Lýsing

Var fíggjarlig heimild at leiga, umvæla og keypa asfaltverkið?

Hettar er in av spurningunum ið Beinta Løwe Jacobsen, vil hava svar uppá í § 52 a fyrispurningi settur Jørgen Niclasen, landsstýrismanni í fíggjarmálum

Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a

Fyrispurningur um asfaltsverkið á Sundi, settur landsstýrismanninum í fíggjarmálum, Jørgen Niclasen (at svara skrivliga eftir TS § 52a)

1. Hvussu nógv er samlaði kostnaðurin fyri asfaltverkið á Sundi, tað vil siga við leigu, umvælingum og keypi v.m.?

2. Var fíggjarlig heimild at leiga, umvæla og keypa asfaltverkið?

3. Ætlar landsstýrismaðurin at kanna málið nærri?

Viðmerkingar:

Landsgrannskoðanin og undanfarnu løgtingsgrannskoðarar hava gjørt vart við ymist í samband við, at Landsverk leigaði og seinni keypti asfaltverkið á Sundi. Seinni er komið fram í miðlunum, at verkið er í so ringum standi, at tað er latið aftur og ikki verður latið uppaftur. Tí hesin fyrispurningur til landsstýrismannin.

Á Løgtingi, 16. oktober 2019

Beinta Løwe Jacobsen

Beinta Løwe

Deil hesa grein umvegis
468 ad