Vit mugu taka rættin til egið land
Í fýra ár gjørdi eg áhaldandi donskum politikarum og fjølmiðlum greitt, at Føroyar eru ogn hjá føroyingum og ikki danska statinum, og at heimastýrislógin og uttanríkispolitiska heimdildarlógin binda okkum niður í altjóða samfelagnum.
Búskaparliga grundarlagið undir føroysku vælferðini skapa vit sjálv burtur úr tí tilfeingi, vit hava, og evnunum at framleiða vørur úr tilfeinginum og selja tær. Tí skulu vit verja og fremja okkara áhugamál – júst sum onnur lond, vit kappast við.
Hesum er ikki pláss fyri í donsku fatanini av heimastýrislógini og uttanríkispolitikki. Tann betongjuridiska fatanin í donskum aðalráðum er, at Danmark er ein eindarstatur við einari uttanríkispolitiskari rødd. Av neyð kunnu føroyingar so sita á baksetrinum.
Tilboðið hjá Donald Trump um at keypa Grønland legði á blot tann veruleika, at sjálvt Hvítu Húsini halda, at Grønland – og eisini Føroyar – eru fastogn hjá danska statinum, ið bara kann keypast og seljast.
Neyðugt er tí, at danski staturin viðurkennir og boðar umheiminum frá, at føroyingar eiga Føroyar, og at Føroya landsstýri umboðar Føroyar mótvegis øðrum londum.
Framfýsnið í Føroyum er stórt, men forðingin fyri, at vit kunnu menna okkum uppaftur meira, eru vantandi uttanríkispolitisku heimildir okkara at samskifta frítt og gera avtalur við onnur lond og altjóða felagsskapir.
Tjóðveldi vil, at uttanríkispolitikkurin kemur á føroyskar hendur, at stjórnarskipanin verður løgd til fólkaatkvøðu, og at ein fullveldissáttmáli kemur á skrá sum skjótast. Ein avtala um at niðurlaga blokkin eigur at gerast partur av fullveldissáttmálanum.
Tá Merkið veittrar millum hini uttan fyri ST-høvuðsborgina í New York, fær Danmark so onki tilboð upp á Føroyar. Tí tá eru vit viðurkent sjálvstøðugt land.
Magni Arge, løgtingsmaður og valevni hjá Tjóðveldi