Stevnumið
Um stevnumiðini hjá Tjóðveldi
Tjóðveldishugsjónin og tjóðveldismálini skulu útinnast støðugt á teimum ymsu mótunum í samfelagnum:
Í stjórnmálum, landspolitikki og altjóða samstarvi. Í kommunalum og lokalum arbeiði. Í fakfeløgum, vinnufeløgum, áhugafeløgum og felagsskapum. Í mentanararbeiði, í orðaskifti og í gerandislívinum sum heild.
Stevnan hjá flokkinum er hugsjónarliga grundarlagið og høvuðsmálini, ið ikki verða broytt. Stevnumiðini eru ítøkiligi politikkurin, sum skal fremja stevnuna og málini í verki í dagsins samfelag.
Stevnumiðini verða tí dagførd og endurskoðað við jøvnum millumbilum. Ein røð av fólki og bólkum hava sambært samtykt á flokstingi í Tórshavn 2013 arbeitt við at orða og viðgera stevnumiðini. Síðan hevur uppskot verið viðgjørt á eykaflokstingi í Haraldssundi í november 2013, og aðalstjórnin í flokkinum hevur valt eina ritstjórn.
Eftir framløgu á flokstingi í Sandavági 28. og 29. mars 2014 hevur uppskotið verið sent øllum økisfeløgum floksins. Allir partar í flokkinum og øll tjóðveldisáhugað hava havt møguleika viðgera og viðmerkja uppskotið. Á eykaflokstingi 10. mai 2014 vórðu viðmerkingar, broytingaruppskot og uppískoyti frá feløgum og tjóðveldisáhugaðum samtykt og viðmerkt til hesa endaligu útgávuna.
Stevnumiðini verða sett upp í 11 partar:
- Tjóðveldishugsjónin
- Frælsar Føroyar – frælst fólk
- Varandi virðir í sjálvberandi búskapi
- Fjøltáttað og nýskapandi vinnulív
- Somu rættindi – somu møguleikar
- Ein lærandi og vitandi tjóð
- Skapandi mentan og list
- Burðardyggar Føroyar
- Størri og samanbundnar Føroyar
- Altjóða miðdepil í Norðuratlantshavi
- Vit byggja land