Lýsing

Tóm lyfti og tala til búrhundin

Í grein á VP undir yvirskriftini ”Sjóvinnustýrið skal vestur aftur” lovar Jørgen Niclasen ymiskt.

Hann lovar millum annað at flyta Sjóvinnustýrið vestur aftur, um hann sleppur fram at valdinum aftur. Tað havi eg og henda samgongan eisini lovað og roynt okkara besta at halda. Og vit fara eisini at halda hetta lyftið minst líka væl sum Jørgen.

Men um hann klárar at flyta Sjóvinnustýrið vestur aftur skjótari enn vit, so má hann stjala sær eitt grundstykki til endamálið. Tí einasta orsøk til, at byggingin av nýggjum Sjóvinnustýri á Giljanesi ikki langt síðani er farin í gongd, er hon, at matrikuleringin av grundstykkinum hevur drigið út, tí Vága Kommuna hevur havt trupulleikar í sambandi við ognartøku av lendinum.

Brotin lyfti
Viðvíkjandi tunnilsgjaldinum í Vágatunlinum harmist eg um, at henda samgongan ikki hevur verið so altráð at halda lyftini, sum vágafólk fingu frá politisku skipanini um seinasta aldarskifti. Eg havi strongt á, men gjørdi tað byrjanarmistak – sá eg aftaná – at eg ikki tryggjaði mær nakað ítøkiligt um hetta niðurfelt í samgonguskjalið. Tann feilurin verður ikki gjørdur aftur.

Jørgen Niclasen og undanfarna samgonga kundu tó sanniliga eisini havt tryggjað sær, at gjaldið bleiv, akkurát sum tey ynsktu, tá hann sat sum fíggjarmálaráðharri í tí samgonguni. Allir trupulleikar og tulkingarivamál, sum eru nú, vóru nevniliga eisini kend tá.

Men Jørgen gjørdi onki og heldur ikki nakar annar, sum tá helt í valdsteymarnar, tí eisini í tí samgonguni var dundrandi ósemja innanhýsis um, hvørt gjøldini skuldu takast av ella ikki, tá tunnilslánini vóru afturgoldin.

Innari búrhundurin
Í seinasta lyfti Jørgens í hesi útbering, tað er lyftið um at gera menningarkvoturnar til varandi loyvi, verður sanniliga talað til tað ultimativa sjálvsøknið og innara búrhundin í okkum.

Jørgen tykist hugsa, at allir føroyingar, fólkini aftanfyri uppsjóvarskipið Katrin Jóhonnu íroknað, liva eftir orðafellinum “Sektin á, hvat annar fær, eg skal nøra at mær.” Hvør skal siga, nú hava vit fingið menningarkvotu, so nú er gaman í at útihýsa øllum øðrum, bara okkara partur verður tryggjaður í allar ævir.

Ikki vænti eg, at hvørki vágafólk ella aðrir føroyingar flest hugsa so. Og so slettis ikki Tummas Henriksen, Árni Dalsgaard og Hjarnar Dalsgaard, sum eiga Katrin Jóhonnu og hava ræði á menningarkvotum av makreli, sild og svartkjafti.

Teir hugsa nevniliga ikki fyrst og fremst um seg sjálvar, men um oynna, fólkið, og hvussu teir kunnu menna virksemið og livilíkindini her. So mikið kenni eg hesar menn.

Afturrulling
Tað verður heldur ikki Fólkaflokkurin, sum fer at framtíðartryggja hvørki Vágoynni ella nøkrum øðrum øki í landinum nakað sum helst av nývunnum rættindum.

Síðani fiskivinnunýskipanin kom í eyga hava serliga Jákup Mikkelsen og Jacob Vestergaard á Løgtingsins røðarapalli kappast um at bedýra, at bæði menningarkvotur og uppboðssøla skuldu í søguna, so títt og knapt, Fólkaflokkurin slapp til valdið aftur. Hetta var eisini greiða niðurstøðan eftir Andglettin hjá KvF, tá Fólkaflokkurin var í eldinum har.

Teir, sum longu hava fingið, skulu tó sleppa at behalda sítt og fáa tað longt og forkromað, og hvat veit eg. Sambært Jørgeni. Tí logikkurin er sum sagt: Sektin á, hvat annar fær, eg skal nøra at mær.

Gøllhaldast
Men tað má so merkja, at teir sum hava fingið, skulu gøllhaldast á tí støðinum, har teir eru byrjaðir. Uttan nakran møguleika at vaksa og víðka um sítt virksemi. Tí einasti møguleikin hjá nýggjum aktørum at vaksa liggur jú í annaðhvørt fleiri menningarkvotum ella í kvotum, keyptar á uppboðssølu.

Nei, Folkens, royn ikki og mutra visjoner og virkisfús vinnufólk, tað veri seg í Vágum ella aðrastaðni í landinum, við lyftum um eksklusivitet – at tit skulu fáa, men ongin annar. Tí viðgongdin verður stokkut hjá fólki, ið lata seg tøla av slíkum.

Ingolf S. Olsen
Løgtingsvalevni fyri Tjóðveldi

Ingolf S Olsen

Deil hesa grein umvegis
468 ad