Lýsing

Munnligur fyrispurningur um tiltøk at basa dálking við plasti, settur Helga Abrahamsen, landsstýrismanni í umhvørvismálum

  • Ætlar landsstýrismaðurin at seta í verk tiltøk at avmarka dálking við plasti, sum mælt er til í tilmæli frá Umhvørvisstovuni?
  • Um ja, hvørji av teimum 11 tilmælunum er ætlanin at fara undir fyrst og hvørji síðan?
  • Hvørji stig ætlar landsstýrismaðurin at taka fyri at styrkja samstarvið ímillum myndugleikar, vinnugreinar, áhugafeløg o.o., at fyribygja plastdálking av náttúruni?
  • Er ætlanin at fylgja samtyktini hjá ES um at minka um ávirkanina á umhvørvið av plastúrdráttum, sum øll norðurlond gjøgnum ES ella EBS verða bundin av?

 

Viðmerkingar

Neyðugt er at seta fleiri tiltøk í verk, skulu Føroyar minka um ovurnýtsluna av plasti, sum tíverri í stóran mun dálkar náttúruna bæði á sjógvi og landi. Í vár handaði Umhvørvisstovan táverandi landsstýriskvinnu í umhvørvismálum eitt tilmæli um ymiskt tiltøk, sum kunnu vera við til at avmarka plastdálkingina í náttúruni, og kunnu tryggja, at plast verður burturbeint á rættan hátt. Tilmælini vóru 11 í tali:

1: Víðka pantskipanina fyri einnýtisíløt úr plasti. 2: Økja endurnýtslu av plasti frá bæði vinnu og húsarhaldum. 3: Gera virkisætlanir fyri at økja endurnýtslu og minka dálking við plasti frá ídnaði, landbúnaði, fiskivinnu og ferðavinnu o.ø. 4: Upplýsing til borgaran um plast. 5: Minka nýtsluna av beriposum úr plasti. 6: Forboð fyri høglskálum úr plasti. 7: Banna ella avmarka nýtsluna av einnýtis borðbúnaði o.ø. úr plasti, eitt nú knívum, gaflum, skeiðum, tallerkum, súgvirørrum, vattpinnum og pinnum til ballónir. 8: Forboð fyri smyrsli o.ø., sum hava mikroplast í sær. 9: Kunngerð um graslíkisvøllir. 10: Stuðulsskipan til havnir/skip, ið taka ímóti burturkasti, sum er tikið upp úr sjónum. 11: Loysn á dálking við spreingileidningum.

Grannalond okkara seta eisini miðvís tiltøk í verk á hesum øki. Eitt nú áseta nýggjar ES-reglur, at einnýtisplast verður bannað frá 2021.

 

Á Løgtingi 18. novembur 2019

Bjørt Samuelsen

løgtingskvinna

Bjørt Samuelsen

Deil hesa grein umvegis
468 ad