Lýsing

NEYÐUGA NÝSKIPANIN

Tað er eitt bragd, at vit hava framt eina fiskivinnunýskipan. Hon var ein drúgvur burður, men hon var alneyðug.

Í 2007 samtykti Løgtingið at siga loyvini upp hjá táverandi aktørum í fiskivinnuni til 1. januar 2018, og varð eingin nýskipan samtykt áðrenn, hevði flotin verið lagdur hendan dagin.

Ognarluturin hjá Føroya fólki var staðfestur í gomlu lógini, men í praksis vóru fiskirættindini við at verða privatiserað. Loyvini vóru í eini rullandi skipan sum automatiskt var longd, um ikki Løgtingið samtyktið annað. Sambært rættarpraksis í okkara parti av heiminum fáa almenn rættindi karakter av ognarskapi, um sami eigari er sloppin at gagnnýta tey í langa tíð (í Norra siga tey 25 ár).

Næstan øll tey gomlu veiðiloyvini vóru latin í 1994. Um tey ikki vórðu uppsøgd í 2007, høvdu tey verið 25 ára gomul og harvið ogn hjá rættindahavarunum! Um Løgtingið eftir hetta hevði hondhevja ásetingina um “ogn Føroya fólks” og tikið rættindini inn eftir hetta, kundu rættindahavararnir kunna stevnt landskassanum ovurhonds upphæddir í endurgjaldi.

Tað ið nú er staðfest í nýggju lógini er, at alt livandi sjófeingi er ogn Føgoya fólks og tað merkir, at eingin fremmand tjóð, privat fyritøka, einstaklingur ella felagsskapur av nøkrum slag kunnu hava ognarrætt yvir føroyskum sjófeingi, hvørki heilt ella partvíst.

Brúksrætturin til sjófeingi er altíð bert til láns ella leigu og tíðaravmarkaður. Hvørt ár skal Løgtingið taka støðu til um loyvistíðin á áramálsrættindum skulu leingjast. Um talan td er um eitt 8 ára loyvið, og loyvið verður longt, so er loyvið galdandi í 8 ár afturat. Verður tað ikki longt, so hevur rættindahavarin loyvið í 7 ár afturat.

Útlendskur ognarskapur í veiðirættindunum er ikki loyvdur, tó er ein skiftistíð ásett fyri tey reiðarí, har útlendskur ognarskapur var uppi í áðrenn fiskivinnunýskipanin varð sett í gildið.

 

Pauli Trond Petersen, løgtingsmaður

Pauli Trond Petersen

Deil hesa grein umvegis
468 ad