Komandi Løgting má avgreiða ein nútímans bústaðarpolitikk!
Ein av stóru avbjóðingunum í dagsins samfelagi er at fáa skipað ein nútímans bústaðarpolitikk, ið m.a. kann lofta verandi bústaðarneyð.
Í vanligum førum er tað grundleggjandi ábyrgd hins einstaka at útvega sær og sínum ein hóskandi bústað. Men eins sjálvsagt er tað eisini, at samfelagið, t.v.s. landið og kommunurnar, skulu skipa góðar og nútímans karmar, sum lata upp fyri hesum møguleika. Bústaðurin, saman við útbúgvingini, er í flestu førum millum tey størstu stigini, vit taka í lívinum.
At eiga síni egnu hús hevur í fleiri ættarlið verið málsetningurin hjá flest øllum. At soleiðis er, hevur sínar orsøkir, men “Mangt umskiftist á mansins ævi” sum Gøtutróndur segði á sinni, og soleiðis er eisini vorðið í bústaðarmálinum.
Sum býráðspolitikari í høvuðsstaðarkommununi havi eg havt høvi at fylgja gongdini í bústaðarspurninginum, og at royna at loysa kommununnar part av uppgávuni.
Tórshavnar kommuna hevur gjørt sær stóran ómak at kanna veruliga tørvin millum fólk fyri nútímans bústaðarmøguleikum í kommununi, og vit hava sett okkum væl inn í, hvussu gjørt verður í grannalondunum, Føroyar eru í kapping við um unga og vælútbúna fólkið. Út frá hesum hevur Tórshavnar býráð í 2018 samtykt ein frameftirlítandi bústaðarpolitikk (undir teimum avmarkandi treytum, lóggávan loyvir okkum), og sum nú skal fremjast í verki komandi árini.
Ein av niðurstøðunum í kanningunum er, at tíðin er farin frá bert at leggja til rættis fyri sethúsum, tí nú ynskja fólk eisini aðrar loysnir. Ein munandi skari av fólkinum, (í øllum aldri, heili 25%) ynskir møguleikan at langtíðar leiga sær ein bústað undir tryggum og álítandi umstøðum, heldur enn sjálvi at eiga bústaðin.
Tá tosað verður um at langtíðarleiga undir tryggum og álítandi umstøðum vil tað í høvuðsheitum siga, at um eg rindi avtalaðu leiguna og annars dugi at uppføra meg millum onnur, ja so skal eg í prinsippinum kunna verða búgvandi í hesum bústaðnum alt lívið, ynski eg tað.
Slíkar bústaðarloysnir eru aloftast tættbygdar loysnir av ymsum slagi, t.d. raðhús, íbúðarblokkar, sum t.d. undir Kongavarða og Heimasta Horn ella loysnir sum t.d. Tórsbyrgi og Berjabrekka. Tættbygdar loysnir eru eisini ynskiligar í einum landi sum okkara, har lendi er eitt avmarkað tilfeingi.
Hvussu slíkar loysnir skulu skipast eru tað fleiri møguleikar fyri; privat kunnu byggja undir serstøkum myndugleikatreytum, lutaíbúðir, sjálvsognarfeløg, Bústaðir, kommunalar íbúðir o.s.fr. Men felags fyri hesi viðurskifti er, at greiðir lóggávu-, fíggingar- og eftirlitskarmar mugu vera til staðar fyrst.
Landsstýrið og Løgtingið mugu sum skjótast fáa avgreitt teir lóggávukarmar, ið vanta. M.a. má greiða fáast á spurninginum um, undir hvørjum treytum lendi kann verða latið til slík endamál. Somuleiðis má leikluturin hjá kommununum verða nógv greiðari, bæði viðvíkjandi lendi, fígging, møguligum ognarskapi v.m.
At finna eina loysn á fíggingarspurninginum viðvíkjandi bústøðum á teimum smærru plássunum, har vanligar marknaðarbúskaparligar treytir í bankunum ikki røkka, er somuleiðis ein partur av einum virknum bústaðarpolitikki. Føroyar gerast fátækari, um bygdirnar fána burtur.
At loysa bústaðartrupulleikan skjótt er eitt av mínum hjartamálum. Verði eg vald í Løgtingið leygardagin, er ein skynsamur og frameftirlítandi bústaðarpolitikkur eitt av málunum, eg fari at leggja doyin á at finna breiða politiska semju um.
Marin Katrina Frýdal, valevni fyri Tjóðveldi