Eg havi ein dreym…
Martin Luther King segði í 1963: “Eg havi ein dreym um, at ein dag í Alabama, fara smáir svartir dreingir og svartar gentur at taka í hondina á smáum hvítum dreingjum og hvítum gentum, sum systrar og brøður”
John F Kennedy hevði í 1961 eisini ein dreym, hann segði: “kæru landsmenn, áðrenn 1970 fara vit at senda eina rakett av støðini í Houston til mánan, sum er 390.000 kilometrar burturi. Rakettin verður 100 metur høg og fer at verða gjørd úr einum málmblandi, sum ikki er uppfunnið enn…”
Felags fyri báðar røðararnar er, at teir megnaðu at ímynda ein framtíðarveruleika, sum var sera fjarur frá tí veruleika, sum valdaði, tá ið røðurnar vóru hildnar!
Hóast eg ikki á nakran hátt ætli mær at rógva fram undir, at eg kann sammetast við hesi bæði stórmennini – so havi eg eisini ein dreym.
Mín dreymur er:
“at Føroyar áðrenn 2030 eru sjálvstøðug tjóð og eru eitt rúmligt samfelag, har virðini verða býtt javnt og fólkið hevur góð heilsuviðurskifti, góðar útbúgvingarmøguleikar og eitt livandi mentanarvirksemi.
Í 2030 verður øll orka á landi í Føroyum grøn, hon verður gjørd við vindi, vatni, sól og sjóvarfallið og verður goymd í einum slagi av battaríi, sum ikki er uppfunnið enn. Somu battarí verða sett í skip og í 2035 verður olja ikki longur nýtt á sjónum longur. Og Oljan, sum varð funnin í føroysku undirgrundini, slapp at liggja, har hon lá!”
King og Kennedy komu ikki at uppliva, at dreymar teirra gingu út, men tað kundi eg so avgjørt hugsað mær!
Jón Kragesteen, valevni hjá Tjóðveldi