Parkering og ferðslan í Havnini eru ein ruðuleiki
Í ára vís havi eg, sum partur av býráðnum í Havn, har eg havi virkað m.a. sum forkvinna í teknisku nevnd og í byggi- og býarskipanarnevndini, heitt á útinnandi og lóggevandi valdið í landinum, t.v.s. Landsstýrið og Løgtingið, um at fáa útvegað kommununi heimildirnar sum skulu til fyri at kunna skipa parkeringsviðurskiftini í býnum á skynsaman hátt. Hetta hevur tó tíverri verið sum at tosa fyri deyvum oyrum.
Høvuðsstaðurin hevur, sum allir aðrir høvuðsstaðar, brúk fyri góðum og vælskipaðum parkeringsviðurskiftum, eitt nú við parkeringshúsum og gjaldsparkering. Hetta er ein vinnugrein aðrastaðni, og nýtist ikki at vera ein skattafíggjað uppgáva. Men til tess at heimila slíkum møguleikum krevst lógarheimild.
At fáa loyst parkeringsviðurskiftini í Havn, og kanska í øðrum býum við, er alneyðugt og nýtist heldur ikki at kosta nakað munandi av skattapeningi, um rætt verður borið at.
Hetta er ein av fleiri orsøkum til, at eg vil á Ting at fáa avgreitt lóggávuheimildirnar, sum tørva fyri at fáa skipaði parkeringsviðurskifti í høvuðsstaðnum.
Marin Katrina Frýdal, valevni fyri Tjóðveldi