Lýsing

Pedagogøkið má styrkjast!

Tá nú nærum øll børn ganga í barnagarði ein part av sínum barnaárum, er umráðandi, at teimum verða tryggjað fakliga væl fyrireikaði fólk, sum kunnu vera um tey, meðan tey eru á stovni.

Sum er, er tað ov tilvildarligt, hvussu hetta økið verður raðfest. Havi tosað við barnagarðsleiðarar á bygd, sum siga, at hjá teimum stendur væl til: normeringin av pedagogum er full, og biðja tey kommununa um pengar til eitthvørt pedagogiskt endamál, so er kommunan rættiliga jalig. Í t.d. Tórshavnar kommunu hinvegin, er støðan hon, at normeringin av pedagogum pr barn er metlág. Orsøkin kann verða, at tað er ringt at fáa pedagogar, tí pedagogarnir í kommununi velja heldur almannaverkið, har størvini eru nógv, og lønin er betri. 


Tað kann eisini hugsast, at pedagogar velja annað starv, tí teir fáa ikki liva upp til tað, sum tey seta sær sjálvum sum fakfólk. Ein pedagogur skal jú umframt at verða um børnini, eisini skriva eygleiðingar niður, hann skal “reflektera”, finna tilfar, tilrættisleggja og skipa dagin til alt fundarvirksemi, sum hann skal hava við starvsfelagar, við foreldur, við Sernám, við ráðgevarar, við skúla osfr. Er alt hetta ikki innroknað í fíggingina hjá stovninum, so gongur tað antin útyvir børnini ella útyvir frítíðina hjá pedagoginum. So her loypir ketan av onkurstaðni. Tí noyðast vit at finna eina javnvág millum krøvini, sum vit seta pedagogum, og tær umstøður sum vit geva økinum. 


Har kundi ein loysn verið at t.d landsstýrisfólkið í dagstovnamálum, nýstovnaða dagstovnaráðið, Pedagogfelagið og kommunufelagið settu seg saman at finna eina loysn. Hvussu fáa vit pedagogar at søkja størvini í barnagørðum, skal pedagogútbúgvingin dagførast, so hon er meira rætta til barnagarðar; eiga vit at útbúgva barnagarðspedagogar burturav; hvussu tryggja vit, at pedagogar hava møguleika at fyrireika seg til dagligu uppgávurnar; hvussu nógv børn skulu verða pr pedagog osfr.


Næsta stig kundi so verið at dagføra Dagstovnalógina og lógina um útbúgving av fólkaskúlalærarum og námsfrøðingum, soleiðis at almenna lógarverkið tryggjar eina nøkulunda javna tænastu kring landið á hesum økið.


Í valskeiðnum, sum er komið at enda, hava vit raðfest barnaøkið við at geva foreldrum møguleika at verða meira heima hjá børnum, barsilsskipanin er longd, familjískoyti er samtykt, barnafrádrátturin er øktur osfr 


Nú er tíðin komin, at hond eisini verður tikin um barnagarðsøkið, soleiðis at rættindini hjá barninum verður styrkt. Hvør skal betala, sigur onkur. Til tað er at siga, at seta vit inn á barnagarðsøkinum við tí endamálið at geva barninum mennandi umstøður, so spara vit tað ferfalt aftur í spardum diagnosum seinni í lívinum.
Tað er ein spurningur um, at raðfesta økið, og geva tí størri rúmd á politiska pallinum. 


Hesum ætli eg mær at virka fyri.

Annita á Fríðriksmørk.

Annita á Fríðriksmørk

Deil hesa grein umvegis
468 ad