Búskapar- og fíggjarpolitikkur • Búskapargrunnur Føroya • Skatta- og avgjaldspolitikkur • Tilfeingis-, vinnu- og samferðslugjøld
Høvuðsmálið í búskapar- og fíggjarpolitikkinum hjá Tjóðveldi er sjálvbjargni fyri bæði land og fólk og at fremja javnbjóðis møguleikar hjá øllum fólkinum í landinum at skapa varandi virðir, vælferð og trygd undir sínum lívi og dreymum. Sum menniskju og sum tjóð skulu vit kunna virka sjálvbjargin og fræls við ábyrgd í samfelagnum og í heiminum. Í felag hava vit ábyrgdina av at tryggja møguleikarnar hjá øllum – bæði verandi og komandi ættarliðum – til at skapa og gagnnýta virðini og tilfeingið í samfelagnum og støðugt lata samfelagið í betri standi til eftirkomarar okkara.
Tess fleiri fólk kunnu skapa, virka og liva við somu møguleikum og skyldum, tess ríkari og fjølbroyttari verða samfelagið og búskapurin. Búskapur og búskaparvøkstur, sum byggja á stættarmun, ovurnýtslu, ovurtroyting av tilfeingi, fíggjarliga spekulasjón, veitingar uttanífrá og á, at virðini verða savnað á fáum hondum, skapar bert ójavna, afturvendandi kreppur og ger øll fátækari.
Búskapurin og búskaparvøkstur skulu grundast á varandi virði og veruliga virðisskapan, tvs. tilfeingi, framleiðslu, tænastur, skapan og arbeiði hjá fólkinum í landinum, og búskapurin er óheftur av fíggjarligari veiting úr útlondum.
Búskapar- og fíggjarpolitikkur
Búskapar- og fíggjarpolitikkurin skal tryggja ein sjálvberandi búskap, ið byggir á samhaldsfesti, javnbjóðis møguleikar og burðardygga umsiting av tilfeinginum til frama fyri verandi og komandi ættarlið. Búskapar- og fíggjarpolitikkurin skal virka konjunkturjavnandi og stuðla upp undir burðardyggan vøkstur.
Tjóðbanki Føroya, Búskapargrunnur Føroya, arbeiðsloysisskipanin, pensjónsskipan og aðrar trygdarskipanir skulu saman við einum ábyrgdarfullum og konjunkturjavnandi fíggjarpolitikki virka sum brimgarðar, ið kunnu javna sveiggj í búskapinum og tryggja eina støðuga menning av einum sjálvberandi føroyskum búskapi.
Tjóðveldi vil
- Verandi ríkisveiting verður miðvíst minkað burtur av fíggjarlóg landsins og tikin úr føroyska búskapinum. Búskapargrunnur Føroya kann nýtast sum amboð í eini skiftisskipan.
- Tjóðbanki Føroya verður stovnaður og skal tryggja óhefta umsiting av landsins ognum og skuld, gera tjóðarbúskapargreiningar og hava tjóðarbúskaparligt eftirlit.
- Hagstova Føroya skal tryggja, at øll viðkomandi hagtøl um samfelagið og búskapin eru tøk.
- Langtíðarætlan skal gerast fyri bæði rakstur og íløgur landsins.
- Greitt ábyrgdarbýti og avtalur skulu gerast millum land og kommunur um íløgur og rakstur.
- Fult gjøgnumskygni skal valda, har allar ognir, inntøkur og útreiðslur eru partar av roknskapi landsins.
- Framkomið eftirlit skal vera við landsins og kommunalum fíggjarviðurskiftum.
- Landsgrannskoðanin skal tryggjast fullgóðar umstøður at virka, og tilmæli skulu setast í verk.
- Fríhandils- og handilssáttmálar skulu tryggja føroyingum kappingarføra støðu í alheims høpi.
- Føroyar skulu vera partur av størri gjaldoyarøki.
- Grundleggjandi búskaparstovnar landsins skulu staðfestast í Føroya grundlóg.
Búskapargrunnur Føroya
Búskapargrunnur Føroya skal nýtast sum amboð at tryggja eina støðuga menning av føroyska búskapinum og at javna serinntøkur, ið ikki eru varandi, tvørtur um ættarlið. Eisini kann grunnurin nýtast sum amboð til miðvíst at minka ríkisveitingina burtur úr føroyska búskapinum.
Tjóðveldi vil
- Allar serinntøkur landsins – eitt nú frá kolvetni og møguligum einskiljingum – verða settar í grunnin.
- Ognirnar verða umsitnar soleiðis, at inntøkurnar frá hesum gerast varandi fyri verandi og komandi ættarlið.
- Realavkastið frá innistandandi í grunninum kann nýtast til átøk, sum eru íløgur í framtíðina – eitt nú útbúgving, gransking og mentan – umframt nýtast sum konjukturjavnandi amboð.
- Búskapargrunnurin kann nýtast sum amboð til at minka ríkisveitingina burtur av fíggjarlóg landsins og úr búskapinum.
- Ein skiftisskipan verður gjørd, har inntøkuvøkstur landsins verður tengdur saman við minking av ríkisveitingini á fíggjarlógini. So hvørt sum inntøkur landsins vaksa, fara 50% av inntøkuvøkstrinum árliga til at minka ríkisveitingina á fíggjarlógini. 50% av inntøkuvøkstrinum verða verandi á fíggjarlógini.
- Við hesi skiftisskipan verður landsins fíggjarlóg óheft av donsku ríkisveitingini eftir fáum árum.
Skatta- og avgjaldspolitikkur
Føroyskir skattir og avgjøld eru fíggjarliga grundarlagið undir føroyska vælferðarsamfelagnum og tænastum landsins. Tryggjast skal, at fólkið í Føroyum fær mestu og bestu vælferð fyri hvørja skatta- og avgjaldskrónu.
Skattaskipanin skal byggja á, at vit lyfta eftir førimuni. Minni skattur verður lagdur á vanliga lønarinntøkur, og ístaðin skal skattagrundarlagið breiðkast.
Tjóðveldi vil
- Øll skatta- og avgjaldsskipanin verður endurskoðað og endurnýggjað.
- Ein stigvaksandi skattaskipan skal galda bæði fyri løn og pensjón, har lyft verður eftir førimuni.
- Skatturin hjá lág- og maðalløntum skal lækkast.
- Minni skattur skal gjaldast av vanligari lønarinntøku, og fólk skulu altíð hava meira eftir, enn rindað verður í skatti.
- Skapa eitt breiðari skattagrundarlag, har lutfalsliga færri inntøkur koma frá vanligari lønarinntøku, meðan lutfalsliga fleiri inntøkur koma frá inntøkum av at gagnnýta felags tilfeingi umframt frá skattum og avgjøldum, sum fyribyrgja dálking, spekulasjón v.m.
- Fíggjarligar skipanir verða settar í verk, ið eggja til nýggjar vinnur, íverksetan og skapa javnar kappingartreytir.
- Fíggjarligar skipanir verða stovnsettar, sum eggja borgarum og vinnu at leggja um til varandi orku, til reint umhvørvi og burðardygga náttúru- og tilfeingisnýtslu.
- Skatta- og avgjaldsskipanin skal gerast so gjøgnumskygd, rættvís og einføld sum møguligt.
- Býtið millum inntøkur, ið eru tengdar av virksemi, t.d. MVG, og meira støðugar inntøkur, t.d. A-skattur, skal vera soleiðis, at tryggjað verður eitt støðugt langtíðar inntøkugrundarlag.
Tilfeingis-, vinnu- og samferðslugjøld
Føroyar eru millum ríkastu tjóðir heimsins við náttúrutilfeingi. At fáa atgongd til at troyta eitt avmarkað tilfeingi, ið alt fólkið eigur, er ein framíhjárættur, sum eigur at vera atkomiligur eftir jøvnum kappingartreytum á einum almennum og gjøgnumskygdum marknaði. Hetta tryggjar støðugar vinnukarmar, og at tilfeingisrentan – tað virðið, sum tilfeingið kastar av sær, tá lønir, framleiðslukostnaður, íløgur og vanligur vinningur eru drigin frá – kemur øllum samfelagnum til góðar. Samferðslukervið skal fíggjast við samhaldsføstum samferðslugjaldi, ið tryggjar munagott viðlíkahald og støðugar útbyggingar.
Tjóðveldi vil, at
- alment útboð og marknaðargrundað brúksgjøld skulu tryggja javna kapping, støðugar vinnukarmar og inntøkur til landið av náttúrutilfeinginum.
- inntøkur frá brúksgjaldi av ogn Føroya fólks skulu koma øllum fólkinum til góðar – eitt nú við at lætta skatta- og avgjaldstrýstið hjá øllum føroyingum
- partafelagsskatturin skal eggja til burðardyggar íløgur, javna kapping og at skapa fleiri størv.
- skattaskipanin skal sum heild stuðla uppundir at fáa fólk, fyritøkur og pening at virka í Føroyum heldur enn uttanlands.
- støðug útbygging og viðlíkahald av samferðslukervinum verður fíggjað við rættvísum samferðslugjaldi, ið verður grundað á bæði nýtslu og samhaldsfesti.