Lýsing

Sigoynarin

Í stóran mun snýr politikkur seg um at virka til frama fyri fólkið í landinum eftir framlítandi hugsjónum, og skal tað bera til, er støðugur tørvur á einum yvirskipaðum stjórnmálsligum karmi. Vit hava roynt amtið, har onnur tjóð sat fyri øllum valdinum. Tað var ongin succés. Dynamikkurin lá smokkaður í mýrulendinum. Stríðsárini rivar fyri eygunum, og hóast fólkaatkvøðuna fingu vit heimastýrið, har danskt og føroyskt vald verða krøkt í hvørtannað, – kortini eiga danir stórviðin. Yvirræðið. Vit eru lagdir undir donsku grundlógina. Teir umboða okkum harvið á bonaðu fjalunum – eitt nú í ST, – har nationalstatirnir hittast fyri at navigera heimsskútuni fram á leið og kyrra, táið á stendur. Politiski legitimiteturin í einum heimastýri røkkur ikki inn um gáttina í bygninginum á First Avenue á Manhattan, á matriklinum, sum Rockefeller í sínari tíð gav heimssamfelagnum.

 

Heimastýrislógin er farin um pensiónsaldur, – væl tað. Í ávísan mun hevur hon kunnað brúkst, í hvussu er gav hon somikið av andarúmi, at føroyingar við egnari megi hava smíðað sær eitt vælferðarsamfelag hesi árini. Hon forðaði kortini ikki kreppuni í nítiárunum og tá fekst aftur sjón fyri søgn, at tørvur var á nýggjum karmi. Treytaleysum sjálvræði, men tað eydnaðist ikki, kortini hendi so mangt annað. Kutað varð í donsku ríkisveitingina (gjald fyri vald) og nakað av danska valdinum er foykt undan karminum, táið føroyingar sjálvir hava skipað seg í ymsum samfelagshøpum.

 

Hóast danska ríkisveitingin og føroyskt sjálvræði ikki eru tvær alin av sama vaðmali, so hevur materialiseraði hugburðurin í landinum í stóran mun førkað hesi høpini saman í ein bul. At kutað var í ríkisveitingina, samstundis sum hon varð løgd á gler, er fremsta takið á sjálvbjargnisleið í okkara tíð. Sitandi samgonga tók yvir eina skuldbindandi leið. Hon hevur megnað at venda gongdini, og hugsa vit í fíggjarlóg/sjálvræðis-termum, eru vit komin at teimum mørkum, at búskaparligu argumentini, ímóti at víðka okkum um sjálvræði á heimspallinum, ikki eru til longur. Tí ræður nú um at leggja eina skipaða ætlan fyri, hvussu vit stoyta restina av danska valdinum yvir Føroyum fyri borð. Tann gongdin skal røkka heilt framat einari flaggstong á Manhattan.

 

Alternativið er status quo, –  at agera politiskt sum sigoynaradrongurin í Hvítbókini hjá Einari Már Guðmundsson. Einaferð íslendski rithøvundurin var á ferð við lunnavagni í Svítjóð, á Sörmlandsleiðini, kom hann at sita í eini coupé saman við einari sigoynaramammu og tíggju – 10 – ára gamla soni hennara. Drongurin við krunkasvarta hárinum og stóru brúnu eygunum var farin at ressast, tað læt áhaldandi í honum, hann júkaði og júkaði um eitthvørt, á einum óskiljandi máli, og bráðliga knappar mamman blusuna upp, stingur aðra hondina inn um, og syftir annað bróstið fram. 10 ára gamli sonur hennara sýgur alt sum hann orkar, og táið hann hevur fingið seg ótystan, skúgvar hann bróstið frá sær og leggur seg afturá í setrinum og ropar. Eftir tað fær hann sær eina sigarett, festir sær í og roykir sum var onki sjálvsagdari enn tað.

 

Tíðin hjá føroysku tjóðini sum danskt bróstabarn eigur at vera farin.

 

Nobelvinnarin í føgrum bókmentum, týskarin Günter Grass, sáli, segði einaferð: “Søgan, søgan sum vit siga hana, er sum ein forstoppað kumma. Áhaldandi skola vit niður, men tað sum er farið av okkum heldur bara á við at koma uppaftur.”

 

Vit eiga ikki at gloyma søguna, men nú eru vit komin so langt fram á leið í øllum lutum, at veljarin eigur at geva teimum eitt mandat, sum ætla at leggja stjórnmálsligu kósina fram í sjálvræði. Eitt trivaligt kut í ríkisveitingina er ein góð byrjan, serliga í hesum døgum, táið sagt verður, at arbeiðsmarknaðurin er komin undir trýst. Arbeiðsloysi er ikki til, trýst er komið á lønarlagið og kappingarføri viknar. Búskapurin, serliga innan byggivinnuna, er alt ov heitur, – tá er eitt kut í donsku ríkisveitingina tvífaldur vinningur – fyri arbeiðsmarknaðin og tjóðina, ið hevur lagt kósina fram í sjálvræði.

 

Gott val.

 

Tórbjørn Jacobsen

Deil hesa grein umvegis
468 ad