Lógir fyri Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag.
Samtykt á felagsfundi hin 17. januar 1957 og broytt á aðalfundi hin 12. februar 1968, 15. mars 1977, 18. februar 1991, 24. februar 1997, 15. mars 2014 og 20. Mai 2015.
1. grein
Suðurstreymoyar Tjóðveldsifelag er felag teirra í Suðurstreymoyar valdømi, sum fylkjast um tjóðveldisstevnuna, soleiðis sum hon kom til sjóndar á fólkaatkvøðuni hin 14. september 1946, og sum hon er skrásett í stevnu tjóðveldisfloksins. Felagið hevur sæti í Tórshavn.
2. grein
Limur kann hvør tann gerast, ið samtykkir tær í grein 1 nevndu treytir og ikki er limur í øðrum politiskum flokki.
Rætt til álitisstarv og atkvøðurætt í felagsmálum hevur hvør limur, sum hevur fylt 18 ár og hevur verið limur í felagnum í minsta lagi ein mánað.
3. grein
Endamál felagsins verður at reka politiskt starv samsvarandi teirri í grein 1 nevndu stevnu, at styrkja og stimbra samanhaldið millum tjóðveldisfólk, at reika fyri politiskum fundum, men eisini, so ofta sum ber til, at taka týðandi mál, sum eru uppi í samfelagnum, til kjak. Tey, sum felagnum stjórna, eiga rætt til at stíla fyri við felagsarbeiðinum, sum tey halda best gagnar felagnum. Tó má virki felagsins ongantíð ganga ímóti teimum í grein 1 nevndu treytum.
4. grein
Aðalfundurin ásetur limagjaldið. Tann limur, ið er í eftirstøðu, missir tey rættindi í felagnum, sum nevnd eru í 2. grein, 2. petti.
5. grein
Hægsti myndugleiki felagsins er aðalfundurin, ið skal vera hildin á hvørjum ári fyri floksting Tjóðveldisfloksins.
Eykaaðalfundur kann verða hildin, tá formaður/forkvinna ella meirilutin í nevnd felagsins heldur tað vera neyðugt, og skal haldast, tá í minsta lagi 10 felagslimir skrivliga seta fram uppskot um dagsskrá til slíkan fund.
Aðalfundur skal lýsast skrivliga við minst 8 daga freist. Til eykaaðalfundir skal lýsast tríggjar dagar frammanundan.
Á aðalfundinum gevur forkvinnan/-maðurin frágreiðing um virki felagsins í farna ári og leggur fram uppskot til arbeiðsskrá fyri komandi ár; grannskoðaður roknskapur verður lagdur fram til góðkenningar, og nevnd verður vald. Nevndarlimir verða valdir fyri 2 ár. Makaár verða tveir nevndarlimir valdir og stakár verða Forkvinna/-maður og tveir nevndarlimir valdir.
Aðalfundurin velur 8 umboð til flokstingið, 1 lim og 1 varalim til aðalstjórnina.
Harumframt verður støða tikin til onnur mál, ið eru sett á dagsskrá.
6. grein
Stjórn felagsins er 5-manna nevnd við forkvinnu/-manni, næstforkvinnu/-manni, kassameistara og skrivara.
Forkvinnan/-maðurin, ið ikki kann vera tingfólk, landsstýrisfólk ella kommunustýrislimur, verður valdur beinleiðis av aðalfundinum; annars skipar nevndin seg sjálv. Harumframt verða valdir tveir eykalimir og tveir grannskoðarar.
Nevndin er viðtøkufør, tá meira enn helmingurin av nevndarlimunum er á fundi.
Avgerð verður tikin við atkvøðumeiriluta. Um atkvøðurnar standa á jøvnum, ræður atkvøða formansins. Í løgfrøðiligum málum skal forkvinnan/-maðurin undirrita saman við minst tveimum nevndarlimum.
Skrivarin førir nevndar- og fundargerðabók, ið verður lisin upp og góðkend á næsta fundi.
7. grein
Felagið eigur at hava í minsta lagi 4 fundir árliga, men annars kann nevndin boða til fundar, tá hon heldur tørv vera á tí.
8. grein
Í felagsmálum hevur meirlutin ræði. Lógir felagsins kunnu tó bert broytast á
aðalfundi, um 2/3 av møttum limum atkvøða fyri tí. Uppskot til lógarbroyting skal vera nevndini í hendi í seinasta lagi á Trettanda og skal sendast limunum saman við boðum um aðalfundin. Um samtykt á flokstingið tjóðveldisfloksins ger broytingar neyðugar, skulu hesar fremjast á fyrst-komandi aðalfundi.
9. grein
Til hvørt val (løgtings-, fólkatings- og kommunuval) skal felagið seta fram valevni, ið, skulu vera ímillum felagslimirnar, men árðenn endaliga uppstillingin fer fram, skal hetta mál hava verið til umrøðu á minst tveimum fundum. Á hvørjum atkvøðuseðli skulu vera eins nógv nøvn og talið á valevnum, ið uppstillast skulu.
Uppskot til valevni skulu setast fram á 1. og 2. uppstillingarfundi.
Annar uppstillingarfundur endar við, at fundurin góðkennir hvørt valevni sær. Fyri at verða góðkent valevni, krevst vanligur meiriluti.
Felagslimur kann ikki vera stillari ella lata seg stilla upp á øðrum lista enn floksins.
Atkvøðurætt til slíkar uppstillingar hava einans tey, ið valrætt hava til viðkomandi val.
10. grein
Val av álitisfólkum felagsins fer fram við atkvøðuseðlum. Har lógin ikki fyrisetur
skrivlilga atkvøðugreiðslu, kann fundurin avgera atkvøðu- og uppstillingarháttin.
11. grein
Sigur limur seg úr felagnum, skal hetta gerast skrivliga til nevndina, og verður hann síðani strikaður. Arbeiðir limur móti felagsins lógum og stevnu, skal hann sigast burtur úr felagnum, um meirlutin í eini 5-mannanevnd, vald á felagsfundi hvørja ferð slíkur spurningur er frammi, atkvøður fyri tí. Henda nevnd skal gjølla granska, um limur er sekur, og í slíkum føri skal limurin frá felagsnevndini skrivliga fáa at vita, at hann er sagdur burtur úr felagnum. Limurin kann appelera til aðalstjórnina.