Vælferðarpolitikkur • Almenn forsorg • Almanna- og heilsupolitikkur • Fólkaheilsa • Eitt samstarvandi og samanknýtt heilsuverk • Inklusjónspolitikkur • Barnavernd • Eldrapolitikkur • Pensjónsskipan • Arbeiðsmarknaður og trivnaður • Íbúðarpolitikkur
Vælferðarpolitikkur
Tjóðveldi byggir sín trivnaðarpolitikk á, at vælferð er at hava grundleggjandi rættindi til at liva eitt gott lív við sjálvbjargni og sjálvsvirðing, har øll hava mest møguliga ávirkan á egnar lívsumstøður. Vit skulu skipa okkara egnu vælferðarskipan og byggja hana á samhaldsfesti og royndir okkara sum tjóð.
Heilsuligir og sosialir trupulleikar eru í stóran mun tengdir at ójavna og sosialum fortreytum, og tí er arbeiðið at bøta um livikorini besta íløgan í framtíðar almanna- og heilsupolitikk.
Tjóðveldi vil
- Lógarverkið á almanna- og heilsuøkinum skal regluliga endurskoðast at tryggja gjøgnumskygdar skipanir og samsvar millum lóggávu og umsiting.
- Fátækramarkið skal tryggja, at ongin borgari í landinum livir undir ósømiligum korum.
- Serlig átøk skulu gerast fyri samfelagsbólkar, sum eru í fátækraváða – eitt nú stakar uppihaldarar og pensjónistar, sum bert hava fólkapensjón og Samhaldsfasta at dúva uppá.
- Lógarverkið skal tryggja borgarum minsta mark fyri tænastu og áseta faklig krøv til tann, sum veitir tænastuna.
- Góðskutryggja tænastuna til borgaran og tryggja, at borgarin veit, hvørja tænastu hann hevur rætt til.
- Teir altjóða sáttmálar, vit hava bundið okkum til viðvíkjandi borgaratrygd og rættindum, verða miðvíst fylgdir upp við ítøkiligum átøkum, eitt nú mannarættindasáttmálin, barnarættindasáttmálin og ST-sáttmálin um rættindi hjá teimum, sum bera brek.
Almenn forsorg
Endamálið við øllum fyriskipanum og hjálparráðum er at stuðla upp undir ein virknan gerandisdag, sum kann hjálpa, stuðla og menna til sjálvbjargni. Almennu fyriskipanirnar skulu virka við virðing fyri støðu hins einstaka og hava sum aðalmál at varðveita integritet og sjálvsavgerðarrætt. Fólki, sum tørvar hjálp vegna sjúku, brek, vanlukku, arbeiðsloysi, elli ella aðrar umstøður, verður tryggjað grundleggjandi rættindi til fullgóða hjálp.
Tjóðveldi vil
- Bøta um møguleikarnar fyri endurbúgving, vardum størvum o.s.fr. til tess at fyribyrgja, at fólk verða sett til varandi pensjónsveitingar av orsøkum, sum kunnu fyribyrgjast.
- Fátækramarkið verður brúkt sum grundarlag fyri útrokningum av almannaveitingum.
- Allir borgarar fáa ein møguleika á arbeiðsmarknaðinum.
- Nýggj forsorgarlóg og lógarverk á forsorgarøkinum verða gjørd sum skjótast.
- Frá dagsstovni í skúla og víðari á miðnám ella aðra framhaldsútbúgving verður veitt eitt samanhangandi dygdargott tilboð við støði í evnum og tilfeingi hjá hvørjum einstøkum. Har tað er neyðugt, er sernámsfrøðiligt tilboð ein sjálvsagdur partur av skúla og útbúgvingartilgongdini, og hesi tilboð eru skipað í økjum kring landið.
- Sjálvsavgerðarrætturin hjá borgarunum skal virðast. Rætturin at búgva heima sum longst við rættari hjálp ella á stovni, um heilsan bilar, er ein grundleggjandi rættur. Ongin skal vera tvungin at flyta vegna vánaliga heilsustøðu ella vantandi hjálp.
- Í almannaverkinum skulu savnað tilboð veitast í Føroyum – og ongin skal verða sendur av landinum orsakað av vantandi skipanum í Føroyum.
Almanna- og heilsupolitikkur
Tjóðveldi vil, at støði altíð verður tikið í samlaðu lívsstøðu hins einstaka. Tí skulu fyribyrgjandi og heilsufremjandi tænastur á almannaøkinum altíð grundast á eina heildarmeting av tørvi hins einstaka við sosialum, likamligum og sálarligum atlitum.
Avvarðandi, sosiala trygdarnetið og arbeiðspláss eru týðandi lutir í tí hjálp, sum verður veitt. Málið er altíð at tryggja, at fólk ikki detta niður ímillum ráð og stovnar, men fáa hjálp eftir eini heildarmeting. Tað almenna hevur skyldu at ráðgeva og vegleiða borgarum og tryggja, at rættartrygdin verður vard. Tjóðveldi heldur, at ein virkin økismenningarpolitikkur kann fyribyrgja sosialan ójavna millum økir í landinum.
Tjóðveldi vil
- Skjót og røtt hjálp skal veitast grundað á nýggjastu fakligu metingar og á altjóða tilmæli.
- Borgarin er kunnaður um síni rættindi og skyldur, og at alt samskiftið við tað almenna er einfalt fyri borgaran.
- Endurvenjingar- og rehabiliteringsskipanir verða styrktar.
Fólkaheilsa
Fólkaheilsan og átøk henni at frama verða framd við heilsufremjandi upplýsing og ítøkiligum átøkum. Fólksliga upplýsingin um heilsu tekur støði í at fremja heilsuna og fyribyrgja teimum heilsuvandum, sum eru mest aktuellir, og endamálið er at røkka út til alt fólkið. Somuleiðis verða ítøkilig átøk, málrættað ímóti ávísum heilsuvandum og sjúkum, fyriskipað kring landið.
Tað stóra arbeiðið, sum áhugafeløg á heilsuøkinum fremja, verður virt og er týðandi partur av øllum heilsupolitikkinum í Føroyum. Borgarin eigur at uppliva, at heilsuverkið veitir eina dygdargóða og samanhangandi tænastu.
Tjóðveldi vil
- Psykiatriska økið skal lyftast miðvíst. Málini í ætlanini fyri heildarpsykiatri skulu fremjast – og heruppií skulu barna- og ungdómspsykiatriin og økispsykiatriin styrkjast beinanvegin.
- Átøk í kommunulæknaáliti, krabbameinsætlan, demensætlan, diabetesætlan og aðrar ætlanir verða miðvíst sett í verk.
- Kommunulæknaskipanin skal styrkjast.
- Hava betri tvørfakligt samstarv í heilsuhúsum at fremja bestu heilsutænastu til borgaran.
- Talgilda heilsuskipanin THS verður úbygd til allar stovnar og deildir undir Heilsumálaráðnum.
- Heilsutænasturnar verða útbygdar at náa øllum borgarum, so eitt nú økispsykiatri, heimatænasta og endurvenjing v.m. eru í øllum økjum.
- At heilsuverkið er virkin partur í heilsugransking, sum serliga leggur dent á serføroysk heilsuviðurskifti.
Eitt samstarvandi og samanknýtt heilsuverk
Allir borgarar í Føroyum skulu ókeypis hava í boði og trygd fyri fremstu fyribyrgjandi heilsuskipanum og fremstu viðgerðum – antin í Føroyum, í okkara grannalondum ella aðrastaðni í heiminum.
Føroyska heilsuverkið og sjúkrahúsverkið skulu støðugt vera samstarvandi og samanknýttar eindir og toymir – bæði innanhýsis í Føroyum og í samstarvi við heilsuverk, sjúkrahús og granskingarstovnar í okkara grannalondum og øðrum londum, har fremsti førleikin og sakkunnleikin eru.
Starvsfólkunum í heilsuverkinum skulu útvegast betri umstøður til fakliga at samstarva, útbúgva seg, endurútbúgva seg, nýta og menna tøkni og at granska í samstarvi við fakfólk í øðrum sjúkrahúsverkum og fakligum umhvørvum. Á henda hátt kunnu fakfólkini í Føroyum virka í toymum og netverkum í øðrum heilsu- og sjúkrahúsverkum, eins og fakfólk uttanífrá virka í Føroyum.
Tjóðveldi vil
- Samstarvsavtalur, sum seinastu árini t.d. eru gjørdar við heilsuverk og sjúkrahús í Útnorði, skulu støðugt útbyggjast við onnur lond.
- Føroyar skulu ganga undan at gera felags norðurlendskar avtalur.
- Føroyska heilsuverkið kann menna ávísar sergreinir og gransking og kann bjóða fram tænastur mótvegis útlondum.
- Sjúkraviðgerðir skulu takast heim, og tryggjast skal, at førleiki og umstøður eru til tess.
- Samskipan millum tey trý sjúkrahúsini og kommunulæknaskipanina skal tryggja, at bíðitíðin til viðgerðir er so stutt og nøktandi sum til ber.
- Ymisku førleikarnar í heilsuverkinum skulu verða gagnnýttir til fulnar.
- Har samferðsluviðurskiftini loyva tí, eiga funktiónir í heilsuverkinum at vera savnaðar soleiðis, at ávísar uppgávur verða loystar á einum stað, har tað við fyrimuni ber til.
- Íløgur í fremstu fjarskiftistøkni og medicoteknisk tól verða raðfestar eftir fastari fíggjarætlan.
- Møguleikarnir at fara undir læknalestur og taka partar av læknaútbúgving í Føroyum skulu mennast.
- Ílegusavnið og FarGen-verkætlanin skulu tryggja, at rættindini hjá hvørjum einstøkum verða vard í sambandi við skráseting og gransking, at føroyskir myndugleikar hava ræðið á og ábyrgdina fyri, hvussu ílegugransking fer fram, og at vit byggja upp føroyskar førleikar og draga granskarar og fakfólk úr útlondum til Føroya.
Inklusjónspolitikkur
Øllum børnum, ungum, vaksnum og eldri verður tryggjað nøktandi undirvísingar- og virknistilboð í nærumhvørvinum alt eftir tørvi. Føroyar skulu ganga undan at halda altjóða Barnarættindasáttmálan og ST-sáttmálan um rættindi teirra, ið bera brek.
Tann hjálp og stuðul, sum tørvur er á, skal tí vera lógartryggjaður rættur, og familjan skal verða snúningsásin í arbeiðinum at tryggja, at børn og familjur ikki detta niður ímillum stovnar og ráð, land og kommunur.
Tjóðveldi vil
- Endurskoða alt økið børn og ung, so betri samskipan fæst millum tænastur.
- Nøktandi íbúðartilboð til fólk við serligum avbjóðingum.
- Sernámsfrøðin, skúlin, almannaverkið, heilsuverkið, barnagarðsøkið, barnaverndartænasturnar, stuðulsfólkaskipanir, sosialu deildirnar og aðrir fakligir samstarvsbólkar samstarva.
- Tryggjast skal, at fakfólk eru um okkara veikastu, sum ikki sjálv megna at gera vart við støðu sína.
- Tað almenna skal við lóg binda seg til at taka fólk í vard størv og arbeiðsbúgving.
- Hægri raðfesting av skúla og útbúgvingartilboðum til fólk við serligum avbjóðingum og styrkja tilknýtið til arbeiðsmarknaðin.
- Útbúgvingar og eftirskúlatilboð skulu vera tøk á hvørjum ári til fólk við serligum avbjóðingum.
Barnavernd
Ein hin fremsta uppgávan fyri eitt framkomið land er at tryggja, at øll børn hava møguleika at vaksa upp undir tryggjum umstøðum. Tí eiga barnaverndarøkið og onnur fyrbyrging og vernd av børnum áhaldandi at verða styrkt.
Tjóðveldi vil
- Barnaverndarlógin verður eftirmett áleið fimta hvørt ár.
- Barnaverndartænasturnar eru framhaldandi staðsettar í økjum kring landið.
- Barnaverndarumsitingar, Barnaverndarstovan, fosturforeldraskipanin og barnaverndarnevndirnar verða skipaðar við fólki við dygdargóðum fakligum førleikum.
- Fosturforeldrum verða veittar betri umstøður og karmar.
- Familjum við serstøkum avbjóðingum verða veitt munadyggur stuðul og hjálp.
- At miðvís orka verður løgd í at fyrbyrgja kynsliga misnýtslu og annan harðskap móti børnum.
Eldrapolitikkur
Frælsi at velja, virka og verða vird er grundleggjandi rættur hjá øllum. Tjóðveldi vil tryggja hesi rættindi við samhaldsføstum skipanum. Spurningurin um ábyrgdarbýtið millum land og kommunur er ein spurningur um, hvussu allir føroyingar fáa somu rættindi og tilboð í eldrapolitikkinum.
Endamál við eldrapolitikkinum er, at fólk skulu hava góða lívsgóðsku alt lívið, og Tjóðveldi byggir á hugsjónina hjá Heimsheilsustovninum WHO um at ”leggja ár til lívið og at leggja lív til árini.”
Sjálvsavgerðarrætturin hjá borgarunum skal virðast. Rætturin at búgva heima sum longst við rættari hjálp ella á stovni, um heilsan bilar, er ein grundleggjandi rættur. Ongin skal vera tvungin at flyta vegna vánaliga heilsustøðu ella vantandi hjálp. Eldrarøktin eigur tí at verða veitt sum eitt fjøltáttað tilboð við tænastum, sum eru samansettar eftir tørvinum hjá einstaka borgaranum.
Tjóðveldi vil
- Bøta munandi um fyribyrgjandi tænastur, sum stuðla uppundir, at fólk kunnu vera sum longst í egnum heimi.
- Raðfesta munandi hægri at útbyggja heimahjálp, endurmenning, kostráðgeving, fjøltáttaðar eldrabústaðir, dagtilboð o.s.fr.
- At allar fyribyrgjandi tænastur, t.d. røktarheimsøkið, verða samskipaðar við primeru heilsutænastuna og kommunu- og landsmyndugleikarnar í øllum økjum í landinum.
- At munandi fleiri eldraíbúðir, røktaríbúðir og vardar íbúðir verða bygdar.
- At heimahjálpin og heimatænastan fáa betri játtan til at fremja grundleggjandi røktaruppgávur umframt fyribyrgjandi heimavitjanir.
- Gerandisrehabiliteringin skal fáast at virka, eins og økispsykiatriin má útbyggjast til at fevna øll økir í landinum.
- Seta tilmælini í Demensálitinum í verk.
- Raðfesta dagtilboð líka frá dagheimi og dagmiðstøð til dagtilhald.
- Raðfesta heilsufremjandi og upplýsandi átøk.
Pensjónsskipan
Tess minni stættarmunurin er, tess sterkari er samfelagið. Umráðandi er tí at tryggja øllum borgarum sømilig livikor í ellisárum. Allir føroyingar skulu hava grundlógarfestan rætt til góða og trygga pensjón, ið verður grundað á eina samhaldsfasta og framtíðartryggjaða skipan.
Tjóðveldi vil
- Samhaldsfasti Eftirlønargrunnurin verður bulurin í nýggju samhaldsføstu fólkapensjónini.
- Samhaldsfasta fólkapensjónin verður óheft av fíggjarlógini og løgd í skipan, ið er einføld at umsita.
- Øllum verður tryggjað ein minsta pensjónsupphædd, sum er sømilig.
- Tey, ið ikki hava aðra pensjón, fáa hægstu pensjón.
- Pensjónsskipanin skal eggja teimum, ið ynskja at arbeiða eftir pensjónsaldur, at halda fram við hesum.
- Pensjónsaldurin skal varðveitast sum ein rættur hjá øllum. Tó skal vera møguligt hjá fólki at velja ein liðiligan pensjónsaldur: Fólk og samfelagsbólkar, ið eru niðurslitin á arbeiðsmarknaðinum, eiga at kunna velja pensjón frammanundan, meðan onnur kunnu velja seinni pensjónsaldur.
- Egnar pensjónsuppsparingar verða grundaðar á avtalur, ið partarnir á arbeiðsmarknaðinum samráða seg til.
- Forskattingin og ógvusliga skattingin av pensjónsinngjøldum hjá teimum lág- og miðaløntu verður broytt.
- Viðbótin til fólk, ið bert hava fólkapensjón og samhaldsfasta at liva av, verður hækkað.
Arbeiðsmarknaður og trivnaður
Tjóðveldi ynskir ein virknan og smidligan arbeiðsmarknaðarpolitikk, sum rúmar øllum borgarum, við teirri styrki og tí ríkidømi, tað gevur samfelagnum. Arbeiðsmarknaðurin skal átaka sær grundleggjandi sosialar skyldur, og almennu skipanirnar veita grundleggjandi sosiala trygd.
Tjóðveldi vil
- Frælsar sáttmálasamráðingar skulu tryggja kollektiv rættindi hjá løntakarum.
- At samráðingar verða tiknar upp við fakfeløg og vinnufeløg um eitt greitt býti millum uppgávur hjá arbeiðsmarknaðinum og hjá almennu skipanunum.
- Starvsfólki verður tryggjað rættindi til ávirkan á egið arbeiðspláss.
- Rættvísa løn fyri starv, førleikar og royndir.
- Arbeiðsmarknaðurin átekur sær skyldur mótvegis umhvørvi, arbeiðsumhvørvi, vanlukkutrygging, trivnaði og eftirútbúgving hjá starvsfólkum.
- Arbeiðsmarknaðurin skapar møguleikar fyri parttíðarstørvum og niðursettari arbeiðstíð og tryggjar samstundis rættin til fulltíðarstarv.
- Arbeiðsmarknaðurin skapar møguleikar fyri vardum størvum til fólk við menningartarni ella øðrum serligum avbjóðingum.
- Ein skipaðan seniorpolitikk, har pensjónsaldur og fráfaringaraldur verða greinað.
- Arbeiðsumhvørvislógin skal fevna um allar borgarar – bæði børn og vaksin.
- Størri atlit skulu takast til sálarliga og likamliga arbeiðsumhvørvið.
- Javnstøða millum kynini er ein sjálvsagdur rættur í øllum viðurskiftum á arbeiðsmarknaðinum.
- Barsilsskipan skal fevna um allar kvinnur og menn á arbeiðsmarknaðinum og skal dagførast, so at sjálvt tíðarskeiðið verður longt, og farloyvistíðin verður meira liðilig.
- At tað almenna setir fleiri lærlingar og í stórum byggiverkætlanum tryggjar sær, at fleiri lærlingar verða settir.
Bústaðar- og íbúðarpolitikkur
Rætturin til at seta føtur undir egið borð er mannarættur. Tjóðveldi virkar fyri, at allir føroyingar hava rætt til egnan bústað ella býli.
Møguleiki skal vera fyri eini ringrás í íbúðamynstrinum, so eldri, ung, barnafamiljur, einstaklingar, stakir uppihaldarar, rørslutarnað o.o. hava møguleika at fáa tann bústað, sum teimum hóskar, antin tað er til leigu ella til ognar.
Íbúðartørvin hjá fólki við serligum avbjóðingum skulu kommunu- og landsmyndugleikarnir loysa í samráð við áhugafeløg, avvarðandi og við tann einstaka, sum hevur íbúðartørvin. Rætturin at verða hoyrdur og hava ávirkan á egnar lívsumstøður og egnan bústað skal virðast.
Tjóðveldi vil
- Húsalánsgrunnurin/Bústaðir verður høvuðsamboð í bústaðarpolitikkinum og skal taka stig til, fíggja og reka saman við kommunum, áhugafeløgum og øðrum: Leiguíbúðir, lutaíbúðir, lestrar- og lærlingaíbúðir og aðrar fjølbroyttar bústaðarmøguleikar. Harumframt skal grunnurin veita realkredittlán fyri at minka um kostnaðin á bústaðarrentuni.
- Almennar leiguíbúðir og lestraríbúðir skulu byggjast kring landið sum skjótast.
- Eitt fjølltáttað íbúðartilboð skal tryggja øllum borgarum tann bústað, ið hóskar til ta aktuellu lívsstøðu og fíggjarliga rásarúm, tann einstaki hevur.
- Íbúðarbygging, sum gevur rúm til allar borgarar, so tað skal geva eitt nú ungum lesandi, barnafamiljum, eldri og fólki við serligum avbjóðingum møguleika at búgva í somu býlingum.
- Eins góður møguleiki skal vera at búsetast á bygd og í bý.
- At kommunumyndugleikin hevur ábyrgdina av teimum, sum eru heimleys.