Lýsing

Lógir – NOST

Lógir fyri Norðurstreymoyar Tjóðveldisfelag

Stovnað á aðalfundi í Kollafirði 11. august 1966

Grein 1
Navn og heimstaður

Navn felagsins er Norðurstreymoyar Tjóðveldisfelag. Felagið hevur heimstað í Norðurstreymoy.

Grein 2
Stevna

Norðurstreymoyar Tjóðveldisfelag er valdømisfelag teirra í Norðurstreymoy, sum fylkjast um Tjóðveldisflokkin og tjóðveldishugsjónina, sum hon kom til sjóndar á fólkaatkvøðuni hin 14. september 1946, og sum hon er skrásett í stevnu Tjóðveldisfloksins.

Grein 3
Endamál

1. Endamál felagsins er saman við hinum valdømisfeløgunum og floksleiðsluni at savna fólk um tjóðveldishugsjónina og vinna henni frama í fólkinum.

2. At reka alment politiskt og mentanarligt upplýsingarvirksemi.

3. At finna fram tey mál, ið hava serstakan áhuga fyri fólkið í valdøminum og bera tey fram á flokstingi.

4. At senda tingmanning floksins áheitanir um fremjan av málum, ið streingja á í valdøminum.

5. At finna fram hóskandi valevni og stillarar til løgtingsvalini, at skipa fyri uppstillingarfundum og fyrireika limir til politisk álitisstørv floksins.

6. Styrkja og stimbra samskiftið millum tjóðveldisfólk.

Grein 4
Limir

1. Limur kann hvør tann gerast, sum tekur undir við stevnu Tjóðveldisfloksins, og sum ikki er limur í øðrum politiskum flokki.

2. Rætt til álitisstarv og atkvøðurætt hevur hvør limur, sum hevur fylt 18 ár, og hevur verið limur í minsta lagi í 5 vikur.

3. Valdømisfelagið kann útihýsa limi úr valdømisfelagnum, um limur eftir felagsins áskoðan í avgerandi mun arbeiðir ímóti viðtøkum, politikki ella virki felagsins.

4. Avgerðin verður tikin á regluligum aðalfundi ella eykaaðalfundi. Limur kann bert útihýsast, um í minsta lagi 2/3 av teimum møttu á aðalfundi ella eykaaðalfundi hjá valdømisfelagnum atkvøða fyri.

5. Útihýsing skal altíð vera greitt tilskilað í endaligu fundarskránni.

Grein 5
Limagjald

1. Aðalfundurin ásetur limagjaldið.

2. Limur, sum er í eftirstøðu, missir sín atkvøðurætt.

3. Eftirstøða er, um limur ikki hevur goldið í 2 ár.

Grein 6
Aðalfundur og eykaaðalfundur

1. Hægsti myndugleiki felagsins er aðalfundurin, ið hildin verður á hvørjum ári fyri floksting Tjóðveldisfloksins.

2. Aðalfundurin skal lýsast skrivliga við minst 14 daga freist.

3. Mál til aðalfundin skal lýsast skrivliga í seinasta lagi 7 dagar fyri fundin.

4. Aðalfundurin skal haldast við hesi skrá:

      1. Val av fundarstjóra og fundarskrivara.
      2. Formansfrágreiðing.
      3. Grannskoðaður roknskapur verður lagdur fram til góðkenningar.
      4. Áseting av limagjaldi.
      5. Val av nevnd, sum skipar seg við formanni, næstformanni, skrivara og kassameistara. Formaðurin er aðalstjórnarlimur og nevndin velur varaaðalstjórnarlim fyri formannin.
      6. Val av grannskoðara og varagrannskoðara.
      7. Val av umboðum og varaumboðum til flokstingið.
      8. Innkomin mál.
      9. Ymiskt.

5. Atkvøðugreiðsla er við vanligum meiriluta.

6. Eykaaðalfundurin kann verða hildin, tá ið formaðurin ella meirilutin í nevnd felagsins heldur tað vera neyðugt, og skal haldast, tá ið í minsta lagi 15 felagslimir skrivliga seta fram uppskot um dagsskrá til slíkan fund.

7. Eykaaðalfundur skal lýsast við minst 3 daga freist.

Grein 7
Nevnd

1. Nevnd felagsins er mannað við 5-8 limum við formanni, næstformanni, kassameistara og skrivara.

2. Nevndin er viðtøkufør, tá ið meira enn helmingurin av nevndarlimunum eru á fundi. Avgerð verður tikin við atkvøðugreiðslu. Um atkvøðurnar standa á jøvnum, ræður atkvøða formansins.

3. Í løgfrøðiligum málum og í sambandi við keyp ella sølu av føstum ognum og í sambandi við keyp av leysafæ og lántøku størri enn fimm túsund krónur, undirritar formaðurin saman við minst tveimum nevndarlimum.

4. Skrivarin førir nevndar- og fundargerðabók, ið verður lisin upp, góðkend og undirskrivað á sama ella næsta nevndarfundi.

Grein 8
Virksemi nevndarinnar

1. Nevndin skal skapa eitt virkið felag í tráð við lógir felagsins.

2. Nevndin skal skipa fyri limafundum runt um í valdøminum, í tann mun tað letur seg gera. Harafturat eigur nevndin at skipa fyri ymsum øðrum tiltøkum, ið eru í tráð við grein 3.

3. Um 15 felagslimir skrivliga seta fram ynski um limafund, skal nevndin innkalla til limafund eftir teirri skrá og dagfesting, ið biðið verður um.

Grein 9
Uppstilling til val

1. Undan hvørjum vali kallar nevndin til 3 uppstillingarfundir.

2. Til hvørt val skal felagið seta fram valevni, ið skulu vera limir í einum tjóðveldisfelag, og skal viðkomandi hava verið limur í einum tjóðveldisfelag í minsta lagi 5 vikur undan vali.

3. Treytin fyri at skjóta valevni upp á uppstillingarfundi er tann, at viðkomandi frammanundan hevur váttað at lata seg stilla upp fyri flokkin.

4. Eru fleiri uppskot til valevni enn vallógin loyvir, fer atkvøðugreiðsla fram, har hvør limur hevur 4 atkvøður. T.v.s. hann kann velja 4 ymisk nøvn.

Grein 10
At melda seg úr felagnum

Sigur limur seg úr felagnum, skal hetta gerast skrivliga til nevndina.

Grein 11
Lógarbroyting

1. Lógir felagsins kunnu bert broytast á aðalfundi ella eykaaðalfundi, um 2/3 av møttu limunum atkvøða fyri.

2. Uppskot til lógarbroyting skal vera nevndini í hendi í seinasta lagi á gomlu trettandu.

3. Tó kunnu grein 1, 2, 3 og 4 ikki broytast uttan í samráð við floksleiðsluna.

4. Um samtyktir á flokstingi Tjóðveldisfloksins gera broytingar í viðtøkum felagsins neyðugar, sær nevndin til, at tær verða settar á dagsskrá til fyrst komandi aðalfund.

Grein 12
Gildiskoma

Hesar lógarbroytingar soleiðis samtyktar á ársaðalfundi hin 10. mars 2007 í Kollafirði, og avloysa tær gomlu lógir felagsins frá 11. august 1966.