Lýsing

Trump

Danir hava ikki verið eiðasørir sum kolonialistar. Umframt hjálondini í Norðurhøvum, Ísland, Grønland og Føroyar, lógu teir á lutum í Vesturindiu, Afriku og Asiu. Caribisku oyggjarnar – St. Thomas, St. Jan og St. Croix – vórðu seldar USA í 1917 fyri 25 milliónir dollarar og Ísland hevði somikið av tjóðskaparligari sjálvsvirðing, at teir skipaðu seg sum lýðveldi í 1944. Hjálondini í Asiu vórðu seld ella latin øðrum kolonialistum, og táið danski trælahandilin varð kubbaður av, hevði Afrika ongan áhuga longur. Teir keyptu og seldu smáar hundrað túsund trælir ta tíðina. Eftir í danska hjálandatrognum eru nú Grønland og Føroyar. Uttan hjálondini hevði Danmark verið týdningarleyst í geopolitiska leikinum á heimspallinum, tí órógvar ætlaða keypið hjá Donald Trump almikið í politisku skipan Danmarkar. Grønland umboðar dastið av Kongsríkinum og er saman við Føroyum substansurin í tign dana á bonaðu fjalunum, har stórar avgerðir verða tiknar. Missa teir hjálondini í Norðurhøvum verða teir ájavnir við Luxembourg í tí sferuni. Fullkomuliga týdningarleysir.

 

Ameriski áhugin fyri Grønlandi er ikki nýggjur, til tað liggur landið alt ov strategiskt fyri í heimsmyndini – og táið man sjálvur hevur gingið undir jørð á Thule-støðini, í gigantisku hallunum, sum vóru missilstøðir undir kalda krígnum, er lætt at leggja tvey og tvey saman, nú spenningar aftur hómast ímillum lond. Bardagin um Arktis er byrjaður, og nógvar snildir og nógv lokabrøgd fara at verða roynd í stríðnum um áhugamørkini tey næstu árini.

 

USA hevði ræðið á Grønlandi seinru stríðsárini og í bókini “Dreymurin um frælsi” – um vinmannin og politikaran Kuupik Kleist – nevna rithøvundarnir, at hugskotið eisini varð nevnt í sjeytiárunum, táið grønlendskir politikarar stríddust fyri at fáa heimastýri. Ein yvirskrift í Atuagagdliutit/Grønlandspostinum hesi árini var soljóðandi: “USA tilbød at købe Grønland.”

 

Donald Trump hugsar sum ein klassiskur koloniharri, tað sama ger Mette Frederiksen. Trump veit at danir seldu landsmonnum hansara vesturindisku oyggjarnar, táið tær ikki skroyvaðu nóg væl upp í danska ríkiskassanum longur, tí ætlaði hann sjálvandi at tosa við eitt land, ið eigur siðvenjuna at selja lond. Tí kemur tilboðið als ikki óvart á. Tað sum Donald helst ikki veit, er, at hann við átakinum hevur varpað ljós á kynið í hjálandapolitikkinum í Danska Kongsríkinum.

 

Kropp av kroppi hava danskir ráðharrar tosað seg heitar um tríggjar javnsettar partar í Kongsríkinum, kortini vendir ameriski forsetin sær til danska forsætismálaráðharran, og ikki til Siumut-formannin Kim Kielsen, nú hann hevði tøku dollaraseðlarnar í lógvanum. Oddvitin Mette ger eitt skundisligt rend til Grønlands í sama viðfangi, fær Kielsen at siga sær tað, sum hon vegna donsku statsmaktina skal siga Donaldi, at Grønland ikki er til sølu, altso, at Grønland framvegis ætlar at vera danskt hjáland.

 

Politiska rationale er, at Grønland og Føroyar ikki eru til í heimssamfelagnum, men at hetta eru lond, sum onkur heldur seg kunna keypa frá onkrum øðrum, táið tað lagið er á monnum í klubbanum, har ið nationalstatir hittast – við ella uttan hjálond.

 

Stórhavstjóðin Føroyar fer eisini at fáa stórt handilsvirði í framtíðini, umframt rúgvismikla tilfeingið fer økið at fáa alt størri strategiskan týdning í árunum sum koma, kjálkandi uppat arktiska økinum, tí kann væntast, at onkur fer at geva danska forsætisráðharranum eitt prei um, at áhugi er fyri at keypa. Danir duga at selja lond, teir eru dystin lærdir í tí sportinum, tí ræður um at binda um heilan fingur skjótast gjørligt. At fáa skeytið til matrikulin Føroyar heimaftur úr Keypmannahavn sum skjótast.

 

Har tú ikki ert sjálvur, ert tú bara hálvur.

 

Gott val.

 

Tórbjørn Jacobsen

Deil hesa grein umvegis
468 ad