Lýsing

Sirið spyr um broytingar í pensjónsskipanini

Á tingfundinum í dag, setir Sirið Stenberg munnligan fyrispurning til Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýrismann í almannamálum

Viðvíkjandi broytingum í pensjónsskipanini

 

Munnligur fyrispurningur til

 Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýrismann í almannamálum

 Viðvíkjandi broytingum í pensjónsskipanini

 

  1. Hvussu nógv kann ein fólkapensjonistur forvinna við síðuna av pensjónini við nýggja pensjónsuppskotinum, sammett við verandi skipan, áðrenn mótroknað verður ?
  2. Fara ætlaðu broytingarnar í pensjónsskipanini at økja um sosiala ójavnan millum fólkapensjónistar ?

 

Viðmerkingar:

Fyri framman er lagt upp til stórar broytingar í pensjónsskipanini. Uppskotini hava ikki verið til hoyringar og trupult er at meta um, hvørja ávirkan uppskotini hava á fleiri mótum. Við hesum spurningum er ætlanin at fáa greiðu á, um broytingarnar fara at økja um sosiala ójavnan. Og at fáa lýst, hvussu nógv folkapensjonistar frameftir kunnu forvinna, uttan at verða mótroknað, sammett við verandi skipan.

 

Á Løgtingi,  20. november 2019

Sirið Stenberg

 

Sirið Stenberg

Deil hesa grein umvegis
468 ad