Útbúgving fyri øll og lívlong læra • Barnagarður og forskúli • Fólkaskúli • Eftirskúli og háskúlar • Miðnámsskúlar • Musikkskúli • Altjóða lærdómssetur • Gransking og altjóða samstarv
Útbúgving fyri øll og lívlong læra
Hugurin, førleikin og vitanin hjá einstaka menniskjanum eru grundvøllurin í einum og hvørjum samfelag. Útbúgving er ikki longur eitt avmarkað tíðarskeið á lívsleiðini, men fevnir um alt lívið – í arbeiði sum í frítíð. Umráðandi er, at vit síggja førleikamenning og útbúgving sum ein samanrunnan part av arbeiðslívinum.
Vit seta okkum sum mál at bjóða fólki okkara fremstu møguleikar at menna og útbúgva seg á fjølbroyttan hátt – uttan mun til fortreytir og lívsval. Øll eiga rætt til ókeypis útbúgving í Føroyum frá fólkaskúla um miðnám til hægri skúlar.
Allar okkara útbúgvingarskipanir frá barnagørðum til fólkaskúla, miðnámsskúlar og framhaldsútbúgvingar eiga at byggja á fólkaræðisligan grundvøll, har børn, ung og vaksin fáa høvi at vera virknir luttakarar, bæði við at skapa sítt egna lív og at skapa samfelagið, og verða eggjað til luttøku, samstarv og medvit um burðardygd og altjóða ábyrgd.
Barnagarðurin og skúlin skulu geva børnum og ungum møguleikar at menna síni skapandi evni, sum styrkir teirra samleika, sjálvsvirðing og sjálvskenslu. Teir eiga at birta upp undir evnini hjá børnunum og teimum ungu at taka sær av egnum viðurskiftum á virðiligan og samstarvandi hátt.
Undirstøði skúlans eigur at hvíla á upplýsing, fólkaræði og siðsemi og skal kjølfesta ungdómin til landið. Ein sterkur samleiki er fortreyt fyri at skilja og virða seg sjálvan og onnur fólkasløg og at mennast saman við teimum. Medvit um tjóðarbygging, samfelagsmenning og fólkaræði, og um at Føroyar eru lutur av heimssamfelagnum, eigur at síggjast aftur ígjøgnum alt skúlaverkið.
Útbúgvingarskipanin skal hava sterkar røtur í føroyska samfelagnum, í vinnuni, almennu stovnunum og mentanarliga umhvørvinum, og samstarva neyvt við hesi.
Undirvísingar- og frálærutilfar á føroyskum skulu miðvíst mennast á øllum undirvísingar- og skúlastigum, og fremstu amboð skulu útvegast og samskipast gjøgnum stovnin NÁM.
Tjóðveldi vil
- Barnagarðar og skúlar skulu skapa rúmd og lærumøguleikar fyri øll børn og ung.
- Børn og ung við serligum avbjóðingum fáa fjølbroyttar møguleikar at mennast.
- Øll útbúgvingarskipanin skal hanga saman, so tað ber til at byggja víðari á øll útbúgvingarstig.
- Umfatandi íløgur verða gjørdar í hægri útbúgving og gransking saman við miðvísari endurskoðan og samskipan av undirvísingar- og granskingarøkinum.
- Skipað samstarv skal vera millum skúla og samfelag í undirvísing, verkætlanum og vegleiðing.
- Frálærutilfar á føroyskum verður miðvíst ment og samskipað á øllum skúlastigum.
- NÁM – sum hevur verið fyri munandi niðurskurði í fleiri ár – skal hava nógv hægri játtan og umstøður at útvega føroyskt undirvísingartilfar við fjølbroyttum amboðum og miðlum.
Barnagarðar og forskúli
Barnagarðar eru mentanarstovnar á sama hátt sum fólkaskúlar, har børnini skulu fáa fjølbroyttar menningar- og mentanarligar avbjóðingar og møguleikar. Øll børn eiga at fáa møguleika at koma í barnagarð fram til skúlaaldur. Ein partur av barnagarðsuppihaldinum eigur at vera ókeypis eins og onnur skúlagongd.
Barnagarðar skulu menna og menta børnini, og innihaldið í barnagørðunum skal byggja á eina heildarfatan av barninum, har umsorgan, spæl og læra eru týdningarmiklir tættir, sum byggja á rættindi hjá børnum at hava medávirkan á egið lív.
Tjóðveldi vil
- Virksemið í barnagørðum byggir á virðisgrundarlag, sum er ásett í viðkomandi lóggávu og við atliti at altjóða Barnarættindasáttmálanum.
- Virksemið hjá barnagørðum skal hava eyðkennini: Virðing og ábyrgd fyri okkara felags tilfeingi, umhvørvi, náttúru, mentan, lívi og heilsu.
- Børnini skulu hava rætt og møguleika at menna síni skapandi evni.
- Javnstøða í mun til kyn, aldur, minnilutar o.s.fr eigur at síggjast aftur í øllum virksemi í barnagørðum.
- Kommunur skulu veita øllum børnum frá eitt til tvey ára aldri til skúlaaldur møguleika at ganga í barnagarði.
- Kommunur kunnu bjóða eitt forskúlatilboð.
- Námsfrøðiliga støðið á dagstovnum verður ment, m.a. við at skipa serstaka útbúgving og eftirútbúgving fyri dagstovnanámsfrøðingar.
Fólkaskúlin
Fólkaskúlin skal støðugt nútímansgerast og mennast. Hugburðurin skal broytast, og heldur enn at børn skulu vera ”skúlaklár,” eigur skúlin at vera til reiðar at taka ímóti øllum børnum. Hugtakið “skúlin fyri øll” skal koma inn í øll skúlalið, so børn og ung við serligum avbjóðingum fáa eins góðar møguleikar fyri dygdargóðari skúlagongd.
Fyri at tryggja samanhangandi útbúgvingargongd og dygdargott útbúgvingarstøði skal verða miðað ímóti einum alsamt tættari samstarvi millum stigini í skúlaskipanini og fakfólk teirra – t.e. barnagarðar, fólkaskúlar, miðnámsskúlar og hægri skúlar.
Læraraútbúgvingin og eftirútbúgving skulu eftirmetast og mennast við serligum atliti til at styrkja fjølbroyttar sergreinir og vallærugreinir og møguleikarnar hjá lærarum at útinna sínar fakligu, pedagogisku og sosialu uppgávur.
Tjóðveldi vil
- Fólkaskúlalógin skal endurskoðast og seta meira yvirskipað mál. Heldur enn sterka miðstýring skulu skúlar, skúlaleiðarar og lærarar hava størri frælsi og ábyrgd at menna skúlarnar og útinna høvuðsmálini í fólkaskúlalógini á fjølbroyttan hátt.
- Hægri útbúgving sum skúlaleiðari verður skipað.
- Spurningastýrd undirvísing, evnislæra og verkætlanararbeiði, har næmingarnir sjálvir leita sær vitan og amboð, verður framhaldandi styrkt.
- Sernámsfrøðilig ráðgeving og skúlatilboð til børn við ymsum avbjóðingum skulu styrkjast.
- Alt undirvísingartilfar í fólkaskúlanum skal vera á føroyskum.
- Málsligir førleikar eru avgerandi hjá fólki í smátjóðum. Fjølbroyttari tilboð um undirvísing í heimsmálum í framhaldsdeildini skulu skipast, og avgerðirnar um eitt nú at strika týskt sum lærugrein skal endurmetast.
- List, kreativitetur og rørsla fáa stóra rúmd sum serstakar lærugreinir og sum partur av undirvísingini í øllum lærugreinum, so kreativu evnini og hugurin til skúlan verða ment.
- Greitt ábyrgdarbýti skal vera millum land og kommunur viðvíkjandi fólkaskúlanum. Landið skal tryggja, at fólkaskúlalógin verður yvirhildin, og at øll børn í landinum fáa javnbjóðis tilboð.
- Landið skal skapa politikk á økinum, kveikja og geva skúlunum íblástur, meðan skúlarnir hava frælsi at útinna lógina og málini á sín egna hátt.
- Fólkaskúlin verður skipaður í størri samstarvseindir, so allir næmingar kring landið fáa tilboð um fjølbroytta undirvísing og ágóðan av størri sosialum samspæli.
Eftirskúli og háskúlar
Vaksandi tal av ungum leitar sær uttanlands til eftirskúlatilboð og háskúlatilboð. Tað hevur skund at fáa sett á stovn eftirskúla og útbyggja háskúlar í Føroyum, bæði til føroysk ung og til ungdóm uttanlands, sum kann hugsast at koma higar á eftirskúla ella háskúla, eitt nú børn hjá føroyingum uttanlands. Eins og í fólkaskúlanum er grundarlag eftirskúlans upplýsing, fólkaræði, siðsemi og at kjølfesta ungdómin í landinum.
Tjóðveldi vil
- At eftirskúli sum skjótast verður settur á stovn.
- At eftirskúlatilboð eisini verða gjørd, sum eru miðað til næmingar úr útnorðurlondunum Grønlandi og Íslandi og úr Norðurlondum.
- Umframt kravdar lærugreinir skal møguleiki vera fyri at velja seg inn á ymsar breytir, eitt nú ítrótt, list, tónleik, tilfeingi, náttúru o.s.fr.
- Íverksetan eigur at verða felagsfak á eftirskúlum og háskúlum, so hugurin at nýta skapandi evnini verður styrktur.
- Land, kommunur og skúlagjøld fíggja eftirskúlan.
- Føroya Fólkaháskúli verður styrktur, og háskúlavirksemi kann skipast kring landið – innan list, ítrótt, handverk o.a.
Miðnámsskúlar
Samfeløg kring heimin og altjóða treytir seta alsamt størri krøv til dygdargott útbúgvingarstøði. Hugtøk sum lívlong læra og førleikamenning eru avgerandi hjá hvørjum einstøkum til tess at gagnnýta síni evnir og hava frælsi at velja sína lívsleið.
Miðnámsskúlar eru útbúgvingarnar eftir fólkaskúlan fyri tey 16-19 ára gomlu og fyri onnur, ið vilja taka førleikagevandi eftirútbúgving. Miðnámsútbúgvingarnar eru bæði yrkisrættaðar og próvgevandi og alment fyrireikandi og førleikagevandi til víðari lestur. Allar útbúgvingar, bæði yrkisrættaðar og alment fyrireikandi, skulu hava grundleggjandi, kravdar lærugreinir á ymsum støði og stigum og síni serfak og vallærugreinir. Og allar útbúgvingar skulu geva førleika til at fara undir víðari útbúgving og leggja afturat við alment førleikagevandi fakum á ymsu stigunum.
Miðnámsskúlaskipanin skal geva øllum næmingum møguleikan at velja fjølbroyttar breytir og seta sína útbúgving saman eftir tørvi og ynski.
Tjóðveldi vil
- Seta málið, at í Føroyum skulu í framtíðini øll ung í einum árgangi hava eina miðnámsútbúgving.
- Miðnámsøkið verður skipað í deplar kring landið, har gjørligt verður at bjóða tær ymsu útbúgvingarnar og breytirnar út eftir tørvi.
- Fleiri fjølbroyttar breytir verða mentar og styrktar.
- Skipaðar verða fleiri styttri yrkisrættaðar útbúgvingar, sum geva atgongd til hægri útbúgvingar í eitt nú matvøru, matgerð, heilsufrøði, búskap, sølu, handil, sniðgeving og innan byggi- og tekniska økið.
Musikkskúli
Tjóðveldi vil styrkja Musikkskúlan, so hesin hevur møguleikar at bjóða børnum og ungum dygdargóða frálæru í tónleiki frá barnagarði til miðnám.
Tjóðveldi vil
- Musikkskúla-Miðnám skal mennast og miðvíst styrkjast sum grundarsteinurin í fyrireikingini til víðari lestur í tónleiki.
- Tað skal bera til hjá næmingum at sameina lestur á Musikkskúla-Miðnámi við annan miðnámslestur.
- Skipast skal fyri lestri á bachelor-stigi í tónleiki í samstarvi millum Musikkskúlan og Fróðskaparsetrið.
- Stuðul verður latin, so Musikkskúlin í mestan mun kann brúka føroyskt tilfar til undirvísing í tónleiki.
Hægri skúlar og altjóða lærdómssetur
Nógv orka skal leggjast í at styrkja og økja um útbúgvingartilboðini á hægri lærustovnum okkara, so nógv fleiri fara undir lestur í Føroyum. Tað skal vera ein veruligur valmøguleiki hjá føroyskum ungdómi at taka partar av ella heilar útbúgvingar í Føroyum. Talan kann vera um stakgreinir, bachelor, master og Ph.D-útbúgvingar.
Fróðskaparsetrið skal støðugt menna granskingargrundaðar útbúgvingar, so tær lúka altjóða ásetingar og kunnu setast saman við útbúgvingum á øðrum universitetum. Tað skal vera møguligt og áhugavert hjá útlendingum at útbúgva seg á Fróðskaparsetri Føroya.
Eitt veruligt lestrarumhvørvi við lestraríbúðum og fjølbroyttum virksemi kring okkara altjóða lærdómssetur skal miðvíst útbyggjast.
Tann fakligi førleikin á søvnum og stovnum og í privatum fyritøkum skal gerast inngrógvin partur av undirvísing og gransking á hægru lærustovnunum.
Tjóðveldi vil
Høg mál verða sett um at útbyggja hægri útbúgvingar, har okkara altjóða lærdómssetur í Føroyum kann gerast ein høvuðsdrívmegi í samfelagsmenningini, og vit samstundis kunnu skipa eina veruliga útbúgvingarvinnu.
Fróðskaparsetur Føroya skal fáa høvi at menna serlig høvuðsmál innan altjóða útbúgving og gransking. Eitt nú kann tilfeingi í breiðari merking gerast eitt høvuðsøki, sum tvørturum nógv fak og gransking kann viðgera burðardygga tilfeingisumsiting og nýtslu, tilfeingisrætt, tilfeingisbúskap, varandi orku, sosialar og mentanarligar spurningar í tilfeingisnýtslu o.s.fr.
- Skipaður verður ein altjóða maritimur útbúgvingardepil.
- Útbúgvingarnar á Vinnuháskúlanum verða fluttar upp á bachelor-stig. Møguleiki skal eisini vera at taka eina vinnuútbúgving eftir verandi skipan.
- Fróðskaparsetrið skal menna eina listaútbúgving, og byrjað verður við støðisári í list.
- Møguleikar fyri fjarlestri skulu økjast.
- Fjarlesturslesandi skulu hava møguleika at fáa lestrarstuðul.
- Lestrarstuðul skal framhaldandi veitast at eggja ungum at útbúgva seg allastaðni í heimi.
- Lestrarvegleiðingin og Altjóða Skrivstovan skal støðugt styrkjast, so lestrarhugað fáa holla vegleiðing um útbúgvingar- og stuðulsmøguleikar í Føroyum og uttanlands.
- Tryggjast skal, at føroyska útbúgvingarskipanin er á altjóða stigi.
- Beinleiðis avtalur skulu gerast við onnur lond og útbúgvingarstovnar um hægri útbúgvingar.
Gransking og altjóða samstarv
Gransking og menning geva samfelagsmenning og búskaparvøkstur. Gransking er fortreytin fyri hægri útbúgving, og vit eiga at raðfesta ta gransking, sum hevur týdning fyri samfelagið. Gransking, menning og vitanarstørv eru altavgerandi tættir í at venda gongdini við fólkaminking. Nakrar av teimum vinnum, ið eru í framgongd – og har serliga kvinnur dragast at – eru tær listarligu og kreativu vinnurnar innan sniðgeving, biotøkni, heilsufrøði og kunningartøkni. Tí eigur serlig áherðsla at verða løgd á hesi øki, tá um stuðul til gransking og menning ræður.
Tjóðveldi vil
- Tað almenna skal tryggja støðuga fígging til gransking og menning, sum fylgir ásetingunum hjá OECD um býti millum alment og privat fíggjaða gransking.
- Hægru lærustovnarnir, saman við øðrum granskingarstovnum og vinnulívi, skulu skapa eitt sterkt umhvørvi fyri gransking innan nøkur kjarnuøki, eitt nú náttúru, tilfeingi og tøkni; føroyskt mál, søgu og mentan; heilsu; list og nýmenning; burðardygga samfelagsmenning; orku.
- Granskarar hjá Søvnum Landsins og øðrum almennum granskingarstovnum eiga at hava undirvísingarskyldu á Setrinum.
- Hagstovan skal fáa til vega regluliga dagførd tøl fyri, hvussu nógvan pening samfelagið brúkar til gransking og menning.
- Føroyar skulu framhaldandi verða partur av evropeiskum granskingarsamstarvi.
- Gjørdar verða norðurlendskar og aðrar altjóða avtalur at góðkenna føroyskar útbúgvingarmyndugleikar sum próvmyndugleika til starvs- og útbúgvingarførleika um allan heim.
- Samstarvið skal styrkjast við aðrar smátjóðir um gransking og at menna útbúgvingar, ið hava serligt atlit at smátjóðum.