Lýsing

Føroyar sum súkkluland

“Tey koma úr ymsum londum sum Taiwan, USA, Kanada og Onglandi, og tey skilja ikki, hví vit ikki altíð hava súkklað í Føroyum”; sitat úr Atlantic Review 3/2019 frá súkkluútleigara fyritøkuni Rent a bike, ið hjúnini Berit Unn Petersen og Bartal í Gongini eiga og reka.

Eitt av teimum 17 heimsmálunum hjá ST snýr seg um góða heilsu og vælveru, og at øll fólk í øllum aldri og í øllum londum skulu tryggjast eina góða heilsu. Ein sunnur og góður háttur at flyta seg, er at súkkla, og hóast fordómar mótvegis súkkling og gongd í Føroyum onkuntíð eru at hoyra, eru møguleikarnir hesum viðvíkjandi tó væl betri, enn tey flestu munnu hava gjørt sær far um.

Súkkling virkar fyri lættari flytføri, betri heilsu og reinari umhvørvi. Brekkur og vindur nýtast ikki at vera ein forðing, men tvørturímóti ein eyka vinningur fyri likam og sál. Hesa staðfesting byggi eg á egnar royndir sum dagligur súkklari í Havn til og frá arbeiði ígjøgnum eini 25 ár.

Landsverk sigur í Samferðsluætlanini, at Føroyar kunnu gerast til eitt serstakliga hugtakandi og dámligt land at ferðast í við súkklu. Gongu- og súkklugøtur eru eisini ein øðrvísi háttur hjá ferðafólki at uppliva Føroyar, og møguligt er at gera leiðirnar so langar, at heildagstúrar koma burturúr.

Tá ið eg byrjaði at súkkla til arbeiðis í 1990 árunum, vóru vit ikki mong sovorðin; mest sum bara Suni á Brunatryggingini, Oddvør í Havnar kirkju, Ole arkitekturin, Anna Sofía á Skúlanum á Trøðni, Turið á Landssjúkrahúsinum, Jógvan við hundi sínum og onkur hissini aftrat. Nú eru vit tíbetur vorðin rættiliga mong, ið súkkla.

Vit eiga at útbyggja eitt súkklukervi, har møguleikar verða skaptir at ferðast á annan hátt enn við brennievnisakfari, og súkklukervið eigur at vera ein partur av heildarmyndini og samanbundið við aðrar gøtur og leiðir, og eisini til Bygdaleiðir o.a. busssamband.

Øll stig at minka um bilatalið í landinum eiga at fremjast, og at betra um súkklu- og gonguleiðirnar er eitt stig á leiðini.

Hesum fari eg at arbeiða fyri, verði eg vald í Løgtingið.

 

Marin Katrina Frýdal, valevni fyri Tjóðveldi

Marin Katrina Frýdal

Deil hesa grein umvegis
468 ad