Lýsing

Bang, so liggur tú har …

… og við eitt er lívið broytt!

Ørkymlaður, óttafullur og máttleysur.

Lívið broytt frá degi til dags. Javnan við stórum avleiðingum fyri familju, arbeiðsevnir og lívsgóðsku hjá einum sjálvum.

Henda lagna rakar á hvørjum ári nógvar føroyingar. Og hóast vit hava sera dugnalig starvsfólk á okkara sjúkrahúsum og í heimatænastuni, so er tað ein trupulleiki, at vit ikki hava eina greiningar- og viðgerðarmiðstøð fyri seinheilaskadd í Føroyum.

Ella viðgerðarstovu fyri langtíðarskadd, sum eg kallaði tað í fíggjarlógaruppskotinum 2003.

Tí tað var um tað mundið, at eg sum landsstýrismaður skipaði økisterapiina, og tá fyrsta sambýlið fyri seinheilaskadd varð latið upp í Føroyum, at eg fekk undirtøku fyri at seta fyrstu milliónirnar á fíggjarlógina til hetta endamálið. Ólukkutíð slitnaði tann samgongan, og eingin hevur veruliga tikið táttin upp síðani tá.

Hendan samgongan hevur ment økið nakað, og hevur sett pening av til miðstøð í Klaksvík, men veruleikin er framvegis tann, at nógv okkara, sum enda í hesi vanlukkuligu støðu, framvegis verða send á viðgerðarstovnar í Danmark.

Onki skal takast frá hesum donsku viðgerðarstovnum. Teir gera eitt gott fakligt arbeiði. Men veruleikin er eisini tann, at frástøðan ger tað sera trupult at halda familjuni saman, júst tá størsti tørvur er á at halda hana sterka.

Eftir stendur tí, at hetta økið, hesir borgarar og teirra avvarðandi hava ikki fingið eitt nóg væl skipað tilboð her í Føroyum. Og tað eiga vit at gera og betra.

Vit eiga at byggja eina nýggja og væl tilrættislagda greiningar- og viðgerðarmiðstøð fyri seinheilaskadd, nú!

Eg varð nú eitt kvøldið boðin á fund hjá MEGD, har eg hoyrdi ymiskar lagnusøgur. Hetta vakti mín gamla dreym um greiningar- og viðgerðarmiðstøðina.

Sterku søgurnar og kendu andlitini vaktu ein sterkan politiskan og fakligan vilja at gera mun fyri hesi fólk. Tí, sum útbúgvin fysioterapeutur kenni eg til økið. Kenni til avbjóðingarnar, og vil gera hesa uppgávuna til eina serliga politiska raðfesting.

Eg fari tí at gera eitt undantak. Í mínum politiska lívi havi eg ikki verið ørindadrongur fyri nakran ávísan, ella ávísan bólk í Føroyum. Men í hesum førinum, havandi í huga hvussu truplar umstøður nógv við hesari lagnuni hava, fari eg at binda meg til at fáa greiningar- og viðgerðarmiðstøðina í samgonguskjalið, um eg fái undirtøku á valinum og gerist partur av stjórnini.

Stovnurin skal liggja miðskeiðis í landinum, men ikki í miðbýnum í Havn. Sandoyggin er eitt upplagt val, tá tunnilin er liðugur, ella kanska Signabøur ella Kirkjubøur.

Tað hevur týdning at økið er vakurt og væl vallað. Harafturat skal vera gjørligt at skipa bústaðir í námindum av miðstøðini, so tilveran hjá raktu familjunum hongur saman.

Miðstøðin má byggjast í samstarvi millum land, kommunur og privat. Privata initiativið kann vera stigtakari, við stuðli frá landi og kommunum.

Eg bjóði meg fram sum umboðsmann fyri hesi søk, og fari at gera tað, sum stendur í mínum valdi at fremja setningin í verki.

Páll á Reynatúgvu

Deil hesa grein umvegis
468 ad