Okkara rættindi sum tjóð • Altjóða fólkarættur • Skipað loysing • Sjálvberandi búskapur • Grundlóg Føroya • Rættartrygd, lógir og almenn fyrisiting • Dómstólar • Kommunur
Okkara rættindi sum tjóð
Føroyingar eru tjóð við sjálvsavgerðarrætti, og vit lúka allar tær søguligu, politisku, mentanarligu og búskaparligu fortreytirnar fyri at skipa okkum sum sjálvstøðugt land og frælsa tjóð í heiminum. Føroyska tjóðin hevur ongantíð givið sín sjálvsavgerðarrætt frá sær ella samtykt at lata vald ella ognarrætt til nakra aðra tjóð ella vald. Tvørturímóti. Bara einaferð er føroyska tjóðin spurd á fólkaatkvøðu – 14. september í 1946 – har roynt varð at trýsta fólkið til at geva frá sær okkara rættindi. Men føroyingar valdu loysing og frælsi.
Tær lógir og tær skipanir, ið hava verið settar í verk í Føroyum um okkara ríkisrættarligu støðu, okkara tjóðarrættindi og sjálvsavgerðarrætt, hevur fólkið ikki samtykt, og tær hava tí onki fólkaræðisligt gildi.
Altjóða fólkarættur
Í grundarlagnum at skipa Føroyar frælsar byggir Tjóðveldi á stovningarsáttmálan hjá Sameindu Tjóðum (ST) og á ST-sáttmálarnar um borgarlig og stjórnmálalig rættindi og um búskapar-, samfelags- og mentanarrættindi. Har verður m.a. staðfest, at:
- Allar tjóðir hava sjálvsavgerðarrætt. Við heimild í hesum rætti hava tær frítt at taka avgerð um stjórnarrættarligu støðu sína og frælst at fremja búskapar-, samfelags- og mentanarmenning sína.
- Allar tjóðir kunnu til sítt egið gagn frælst ráða yvir náttúruríkidømi sínum og tilfeingi, skerjir tað ikki skyldur bundnar í millumtjóða búskaparsamvinnu. Á ongum sinni kunnu verða tikin frá eini tjóð ráðini at bjarga sær sjálvari.
- Tey ríki, sum eiga lut í hesum semingi, teirra millum tey, sum hava ábyrgd av at sita fyri umveldum, ið ikki ráða sær sjálvum, og tilsjónarumveldum, skulu stuðla til at fremja sjálvsavgerðarrættin.
Øll Norðurlond hava undirritað hesar sáttmálar. Tjóðveldi virkar í norðurlendskum samstarvi fyri, at Norðurlond viðurkenna og stuðla frælsisrættindunum hjá føroyingum og øllum teimum norðurlendsku tjóðunum, ið ikki hava útint sín sjálvsavgerðarrætt.
Skipað loysing og tjóðfundarleiðin
Tjóðveldi leggur dent á eina skipaða loysing. Allar fyrireikingar og samráðingar um ítøkilig mál eru framdar til tess at fremja eina væl skipaða loysing í Føroyum, sum verður kjølfest í fólkaatkvøðum um tilgongdina og leiðina.
Tjóðveldi vil skipa tilgongdina soleiðis
1. Grundlóg Føroya verður løgd til almenna viðgerð og til fólkaatvøðu. Hetta verður gjørt eftir tjóðfundarleiðini:
Tjóðfundarleiðin
- Eitt ávíst tal av fólki (30-50 tilsamans) úr øllum økjum í landinum verða vald á beinleiðis vali til at vera umboð á tjóðfundinum fyri ymsu økini.
- Tjóðfundurin hevur almennar fundir í øllum pørtum av landinum, har øll kunnu siga sína hugsan og fáa ávirkan.
- Tjóðfundurin ger endaligt uppskot til grundlóg, sum síðan verður lagt til bindandi fólkaatkvøðu.
2. Heildarveitingin úr Danmark verður sett í Búskapargrunn Føroya, og umvegis grunnin verður hon stigvíst minkað burtur.
3. Uttanríkismál, verjumál, útlendingamál, loftferðslumál, persóns- og familjurættarmál verða skipað undir føroyskum ræði, og føroysk lestrarstuðulsskipan til øll føroysk lesandi verður sett í verk.
4. Løgregla, rættarskipan, gjaldoyramál, peningamál, fíggingarvirksemi og ríkisborgararættindi verða skipað undir føroyskum ræði.
5. Samráðingar verða framdar við donsku stjórnina um framtíðar samstarv millum tvær javnsettar tjóðir sambært altjóða fólkarætti. Fráboðan til altjóða samfelagið um, at Føroyar verða skipaðar sum sjálvstøðug tjóð, verður løgd til fólkaatkvøðu í Føroyum.
Sjálvberandi búskapur
Tjóðveldi hevur lagt fram væl grundað og fíggjarliga kjølfest uppskot til miðvíst at gera okkum leys av veitingunum uttanífrá og at skipa ein sjálvberandi búskap.
Hetta kann fremjast við eini skiftisskipan, har inntøkuvøkstur landsins og minkingin av donsku ríkisveitingini verða knýtt saman. So hvørt inntøkur landsins vaksa, fara 50% av inntøkuvøkstrinum til at minka ríkisveitingina á fíggjarlógini, meðan 50% av inntøkuvøkstrinum fara inn á fíggjarlógina. Hetta verður gjørt umvegis Búskapargrunn Føroya. Við hesum leisti verður landsins fíggjarlóg óheft av donsku ríkisveitingini eftir 6-8 árum.
Grundlóg Føroya
Føroyska fólkið hevur evsta valdið í Føroyum. Grundarlagið undir fólkaræðinum verður skjalfest í egnari grundlóg. Í Grundlógini verða frælsisrættindini, mannarættindini og javnrættindini hjá tjóðini og hjá hvørjum einstøkum samfelagsborgara lógarfest.
Grundlógin skal m.a.:
- Tryggja øllum íbúgvum landsins javnbjóðis rættindi og skyldur, persónligt frælsi, sosial rættindi, rætt til útbúgving, arbeiði og rættartrygd.
- Tryggja eitt greitt valdsbýti, og at allir valdsstovnar landsins verða lagdir undir fólksins ræði og ábyrgd.
- Áseta minnilutaverju í bæði parlamentarisku skipanini og fyri samfelagsbólkar.
- Áseta reglur og skyldur um vernd av landsins tilfeingi, og at tilfeingið er fólksins ogn, áseta rættindi til innløgu, umhvørvisvernd og verju fyri, at fólkaræðið ikki kann missast, og áseta kommunalt sjálvræði, alment gjøgnumskygni og verju av fíggjarliga fæi landsins.
- Tryggja, at øll fólksins umboð hava rættarliga ábyrgd og standa til svars fyri sínum avgerðum.
- Áseta, at fólksins vald verður styrkt við beinleiðis fólkaræði, har ávist tal av veljarum við undirskriftum kann krevja mál viðgjørt og gjørt av á tingi. Ella kann krevja mál lagt beinleiðis til fólkaatkvøðu.
Rættartrygd, lógir og almenn fyrisiting
Til tess at skipa eitt livandi fólkaræði við frælsi og rættindum hjá øllum krevst av føroyskum myndugleikum, at teir standa til svars mótvegis fólkinum og føroysku grundlógini og útinna fólkaræði í verki í øllum sínum avgerðum.
Tjóðveldi vil
- Færri lógir, har dentur verður lagdur á yvirskipaðar lógir um rættindi og skyldur á ymsu samfelagssøkjunum og ikki á smálutastýring.
- Lógarverkið skal endurskoðast til tess at skapa føroyskan lóggávusið, ið leggur dent á endamálsorðingar í lógunum, at tær verða gjørdar til tørvin og fortreytirnar í føroyska samfelagnum, at tær verða einfaldar at umsita, og at tær verða orðaðar til almenningin.
- Mótvegis fyrisitingini skal ein grannskoðaraskipan setast í verk, ið skal tryggja, at lógir, sáttmálar og uppskot veruliga verða framd og útint sambært samtyktum.
- Opinleiki og víðfevnt alment innlit skal tryggjast í fyrisitingini og avgerðir hjá dómsvaldi.
- Almenni bygnaðurin skal endurskoðast, gerast einfaldur og lagast til føroyskar fortreytir og viðurskifti.
- Sakkunnleiki og tænastur skulu savnast og virka saman í tvørgangandi uppgávum – eitt nú fíggjar- og roknskaparstýring, løgfrøðitænasta, journalskipanir, kæruviðgerð o.a.
- Rætturin og skyldan hjá starvsfólki at gera vart við óreglusemi í fyrisitingini verður ásettur við lóg.
- Føroysk løgfrøði- og fyrisitingarútbúgving verður skipað á hægsta stigi.
- Allar avgerðir í umsitingini og øll umsiting av almennum peningi skal verða lætt atkomulig hjá almenninginum at kunna seg við. Skylda er hjá myndugleikunum at kunna um avgerðargrundarlag, kærumøguleikar o.a.
- Hoyringsrættur og alment orðaskifti um lóggávu og rættarskapandi avgerðir skulu vera regla.
- Løgtingsins umboðsmaður verður grundlógarfestur sum fólksins umboðsmaður og fær neyðugar umstøður at útinna sín leiklut.
Dómstólar
Føroyar verða skipaðar við dømandi valdi, sum minst er í tveimum stigum. Sambært altjóða sáttmálabindingum hava íbúgvar landsins eisini atgongd til altjóða dómstólar og kærumøguleikar.
Føroyska rættarskipanin verður javnan eftirmett, har heitt verður á altjóða stovnar um at meta um rættartrygd og mannagongdir.
Kommunur
Tjóðveldi leggur dent á kommunala sjálvræðið sum týðandi tátt í fólkaræðinum. Landið skal skipast í størri kommunalar eindir ella samstørv, sum hava møguleika at mennast í rímiligari javnvág og kunnu bjóða tænastur á sama stigi til borgararnar.
Skattaskipanin verður endurskoðað soleiðis, at ein stigvaksandi skattaskipan og útjavningarskipan kann galda fyri allar borgarar og geva møguleika hjá kommunum at átaka sær størri uppgávur.
Eftir somu treytum sum til løgtingsval skulu lesandi útisetar hava atkvøðurætt til kommunuval.