NÆSTA STIG HJÁ METTE
Tá Mette Frederiksen varð spurd, um Danmark fór at selja amerikanarum Grønland, svaraði hon, at tankin var absurdur, tí Danmark eigur ikki Grønland. Tað gera grønlendingar.
Hugaligt var at hoyra hana staðfesta, at grønlendingar eru tjóð við sjálvsavgerðarrætti til at ráða yvir egnum landi, og at Danmark ikki bara kann selja heimsins størstu oyggj.
Næsta stig hjá donsku stjórnini, nú stórveldini vilja leggja donsk heimastýri undir seg, átti at verið, at hon boðaði ST frá føroyska og grønlendska sjálvsavgerðarrættinum.
Donald Trump livir í eini farnari tíð, tá lond keyptu og seldu landøkir sínámillum uttan at spyrja fólkini í økjunum sjálvum. Danmark kann nú vísa umheiminum, at tann tíðin er farin.
Brævið til ST-høvuðsborgina í New York kann vera stutt:
”Føroyingar og grønlendingar eru tjóðir við sjálvsavgerðarrætti sambært altjóða fólkarætti. Føroyingar eiga Føroyar, og grønlendingar eiga Grønland.”
Hetta hevði ruddað slóð fyri einum fullveldissáttmála millum Føroyar og Danmark, sum gjørdist grundarlag undir einum nýmótans og javnbjóðis samstarvi millum londini bæði í tvívegis virðing.
Magni Arge, løgtingsmaður og valevni hjá Tjóðveldi