Okkara valskrá er kjølfest í framburði og samanhaldi. Vit vilja tryggja eitt virkið og trygt nærumhvørvi í bý og bygd. Kommunan er til fyri borgaran, og saman vilja vit skapa karmar, har øll kunnu trívast.
Vit ynskja at bøta um grundleggjandi vælferðartænastur, økja um vinnumøguleikar, raðfesta náttúru og skapa góð frítíðartilboð til ung sum gomul.
Við at økja um útboðið av góðum og fjøltáttaðum bústøðum, verða seglini sett fyri at loysa bústaðartrupulleikan í kommununi
Saman taka vit fetini ímóti einum betri gerandisdegi fyri okkum øll.
Uppstillingin hjá Tjóðveldi í Tórshavnar kommunu
Átta menn og átta kvinnur eru á listanum hjá Tjóðveldi til kommunuvalið í Tórshavnar kommunu. Talan er um eitt breitt úrval av fólki, tá tað snýr seg um aldur, áhugamál og onnur viðurskifti.
Av teimum, ið umboða Tjóðveldi í býráðnum í løtuni, er tað bert Elsa Berg, ið stillar upp aftur. Men onnur kend andlit úr býráðspolitikki eru við.
Hildur Eyðunsdóttir umboðaði Tjóðveldi í Tórshavnar býráð árini 2000-2008. Somuleiðis eru Jón Kragesteen og Gunnar Djurhuus við, sum hava verið í býráðnum fleiri ferðir seinastu fýra árini sum eykavaldir.
Kend andlit eru eisini úr landspolitikki, eitt nú Liljan Weihe, ið umboðar Tjóðveldi á løgtingi, og Annita á Fríðriksmørk, ið somuleiðis hevur umboðað flokkin í nógv ár á løgtingi.
Listin:
Anja Weyhe
Annita á Fríðriksmørk
Bergdís Ester Gísladóttir Jensen
Brandur í Dali
Elsa Berg
Gunnar Djurhuus
Heidi Lava Elgeirsdóttir
Hildur Eyðunsdóttir
Jan Klein Olsen
Jón Kragesteen
Liljan Weihe
Mads Andrias Winther
Mourits Joensen
Ottar í Funningsstovu
Ólavur Jóannesarson Hansen
Rannvá Jakobsen