Vinnupolitikkur • Matkovin í Norðuratlantshavi • Fiskivinnu-politikkur • Alivinna • Landbúnaður • Ferðavinna, matstovuvinna og aðrar tænastuvinnur • Kreativar og “nýggjar” vinnur • Sjó-, frálanda- og oljuvinna • Greiðar linjur millum alment og privat • Frælsur og væl skipaður arbeiðsmarknaður
Vinnupolitikkur
Aðalmál í vinnupolitikki floksins er ein fræls, fjøltáttað og nýskapandi vinna, sum kastar nógv av sær og skapar arbeiðspláss, burðardyggan vøkstur og vælferð. Allar vinnur skulu hava javnbjóðis kappingartreytir – bæði innanhýsis í Føroyum og mótvegis umheiminum.
Umráðandi er at taka burtur politiska stýring av vinnuni og einkarrættir, tvs. monopol og duopol, sum skeikla kappingina, forða fyri vøkstri og hækka kostnaðarstøðið hjá fólkinum í landinum. Dugnaskapur, førleikar, javnar kappingartreytir og virðing fyri lógarkørmum, umhvørvi og trivnaði skulu vera grundarlag undir vinnu í vøkstri.
Vitan og førleikar hjá fólkinum eru okkara fremsta tilfeingi. Fjølbroytt útbúgvingartilboð, eftirútbúgving og eitt framkomið lærdómssetur við breiðum útbúgvingartilboðum og miðvísari gransking eru tí høvuðsmotorar hjá einari nýmennandi vinnu. Vitan um náttúrutilfeingi, íverksetan og sjálvstøðugt vinnuvirksemi skulu vera partar av undirvísingini frá barnaskúla til hægri lærustovnar.
Tjóðveldi vil
- Gera smidligar skipanir og ráðgeving, ið ger tað einfaldari at seta virkir á stovn og at reka vinnu. Styrkja skipanir við set- og íløgukapitali.
- Stimbra íverksetaravitan í skúlunum og útbyggja íverksetaraleiðbeining kring landið.
- Tryggja kappingarføran partafelagsskatt.
- Styrkja útbúgving í náttúrutilfeingi, gransking og førleikamenning atknýtt vinnuni.
- Seta í verk skipaða útbúgving og eftirútbúgving fyri ófaklærd.
- Fáa betri umhvørvis- og góðskueftirlit.
- Hava fleiri altjóða sáttmálar og betri marknaðaratgongd.
- Útbjóðing av almennum arbeiðum á gjøgnumskygdan hátt og við javnsettum kappingarmøguleikum.
- Treytir skulu setast við almenn útboð, so virðisøking verður skapt í Føroyum, og føroyskir sáttmálar verða hildnir.
- Styrkja kappingareftirlitið, sum tryggjar rættvísa kapping og vørur og tænastur fyri kappingarførar prísir.
- KT-kervið hjá peningastovnum skal flytast aftur til Føroya sum týðandi partur av KT-infrakervinum og grundarlag undir menning av vinnuni.
Matkovin í Norðuratlantshavi
Føroyar eru ein matvøruframleiðandi tjóð. Í vinnupolitikkinum skal ein høvuðsdentur tí leggjast á at góðska og fáa meira burtur úr okkara náttúrugivna tilfeingi. Rávøru- og matvørumenning skal uppraðfestast, so vaksast kann um útflutningin av hádygdarvørum. Greiður politikkur fyri fiski- og alivinnuna umframt landbúnaðin skal tryggja fremstu dygd til framleiðslu, matstovuvinnu og útflutnings.
Í vinnu, sum skal kappast á altjóða stigi, er neyðugt við dyggum reglum, sum tryggja góðsku og taka umhvørvisatlit. Men lóggávan má og skal vera tillagað til føroysk viðurskifti og ikki seta órímilig ella óneyðug krøv.
Fiskivinnupolitikkur
Fiskivinnupolitikkur floksins hevur sum høvuðsmál, at ríkidømið í havinum verður umsitið burðardygt sum varandi grundarlag undir føroyska búskapinum og til frama fyri alla føroysku tjóðina. Alt tilfeingið er ómissandi ogn Føroya fólks, og tryggjast skulu javnbjóðis kappingarmøguleikar hjá fólki kring landið og størst møguligt og varandi avkast til vinnu, manningar og samfelagið alt.
Tjóðveldi vil
Ogn Føroya fólks
- Ognarrætturin hjá Føroya fólki til livandi tilfeingið í havinum verður tryggjaður í grundlóg og í allari lóggávu og umsiting um fiskivinnuna.
- Útlendskur ognarskapur eigur ongan rætt í føroyska veiðiliðnum. Bert fyritøkur og einstaklingar, ið hava heimsstað í Føroyum og eru fult skattskyldug í Føroyum, kunnu taka lut og bjóða seg fram at gaggnýta føroysk fiskirættindi.
Lívfrøðilig burðardygd:
- Lívfrøðiliga burðardygg stovnsrøkt verður tryggjað við at fylgja vísindaligum tilmælum, ið skulu verða lagað til tær reguleringsskipanir, sum eru í gildi, og sum skulu byggjast á fremstu vísindaligu royndir, gransking og neyva innsavning av vitan og royndum hjá teimum, ið hava rikið og reka vinnu.
- Føroyar skulu sum miðdepil í Norðuratlantshavi vera fremstar at savna, gera royndir og skjalprógva alla vitan um livandi tilfeingið í havinum, vistfrøðiligu skipanina og havumhvørvið. Havstovan fær allar neyðugar umstøður til at røkja sítt arbeiði til fulnar, og nýtt havrannsóknarskip verður bygt beinanvegin.
- Økisfriðingar, friðingar av leiðum í gýtingartíðini og friðingar av ungfiskaleiðum verða staðfestar í lóg.
Javnbjóðis møguleikar at bjóða seg fram at reka vinnu:
- Farið verður frá politiskari útluting av fiskirættindum, ið síðan verða keypt og seld á privata marknaðinum, til eina almenna marknaðarskipan, har veiðirættindi, tvs. fiskidagar og kvotur, verða alment boðin út sum brúksloyvi í ávísa tíð á einum gjøgnumskygdum marknaði.
- Tá ið tíðarskeiðið til brúksloyvið er av, fella rættindini aftur til landið, sum kann bjóða tey út aftur á almenna marknaðinum.
- Brúksskylda er tengd at øllum veiðirættindum. Ónýtt veiðirættindi fella aftur til landið, og ongin kann selja veiðirættindi sum privata ogn.
- Ein skiftisskipan eins og royndarskipanir verða gjørdar í samráði við vinnuna.
- Ein marknaðarskipað fiskivinna skal tryggja javnar møguleikar at bjóða seg fram hjá teimum, ið vilja reka vinnu her í landinum, at kapping verður um at fáa sum mest burtur úr hvørjum kilo, og at tilfeingisrentan ikki gerst spekulasjónsvirði, men kemur øllum samfelagnum til góðar.
- Ein “antitrust”-lóggáva verður samtykt, soleiðis at ongin einstaklingur, felag ella samtak kunnu hava brúksrætt til meira enn ávísan part av fiskivinnutilfeinginum í teimum ávísu veiðibólkunum.
- Atgongdin til tilfeingið skal skipast innan karmar, sum tryggja, at grundarlag er fyri fjølbroyttum veiðihættum og fyri at endurnýggja og nútímansgera heimaflotan og fiskiflotan annars.
Virðisøking og marknaðarføring:
- Knýtt at brúksrættinum eru krøv um, at alt fiskatilfeingið skal førast til lands og gagnnýtast.
- Allur fiskur, ið føroysk veiðirættindi fáa til høldar, skal bjóðast út og verða atkomiligur hjá føroyskum virkjum.
- Størri virðisøking av fiskatilfeinginum skal fremjast, og stuðlast skal undir munandi meira gransking innan tilfeingisvinnurnar.
- Ein alment góðkend vrakaraskipan/góðskueftirlit verður skipað í samráð við vinnuna, sum váttar dygd og góðsku mótvegis marknaðinum.
- Fiskivinna á sjógvi og landi eiga saman við atknýttum vinnum at ganga saman í samstarv í sjóvinnutyssi, har øll vinna og stovnar, sum hava við sjógvin at gera, samstarva um átøk at gera føroysku fiskivinnuna væl skipaða, at styrkja sølulið og marknaðarføring og at tryggja váttanir fyri burðardygga veiði.
Sosial burðardygd:
- Við lóg verður staðfest, at øll, ið reka vinnu við føroyskum fiskiloyvi og fiskirættindum, skulu fylgja sáttmálum hjá føroyskum manningarfeløgum.
- Útróðrarvinnan skal hava serliga skipan og góðar umstøður at virka og mennast kring allar Føroyar. Serlig atlit verða tikin til útróðrarrvirksemi, har eigarar liva av útróðri burturav.
Altjóða samráðingar og avtalur:
- Samráðingar um rættindi uttan fyri føroyska fiskimarkið og til ferðandi og felags fiskastovnar verða skipaðar við sterkum samráðingartoymi og støðugum uttanríkispolitiskum samstarvi við onnur lond og altjóða felagsskapir.
- Føroyar taka sjálvstøðugan lut í øllum altjóða- og økisfelagsskapum, sum varða av umsiting og avtalum um fiskastovnar og fiskivinnu.
- Føroyar ganga undan at samstarva um gransking og skjalprógv fyri støðuna og gongdina hjá fiskastovnunum um okkara leiðir.
Alivinna
Alivinnan er ein høvuðsvinna og stendur fyri alsamt størri parti av okkara útflutningsvirði. Avgerandi er at tryggja vinnuna við fjølbroyttari framleiðslu og váðaspjaðing. Virðing fyri náttúrugivnum lívfrøðiligum mørkum er avgerandi, skal vinnan framhaldandi mennast og skapa virðir og arbeiðspláss.
Miðvíst skal arbeiðast fyri at víðka alimøguleikarnar á sjógvi- og landi, so rúmd verður fyri meira aling – eisini av øðrum fiska- og djórasløgum, tara v.m.. Gjaldast skal fyri framíhjárættin at nýta firðirnar eftir tryggum og støðugum leisti, so vinnan trygt kann gera íløgur í framtíðina.
Tjóðveldi vil
- Tryggar karmar um støðuga og fjølbroytta aliframleiðslu.
- Gjøgnum krøv í aliloyvum og skattalóggávu tryggja, at størst møguligur partur av virðisøking og avkasti verður verandi í Føroyum.
- Nýggj aliøki verða boðin alment út.
- Tryggja, at einki útlendskt felag ella einstaklingar kunnu eiga meirilutan í nakrari alifyritøku – hvørki einsamallir ella í felag.
- Styrkja granskingarstovnin Fiskaaling og fjølbroytta gransking, sum vinnan er við til at fíggja.
- Styrkja útbúgving og eftirútbúgvingarmøguleikar innan aling við møguleika at taka BA í aling.
- Hava greið krøv og raðfesting av sjúkufyribyrgjandi rakstri við fakliga sterkum sjúku- og umhvørviseftirliti.
- At fleiri vitanarstørv verða skapt í vinnuni fyri at varðveita og bøta um kappingarførið.
- At alivinnan umframt vanligan partafelagsskatt rindar leigu-/tøkugjald til land og kommunur fyri brúksrætt til firðirnar.
- Tryggja, at vinnan ikki savnast á ov fáum hondum, so at fjølbroytt menning og váðaspjaðing verður framd.
Landbúnaður
Í landbúnaðinum eru víðfevndir inntøku- og menningarmøguleikar knýttir at framleiðslu, mjólkarframleiðslu, mjólkarúrdrátti, rávørum til matstovuvinnu, ull og skinn til klædnavinnu, ferðavinnuupplivingar og so framvegis. Hetta krevur, at vinnan fær eitt betri og tryggari grundarlag at byggja framtíðina á.
Bráðneyðugt er við einum landbúnaðarpolitikki, har greið mál verða sett fyri framtíðar landbúnaðin.
Tjóðveldi vil
- Skapa eina nútímans jarðar- og landbúnaðarlóggávu við greiðum visjónum fyri landbúnaðin.
- Seta greið mál fyri, hvørjum landbúnaðarvørum Føroyar skulu vera sjálvveitandi við.
- Styrkja útbúgvingarmøguleikar innan landbúnaðin.
- Styrkja royndir við fjølbroyttari framleiðslu, fóðurroyndum, framleiðslutøkni v.m.
- Granska og savna vitan um møguleikar fyri at framleiða plantur, grønmeti, ber o.a.
- At gransking og útbúgving á Búnaðarstovuni verður samskipað við Fróðskaparsetrið.
- Sameina útbygging av ferðavinnu og landbúnaði.
- Festibóndum verður tryggjaðir frælsir vinnumøguleikar.
- Framleiðsluskylda verður knýtt at festirættinum, so jørðin og tilfeingið annars verða gagnnýtt.
- Virknir bøndur fáa atgongd til festijørð, sum liggur órøkt ella ikki verður gagnnýtt.
- Hava greiða lendisskrá, sum tryggjar, at besta landbúnaðarjørðin verður varðveitt til landbúnað.
- Bústaðarskylda fylgir brúksrætti til jørð og lunnindi.
- Munandi átøk verða gjørd at bøta um riv, tvs. erosjón, í haganum.
Ferðavinna, matstovuvinna og aðrar tænastuvinnur
Føroyar hava sum ein náttúruperla í Atlantshavi bestu fyritreytir at lofta sínum parti av alheims vøkstrinum í ferðavinnu. Tí er ein framsøkin ferðavinnupolitikkur avgerandi, og við røttu átøkunum kann hetta gerast ein onnur høvuðsvinna í Føroyum, sum gevur øllum pørtum av landinum og útoyggjunum nýggjar møguleikar. Millum átøkini er ein væl útbygd tænastuvinna. Matstovuvinnan og “føroyski køkurin” við dygdarrávørum eru ein hjartasláttur í ferðavinnuni, sum hevur ríkar møguleikar og stóra menning við sær.
Tjóðveldi vil
- Gjøgnum avgjaldspolitikk stimbra matstovu- og ferðavinnuna og nýtsluna av føroyskum rávørum.
- Lækka mvg á matvørum og matstovuvirksemi.
- Loyva matstovuvinnuni at innflyta vín og øl beinleiðis fyri at víðka um útboðið og lækka prísin.
- Skapa einfaldari matvørulóggávu, sum gevur tryggar matvørur og stimbrar føroyska køkin og ferðavinnuna kring landið.
- Vaksa um útbúgvingarmøguleikar innan matgerð og matvøruframleiðslu og fyri tænarar, ferðaleiðarar, samskiparar v.m.
- Útbyggja skipanir, har vinnan og Ferðaráðið í felag marknaðarføra Føroyar.
- Kortleggja styrkir og avbjóðingar hjá ferðavinnu í ymisku økjunum í Føroyum.
- Seta í verk stuðulsskipan at menna serstøk ferðavinnutilboð kring landið.
- Geva mentan og list eins og fornlutum, fornminnum og søguligum plássum sjónligari leiklut í ferðavinnuni.
Kreativar og “nýggjar” vinnur
Ídnaður og tænastuvinnur, bygdar á mentan, handverk og siðbundnar vinnur, sum ígjøgnum nýmenning verða til nýggjar vinnugreinir, draga arbeiðsmegi til sín og skapa veruligan búskaparvøkstur. Dømi um kreativar vinnur eru tónleikur, filmur, list, sniðskapan, telduspøl og mangt annað.
Tjóðveldi vil
- At felags átøk fyri kreativar vinnur verða samskipað í mentanar-, vinnu- og uttanríkispolitikki.
- At ein tónleika-, films, lista- og sniðgevaraháskúli verður settur á stovn.
- Samstarv og sameining ímillum kreativar, vinnuligar og handilsligar útbúgvingar.
- Íløgu- og vinnuframaskipanir, sum stimbra kreativar vinnur.
- Felags marknaðarføring av okkara ferðavinnu og kreativum vinnum úti í heimi.
- Útflutningsskipan og framsýningarpallar fyri kreativar føroyskar vinnur.
- Ein klekingardepil fyri kreativar vinnur.
Sjó-, frálanda- og oljuvinna
Føroyar eiga at bjóða fram útbúgvingar, útgerð, tøkni, ráðgeving og fjølbroyttar tænastur til vaksandi skipaferðsluna á okkara leiðum. Sjóvinnan skal tí styrkjast og miðvíst marknaðarførast, so meira virksemi og avkast kann fáast burtur úr Føroysku Altjóða Skipaskrásetingini, frálandavinnuni og handilsflotanum.
Almennar inntøkur frá olju og oljuvirksemi í framtíðini skulu sum varandi inntøka umvegis Búskapargrunn Føroya. Byrgjast skal miðvíst upp fyri skeiklandi avleiðingum av einari komandi oljuvinnu, bæði búskaparliga, sosialt, mentanarliga, umhvørvisliga og í mun til aðrar vinnur.
Fremstu umhvørviskrøv skulu setast sjó- og oljuvinnuni fyri at verja fiskatilfeingið, alivinnuna og havumhvørvið, sum eru okkara lívsgrundarlag.
Tjóðveldi vil
- Staðfesta í grundlóg, at ríkidømið í undirgrundini er ogn Føroya fólks.
- Seta fremstu krøv til umhvørvisvernd, arbeiðsumhvørvi og trygd.
- Greiða arbeiðsmarknaðarlóggávu og sáttmálar fyri arbeiðsfólkið í olju- og frálandavinnuni.
- Seta tilfeingisrentu frá oljuvinnuni í búskapargrunn at framtíðartryggja okkara búskap.
- Støðugt eftirmeta oljuskattalóggávu eftir bestu fyridømum í grannalondum, soleiðis at rættur partur av tilfeingisrentuni kemur til høldar hjá tjóðini.
- Tryggja, at inntøkurnar koma øllum pørtum av landinum og komandi ættarliðum til gagns.
- Styrkja karmarnar og marknaðarføring av FAS og stimbra undir avleitt virksemi.
- Bjóða fram altjóða maritimar útbúgvingar.
- Marknaðarføra Føroyar sum maritiman útbúgvingar- og tænastudepil.
Greiðar linjur millum alment og privat
Høvuðstáttur í vinnupolitikki Tjóðveldis er at hava greiðar linjur ímillum almennar og privatar uppgávur og virksemi. Almennu trivnaðarskyldunum tørvar eitt dynamiskt og sterkt vinnulív, sum kastar av sær til samfelagið. Vinnuni tørvar hinvegin ein vælvirkandi almennan sektor, ið tryggjar grundarlagið fyri at reka nútímans vinnu.
Tað, sum hevur til endamáls at skapa peningaligt avkast í kapping, eigur at skipast privat og vinnuliga, meðan tað, sum hevur til endamáls at skapa somu rættindi, trivnað, útbúgving, samferðslu, tænastur og mentan fyri øll, eigur at skipast og fíggjast við almennari, samhaldsfastari fígging – t.e. skúlar, sjúkrahús, almannatænastur, mentanarvirksemi, samferðslukervi, upplýsing, rættartrygd, eftirlit o.a.
Frælsur og væl skipaður arbeiðsmarknaður
Ein aðaltreyt fyri vinnuligum frælsi og einum samhaldsføstum samfelag er, at vit hava ein sterkan og væl skipaðan arbeiðsmarknað. Fræls fakfeløg og arbeiðsgevarafeløg, ið hava møguleikar at samráðast á javnbjóðis støði, eru grundsúlur undir væl skipaðari vinnu og rættindum hjá hvørjum einstøkum.
Tjóðveldi vil
- Tryggja frælsa samráðingarrættin og neyðugu amboðini hjá pørtunum og feløgunum á arbeiðsmarknaðinum at gera semjur, loysa ósemjur og tryggja síni rættindi.
- Tryggja í samstarvi við arbeiðsmarknaðarpartarnar, at grundleggjandi rættindi til arbeiðsloysisstuðul, sjúkradagpening, barsilsskipan, vanlukku- og lívstrygging, eftirløn, arbeiðsumhvørvi og -trygd, vernd móti mismuni o.a. eru ómissandi og galdandi fyri øll.
- Lóggeva ímóti allari sosialari dumping og tryggja, at allir sáttmálar á føroyska arbeiðsmarknaðinum verða hildnir á øllum fakøkjum.
- Tryggja, at útlendsk arbeiðsmegi hevur rættindi og arbeiðir eftir sáttmálum hjá feløgunum á føroyska arbeiðsmarknaðinum.
- Tryggja, at øll á arbeiðsmarknaðinum skipa seg í felag, og at kollektivir sáttmálar eru galdandi á øllum økjum á arbeiðsmarknaðinum.
- Geva limum í fakfeløgum somu møguleikar at gjalda limagjald skattafrítt, sum limir í arbeiðsgevarafeløgum hava.
- Stuðla samtøkum og samtakshugsan hjá fakfeløgum og vinnufeløgum – eisini í vinnuligum virksemi, handli, íbúðarbygging, fíggjartænastum o.ø.
- Eggja til, at fakfeløg og vinnufeløg taka virknan lut í øllum samfelags- og politiskum orðaskifti, upplýsingarátøkum, útbúgvingarátøkum o.ø.