Vit mugu læra okkum at hugsa ørvísi
Fyri tey flestu er familjan hornasteinurin í tilveruni, meðan búðstaðurin er karmurin um tað dagliga lívið. Fyri nógv er hetta ein sjálvfylgja, men fyri eitt alsamt vaksandi tal av fólki fylla trupulleikar tengdir at óvissum búðstaðarviðurskiftum almikið.
Seinastu gott trý árini eru búðstaðarprísirnir í miðstaðarøkinum eksploderaðir, og sethús eru nú vorðin so dýr, at tvær høgar inntøkur eru neyðugar, um ein skal svara hvørjum sítt. Serliga rakar hetta tey, sum keypa fyrstu ferð og ikki hava annan búðstað, sum kann innganga í handilin. Samstundis eru peningastovnarnir afturhaldandi við at fíggja búðstaðir uttanfyri miðstaðarøkið. Hetta rakar serliga ymiskar láglønarbólkar, stakar uppihaldarar, ungfólk og støk tilkomin fólk.
Tað er púra greitt, at henda gongdin ikki kann halda fram. Ein búðstaður er ein mannarættur, og tað áliggur tí okkum politikarum at fremja ein búðstaðarpolitikk í verki, sum tryggjar øllum føroyingum tak yvir høvdið.
Ein skynsamur búðstaðarpolitikkur eigur at standa á trimum beinum:
- Betri fíggingarmøguleikar. Tað verður gjørt við at stovnseta ein almennan Búðstaðarbanka eftir norskum og íslendskum leisti, sum kann bjóða lagalig lán, har vanliga bankafíggingin ikki røkkur.
- Peningastovnarnir skulu ikki longur sleppa at eiga meklarafyritøkur, sum teir higartil hava brúkt sum amboð til at trýsta búðstaðarprísirnir upp um tann vanliga prísvøksturin í eini kredittskapan til sín sjálvs.
- Alternativ búðstaðarbygging má fremjast. Kommunurnar skulu fáa heimild til at stovnseta ella samstarva við búðstaðarfeløg og privatar entreprenørar, sum kunnu byggja leiguíbúðir og lutaíbúðir.
Harumframt eiga kommunurnar at fáa heimild til at áleggja búðstaðarskyldu í bygdum ella pørtum av bygdum, har hetta verður hildið at verða neyðugt. Ein slík búðstaðarskylda er ikki tað sama sum ognartøka, tí hon áleggur einans eigaranum av búðstøðum at bera so í bandi, at onkur fastbúgvandi býr har.
Størsta takið verður tó at broyta fatanina av, at ein búðstaðarpolitikkur skal byggja á marknaðarkreftirnar. Hesar marknaðarkreftir virka einans til fyrimuns fyri fíggingarstovnar og ikki tann vanliga borgaran. Samfelagið hevur tí eina grundleggjandi skyldu til at tryggja øllum familjum tak yvir høvdið, og henda skylda er eins týdningarmikil sum aðrar vælferðartænastur.
Stendur tað til mín, so verður ein nýggjur búðstaðarpakki niðurfeldur í eitt komandi samgonguskjal, sum byggir á tey uppskot, eg havi víst á omanfyri.
Pauli Trond Petersen, løgtingslimur