloysi bert er 1,1%.
Men allir føroyingar hava ikki møguleika at skapa sítt egna heim fyri rímiligan prís.Tað skal ikki bara vera bankaheimurin, ið setir treytir fyri, hvussu vit skulu búleikast í Føroyum. Havi eg hug at byggja nýggj hús í Haraldssundi, so skal tað eisini bera til, hóast bankarnir siga, kreditvirði ikki er tað sama sum í Havn ella í Klaksvík.
Tí skulu vit hava aðra fígging, ið kann veita fólki lán, uttan mun til hvar í landinum, tú vilt búseta teg. Bústaðir skulu fáa heimild til at kunna geva 2. veðrættarlán til húsabygging í bygdum og útjaðara kring landið, so tryggjast kann fígging til eitt fjøltáttað bústaðarmynstur, og fólk kunnu byggja, har tey sjálv vilja.
Somuleiðis skal eitt føroyskt realkredittlánsbræv skipast. Pensjónsfeløg og vinna o.o. kunnu seta peningin í lánsbrøvini og á tann hátt verða við til at menna føroyska bústaðarmarknaðin og fáa ávíst avkast.
Hóast fleiri átøk eru framd, og vit í næstum kunnu telja 394 fleiri bústaðir, so eru vit ikki komin á mál. Okkum tørvar eini 1500 bústaðir, verður sagt. Fólk skulu sjálv byggja, har tey ynskja, og Bústaðir skulu komandi árini byggja minst 500 bústaðir afturat. Byggjast skulu leiguíbúðir og lutaíbúðir, og heimilast skal Bústøðum at útgeva lánsbrøv við trygd í føstu ognini. Kommunur skulu somuleiðis fáa heimild at byggja fjølbroyttar eldrabústaðir og at taka lut í lutaíbúðum og øðrum fjølbroyttum bústaðarmøguleikum.
Fjølbroyttu Føroyar skulu varðveitast.
Óluva Klettskarð, Tjóðveldi