Lýsing

Lógir – NOYT

Lógir fyri Norðoya Tjóðveldisfelag

§ 1 

Navn felagsins er Norðoya Tjóðveldisfelag. 

§ 2 

Norðoya Tjóðveldisfelag er felag teirra í Norðoyggjunum, sum fylkjast um tjóðveldisstevnuna, soleiðis sum hon kom fram til sjóndar á fólkaatkvøðuni hin 14. september 1946, og sum hon er skrásett í stevnu Tjóðveldisfloksins. Felagið hevur sæti í Klaksvík. 

§ 3 

Limur kann hvør gerast, ið hevur fylt 15 ár og samtykir tær í § 2 nevndu treytir, og sum ikki er limur í øðrum flokki. 

Atkvøðurætt hevur í felagsmálum hvør limur. 

Um limur ynskir at siga seg úr felagnum, skal hetta gerast skrivliga til nevndina, og viðkomandi verður síðan strikaður. 

Arbeiðir ein limur móti felagnum og tess endamálum, kann ein aðalfundur gera av við vanligum meiriluta, at viðkomandi skal strikast sum limur í felagnum. Limurin kann kæra avgerðina til aðalstjórn floksins. 

Hevur ein limur ikki goldið limagjald í trý fylgjandi ár, missir hann rættindi í felagnum. 

§ 4 

Endamál felagsins er at reka politiskt starv samsvarandi teirri í § 2 nevndu stevnu, at styrkja og stimbra samanhaldið millum tjóðveldisfólk í Norðoyum, at reika fyri politiskum fundum, men eisini, so ofta sum til ber, at taka onnur týðandi mál, ið uppi eru í samfelagnum, til viðgerðar. Teir, ið felagið stjórna, eiga rætt at stíla so fyri felagsarbeiðinum, sum teir halda besta gagna tí. Tó má arbeiðið ongantíð ganga ímóti teimum í § 2 nevndu treytum. 

§ 5 

Nevndin telur fimm limir, sum verða valdir á aðalfundi felagsins. Hvør limur verður valdur fyri tvey ár. Annaðhvørt ár verða tveir limir valdir, og annaðhvørt ár verða tríggir limir valdir í nevndina. 

Nevndin skipar seg sjálva við formanni, næstformanni, skrivara og kassameistara. Formaðurin/-kvinnan kann ikki sita á tingi, í landsstýri ella í bý-/bygdaráði. 

Hvørt ár velur aðalfundurin tveir tiltakslimir, galdandi fyri eitt ár. 

§ 6 

Aðalfundurin ásetir limagjaldið. 

§ 7 

Aðalfundurin er hægsti myndugleiki felagsins og verður hildin hvørt ár í februar ella mars mánaði. 

Aðalfundurin skal lýsast alment við minst átta daga freist. 

Skrá fyri aðalfundin: 

1. Formaðurin leggur fram frágreiðing um virki felagsins í farna ári og leggur fram uppskot til arbeiðsskrá fyri komandi ár.
2. Kassameistarin leggur fram roknskapin til góðkenningar.
3. Áseta limagjald.
4. Val av nevndarlimum og tiltakslimum.
5. Val av umboði og eykaumboði til aðalstjórn floksins.
6. Val av grannskoðarum.
7. Val av fýra umboðum og fýra eykaumboðum til flokstingið.
8. Mál til viðgerðar.
9. Ymiskt. 

Vanlig uppskot kunnu samtykkjast við vanligum meiriluta millum teir møttu limirnar á aðalfundinum. Uppskot um lógarbroytingar krevja minst 2/3 meiriluta. Tó kunnu lógargreinirnar 2 og 4 ikki broytast. 

§ 8 

Eykaaðalfundur kann verða hildin, tá ið formaðurin ella ein meiriluti í nevndini heldur tað vera neyðugt. Eykaaðalfundur skal haldast, tá ið í minsta lagi 10 limir í felagnum seta fram krav um hetta. Eykaaðalfundurin skal lýsast eftir somu treytum sum aðalfundurin. 

§ 9 

Felagið eigur at hava í minsta lagi fýra fundir árliga, men heldur nevndin, tørvur er á tí, kann hon boða til fundar. Tá ið í minsta lagi 15 felagslimir ynskja tað, skal nevndin gera fundarboð. Til tílíkar fundir og aðrar, sum nevndin stevnir til, skal lýsast 3 dagar frammanundan. 

§ 10 

Til løgtingsval stillar felagið upp valevni, sum lúka treytir floksins um javnstøðu. Valevni skulu vera limir í felagnum. Áðrenn hin endaliga uppstillingin fer fram, skal hetta málið hava verið til umrøðu á minst tveimum fundum. Á hvørjum atkvøðuseðli skulu vera eins nógv nøvn og tal á valevnum, ið uppstillast skulu. Atkvøðurætt til slíkar uppstillingar hava tey, ið hava valrætt til komandi val. Endaligi valevnalistin verður samtyktur á einum triðja uppstillingarfundi. 

§ 11 

Til býráðs- og bygdaráðsval kann felagið stilla upp valevni. Uppstillingin verður viðgjørd á minst tveimum fundum. Á triðja, endaliga uppstillingarfundi, verður endaligi valevnalistin samtyktur. 

§ 12 

Felagið kann ikki avtakast, uttan at hetta er viðtikið á einum aðalfundi og einum eykaaðalfundi, sum skal verða 14 dagar eftir at aðalfundurin hevur samtykt, at felagið skal avtakast. 

Fráboðan um at avtaka felagið skal sendast øllum limum minst 14 dagar frammanundan at avtøkufundurin skal verða. 

Á báðum fundum skulu minst 2/3 av uppmøttum limum atkvøða fyri. 

Verður felagið avtikið fella ognir felagsins til flokkin at varðveita til annað felag við sama endamáli aftur verður stovnað í Norðoyggjum. 

Broytt á eykaaðalfundi í Klaksvík, 14. september 2017