Lýsing

Verður nøkur serskipan í eldrarøktini fyri Suðuroynna?

Hettar vil Sirið stenberg hava at vita frá Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinnu í almannamálum á tingfundinum í dag

 

Munnligur fyrispurningur til Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýrismann í almannamálum

viðvíkjandi eldrarøktini í Suðuroynni

 

  1. Ætlar landsstýrismaðurin at gera nakra serskipan fyri Suðuroynna, líknandi tí sum er gjørd fyri Sandoynna soleiðis, at økið fær størri fígging at røkja tænastuna til borgararnar á nøktandi hátt ?
  2. Ella hevur landsstýrismaðurin aðra ítøkiliga ætlan at hjálpa Bú- og heimatænastuni í Suðuroynni ?
  3. Hvørja støðu hevur landsstýrismaðurin til, at stýrið fyri Bú- og heimatænastuna í Suðuroynni hevur víst á, at tey ikki megna at røkja sínar skyldur á eldraøkinum ?

 

Viðmerkingar:
Í longri tíð hevur Bú- og heimatænastan í Suðuroynni víst á, at tey ikki megna at røkja sínar skyldur á eldraøkinum við tí afturbering, sum økið fær frá landinum. Kommunurnar eru millum tær, sum hava lægst inntøkur, og fleiri av teimum hava víst á, at tær ikki megna at rinda meira, enn afturberingin frá landinum er. Tìskil fáa borgarar í økinum ikki nøktandi tænastu í dag.

Skulu vit ikki koma heilt av leið við A og B borgarum og stórum ójavna millum økini í landinum, mugu munagóð átøk gerast fyri Suðuroynna. Tí hesir spurningar til landsstýrismannin fyri at fáa greiðu, á hvussu hon hugsar sær eina loysn á málinum.

 

Á Løgtingi,  20. november 2019

Sirið Stenberg

 

Sirið Stenberg

Deil hesa grein umvegis
468 ad