Lýsing

Tað skal loysa seg at liva

Ídnaðarkollveltingin hevur í stóran mun skapt okkara samfelag, og harvið skapt hvussu vit skipa okkara arbeiðsmarknað. Við tí eisini gerandistreytirnar hjá foreldrum, ikki minst hjá børnum.

Vit kunnu ikki sum politikkarar alsamt stríðast fyri, at fáa fólk at arbeiða fleiri tímar, um kostnaðurin á hesum er familjulívið. Sjálvandi skal tað loysa seg at arbeiða, men tað skal sanniliga eisini loysa seg at liva.

Vanligt er, at eitt heim upploysist á morgni. Foreldur og børn fara í hvør sína ætt, útinna dagsins verk í barnagarði, skúla ella arbeiðsplássi, og samlast aftur, seint seinnapart ella kvøld.

Í øðrum familjum har sjólívið og skiftivaktir, eru ein fortreyt fyri vælferðini, er familjan uppaftur minni saman.

Serliga smábarnafamiljurnar eru trýstar. Krøvini um at vinna til lívsins uppihald, at megna at gjalda fyri sethúsini, og samstundis at bjóða børnunum eitt spennandi og mennandi barnalív er ein stór avbjóðing. Loysnin á teirri støðuni má ikki verða, at børnini skulu vera 50 tímar á dagstovni, skúla og frítíðarskúla.

Vøggustovur, barnagarðar, frítíðarskúlar, ommur og abbar, gera tað tey megna at menna og menta børnini til góðar samfelagsborgarar. Tað eru jú hesi børn, ið skulu byggja land í komandi tíðum. Men dagstovnaøkið er undir stórum trýsti í løtuni, og nógvir dagstovnar liva ikki upp til minstukrøvini um fakligheit í dagstovnalógini. Hetta mugu vit sum politiskur myndugleiki tryggja, eingin kann liva við hesi støðuni.

Vit noyðast sum politisk skipan, saman við arbeiðsmarknaðinum og fíggingarstovnunum at skapa betri rúm fyri familjunum.

Vit mugu tí leggja góð høvd á blot, sum síggja nýggjar familjuloysnir, sum tryggja barnafamiljunum eitt liviligari lív. Eina nýggja og rúmligari arbeiðsmarknaðarskipan har trivnaðurin hjá familjunum er nummar eitt.

Vit hava í dag eina barsilsskipan, sum tryggjar okkara nýføddu borgarum, at foreldrini kunnu vera um lítlu alvarnar tað fyrsta árið. Skipanin er bøtt við fleiri vikum hettar valskeiðið, og er hetta nakað av tí týdningarmesta, ið vit hava gjørt sum samgonga.

Eg haldi tó, at skipanin skal útbyggjast til 18 mánaðar tey komandi árini. Tá hevur smábarnið fingið eina fjálga og góða byrjan í heiminum, saman við familjuni.

Hetta er tó bert fyrsta stigið, vit eiga at miðja í móti, at børnini í mesta lagi eru 35 tímar í vøggustovu, barnagarði, ella í skúla. Hetta stigið bøtur um foreldraførleikan, og bindur børn og foreldur tættari. Eitt nærverandi barnalív, skapar børn í trívast, og harvið góðar samfelagsborgarar uppá sikt.

Sjálvur helli eg til ein størri barnafrádrátt, sum tryggjar størri fíggjarligt rásarúm hjá foreldrunum, og harvið eina gularót til minni tíð á arbeiðsmarknaðinum, meðan børnini eru børn.

Tí at byggja land, snýr seg sjálvandi um at skipa samfelagið so væl sum gjørligt fyri øll. Men børnini eru í serstøðu, og foreldur og samfelag, skulu í felag tryggja børnunum eitt væla barnalív.

Her er hvør vunnin løta gull verd, og kemur fleirfalt aftur á vaksnagøtum.

Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður og valevni fyri Tjóðveldi

Deil hesa grein umvegis
468 ad