ØLL SKULU FÁA MEN ONGIN SKAL BETALA
Ábyrgdarfull búskaparstýring er lykilin til meira vælferð. Men hetta tykjast fleiri at hava tveitt fyri borð í valstríðnum. Boðskapurin er, at øll skulu fáa, men ongin skal betala.
Tað gongur væl í Føroyum. Vit hava arbeiði til allar hendur, tað er ríkiligt til av pengum og allir búskaparligir pílar peika rættan vegin. Men tað merkir ikki at alt er gott. Vit hava tørv á at gera samfelagið munandi grønari, javnari og meira sjálvberandi.
Vit framleiða næstan allan okkara vøkstur upp á kolasvarta orku. Vit hava eitt samhaldsfast samfelag, men ferðin hjá nógvum er for høg, vit arbeiða for nógv, vit stressa for nógv. Tað noyðast tey flestu, fyri at fáa endarnar at røkka saman. Fyri nógv smábørn merkir hetta at tey eru til arbeiðis – á dagstovni – í 9 tímar um dagin. Og so halda vit at tað er nógv at arbeiða 8 tímar um dagin…
Eg síggi eisini eitt rák, har góða búskapargongdin ger okkum minni samhaldsføst. Vit skulu hava meira til okkum sjálvi. Boðini frá andstøðuni eru, at nú skulu vit skera skattin niður í 30 prosent, pensjónirnar skulu ikki skattast, vinnan skal ikki betala tilfeingisgjald, foreldur skulu vera heima og passa síni børn sjálvi og fáa pengar afturfyri, lærlingar skulu ongan skatt betala og so víðari og so víðari.
Samstundis skulu øll fáa meira, fleiri bústaðir og lestrarbústaðir, meira studning, meira pensjón, grønari orku, betri vegir, fleiri strandfaraskip.. You name it! Men ongin skal betala…
Tað gongur væl í búskapinum, og vit hava ráð at gera nakað við grøna orkuskiftið og vit hava ráð at seta ferðina eitt sindur niður, so vit øll ikki fara niður við stress. Men tað krevur at vit eisini velja at gjalda skatt og krevja inn til felagskassan. Tað kallast ábyrgdarfull búskaparstýring. Inntøkur og útreiðslur skulu hanga saman.
Tað sama er galdandi, um vit nakrantíð skulu gerast eitt land, sum er sjálvberandi búskaparliga og fyrisitingarliga. Tað krevur at inntøkur og útreiðslur hanga saman.
Í 2008, tá eg var júst liðugur sum studentur, vóru vit á aldukambinum. Fáar mánaðir eftir vórðu vit tveitt út í eitt fíggjarligt ódnarveður, har nógv mistu arbeiðið, vælferð og útbúgving vórðu skorin og nógv fluttu av landinum fyri at fáa sær útbúgvingar. Eg fór sjálvur í 2010, tí eingin útbúgving í stjórnmálafrøði var í Føroyum tá.
Nú ríða vit aftur á einum aldukambi, og nógvir pengar eru til. Vit hava nú ein einastandandi møguleika at vera ábyrgdarfull, seta eitt sindur av til framtíðina, seta nakað av til vælferð og útbúgving og seta veruliga ferð á eitt grønt orkuskifti. Sláa vit botnin undan kassanum nú og siga at eingin skal betala nakað og øll skulu hava meira til seg sjálvan – so koma vit ongan veg við vælferð og grønari orku – og vit hava einki at standa ímóti við tá næsta kreppan fer at raka.
So mítt ráð til tykkum er – vel við høvdinum og vel við hjartanum – og ikki latið tykkum lokka av boðskapinum um, at øll skulu fáa, men ongin noyðist at betala.
Rógvi Nybo