Lýsing

Skapandi mentan og list


Mentanar- og listapolitikkur  •  Mentanar- og listaráð Føroya  •  Mál og bókmentir  •  Skapandi list og mentan  •  Mentanarstovnar  •  Tjóðleikhús og symfoniorkestur  •  Bókasøvn •  Felagslív og livandi mentanararvur


Mentanar- og listapolitikkur

Mentan og list er at skapa, endurnýggja og við­gera felags virði í samskifti millum menniskju. Mentan og list skapa samleika og amboð at fata okkum sjálv, okkara lív, okkara søgu og samfelag og heimin kring okkum. Mentan og list bróta mørk og flyta okkum framá. Mentan og list eru grundarlagið fyri vinnu, búskapi, sosialari menn­ing og frælsi.

Íløgur í mentan og list eru íløgur í fjølbroytni, víð­skygni, framtak í fólkinum og gera Føroyar sjón­ligar og virknar millum aðrar tjóðir í heim­in­um. Mentan og list eru fremsta umboðan okkara úti í heimi og skapa inntøkur til landið – bæði í sjálvum sær og við at fremja føroyskan útflutning, ferðavinnu og skapa vinnu sum heild.

Vit vilja tí styrkja og áhaldandi menna ein dyggan og framsóknan mentanar- og listapolitikk. Eitt týðandi amboð at fremja nýhugsandi og fakliga grundaðan ment­an­arpolitikk er at skipa eitt óheft Mentanar- og listaráð Føroya við fjøl­broytt­ari umboðan úr mentanar- og listalívinum.

Tjóðveldi vil

  • Øll eiga rætt og atgongd til mentan og list.
  • Sum lítil tjóð skulu vit nýta størri part av lands­ins fíggjarlóg til mentan og list samm­ett við størri lond.
  • At bond og stýring ikki verða løgd á ment­an­ararbeiði, men at tað nælir og veksur á frælsum grundarlagi
  • Mentanar- og listaráð Føroya verður sett á stovn at umsita og samskipa allar stuðuls­játtanir innan mentanarøkið og ráðgeva politiska myndugleikanum.
  • Játtanir til mentan og list verða munandi øktar, harímillum játtanir til týð­ara­grunn, miðla­grunn, filmsgrunn umframt til roynd­ar­verkætlanir og nýhugs­andi verk­ætlanir.
  • Eggjað verður til økt samstarv og nýhugsan frá dagstovnum og skúlum og út í ment­an­ar­stovnar.
  • Mentanar- og listaútbúgvingar verða styrkt­ar sum lærugreinir í fólka-, mið­náms-, eftir- og háskúlum og sum útbúgvingar á hægri skúlum.
  • Høvundum, týðarum og listafólki annars skulu kunna tryggjast føst starvsløn, um­framt at teimum verða veittar góðar um­støð­ur at inna sítt yrki.
  • Listafólki verða tryggjað skipað starvs-, løn­ar- og eftirlønarviðurskifti.

Mentanar- og listaráð Føroya

Mentanar- og listaráð Føroya skal miðvíst styrkja yrkislistina, einstøku lista­greinirnar , áhugalistina og skapandi mentanar- og frítíðararbeiðið kring landið. Mentanar- og listaráðið kann skipast á henda hátt við eini fyrisiting við fakkønum fólki í fulltíðar starvi:

Mál og bókmentir

Føroyskt mál og føroysk mentan eru styrkt við miðvísum stríði, og tey hava fótað sær ímóti øllum forsagnum í nútímans samfelagnum. Í dag standa nýggjar av­bjóðingar fyri framman, har vitanar- og kunningarsamfelagið er veruleiki, og føroyingar skulu virka sjálvstøðugt í altjóða sam­starvi.

Føroyskt mál skal mennast og eiga sess á øll­um rongum og gerast fult sam­felags­bært mál. Vit skulu kunna viðgera allar partar av tilveruni og allar sam­felagstættir á føroyskum, og vit skulu kunnu taka heimin til okkara á føroyskum og læra heimsins mál og mentanir gjøgnum føroyskt.

Neyðugt er at styrkja stovnar sum Nám, Kring­varpið og Søvn Landsins, so teir kunnu ganga á odda í tí miðvísa arbeiði, sum krevst, fyri at styrkja og geva føroyska málinum og mentanini ta tign í gerandisdegnum og í framtíðini, sum tað av røtt­um eigur.

Tjóðveldi vil

  • Tilmælini í álitinum ”Málmørk” verða mið­víst sett í verk.
  • Høvundum, týðarum og listafólki annars skal kunna tryggjast føst starvsløn, umframt at teimum verða veittar góðar umstøður at inna sítt yrki.
  • Týðaragrunnur verður settur á stovn.
  • Stuðul til føroyska bókaútgávu og útgávu av teldutøkum tilfari á føroyskum verður styrkt­ur munandi.
  • Fyriskipanir fyri bókaútgávu skulu gerast liði­ligari.
  • Stuðulsskipanirnar skulu eisini fevna um týð­ing av bókmentum, filmum, spølum, teldu­forritum, talgildum nýtaramótum o.s.fr.
  • Stuðulin til orðabókagerð og menning av orðabókatøkni og netorðabókum verður øktur.
  • Føroyskum børnum uttanlands verður veitt móð­urmálsundirvísing gjøgnum KT-sam­skifti og onnur undirvísing.

Skapandi list og mentan

Tjóðveldi vil virka fyri at styrkja og áhaldandi menna ein dyggan listapolitikk. Íløgur í list og mentan eru íløgur í lívsgóðsku í einum sterkari samfelag. List eigur tí at vera atkomilig hjá øllum. Listaøkið fevnir breitt frá tónleiki, sjónleiki, bók­mentum, myndlist til byggilist, handverkslist, snið­geving umframt filmslist, sum telist millum lista­grein­ir­nar, ið hava góðar møguleikar eisini at røkka út í heim.

Tjóðveldi vil

  • List, mentan og sangur skulu verða sjálv­sagdur partur av virkseminum í barna­gørð­um og skúlum.
  • Tryggja góðar umstøður til undirvísing í tónleiki, sjónleiki, myndlist og bók­ment­um.
  • Geva yrkislistafólki møguleikan at hava sam­an­sett størv, so tey lutvíst undirvísa og lutvíst eru virkandi listafólk.
  • Fáa til vega listabústaðir til arbeiðsbýli at hýsa listafólki avmarkað tíðarskeið.
  • Orða ein politikk fyri arkitektur og styrkja byggilistina.
  • Í øllum almennum byggiverkætlanum skal ávís upphædd av byggi­kostnaðinum brúkast til keyp og uppseting av list.
  • Stuðla mentanarligari og listaligari gransk­ing og skipanum, ið virka fyri útflutn­ingi av føroyskari list og mentan.
  • Filmsgrunnur skal setast á stovn at veita stuðul og fígging til føroyskar filmsspírar og -framleiðarar.
  • Filmsgrunnurin verður so líðandi mentur til ein veruligan filmsstovn, sum skal gera tað møguligt at marknaðarføra føroyskan spæli­film úti í heimi.

Mentanarstovnar

Mentanarstovnarnir í samfelagnum, eitt nú Søvn Landsins, hava eina sera týðandi upp­gávu í sam­felagnum og mótvegis borgaranum. Tí er neyðugt við greiðari og tíðar­hóskandi lóggávu á savns­økinum. Søvn Landsins eiga sum leiðandi søvn í Føroyum at fáa góð kor at arbeiða undir. Fremsta endamál teirra er at skráseta, innsavna og varð­veita okkara mentanararv og á fjølbroyttan hátt at miðla teirra vitan og veita upplýsing. Mentan­ar­arv­urin á søvnum má tryggjast, so hann ikki forferst, men eisini er tøkur til komandi ættarlið.

Savnsvirksemi snýr seg í stóran mun eisini um at skapa trivnað, samleika og ný­hugsan millum fólk í einum virknum nærumhvørvi, so fólk kring landið kunnu skipa sín áhuga og kenna ognarskap í at reka mentanarsøguligt virksemi. Søvn Landsins hevur yvirskipaða, fakliga ábyrgd og setir karmar, men dentur skal verða lagdur á, at hugskot, átøk og søvn sprottin úr lokal­um­hvørv­in­um og frá einstak­lingum merkja tað útinnandi og dagliga bygdasavnsvirksemið.

Sum tjóð í miðjum Norðuratlantshavi, sum hevur ment seg í og við náttúruni á sjógvi og landi, eiga vit at hugsa stórt á savnsøkinum. Vit eiga at menna nýggj søvn og útbyggja søvn, sum goyma og skapa vitan og gransking um ta ríku søgu, tær royndir, tað tilfeingið og tær avbjóð­ingar, ið vit hava.

Tjóðveldi vil

  • Framkomið náttúrugripasavn, sjósavn, savn fyri fiskivinnu- og skipasøgu, hvala­veiði­savn o.a. skulu mennast og útbyggjast.
  • Fornminnalógin verður endurskoðað og styrkt.
  • Lóg fyri listasøvn verður gjørd.
  • Listasavn Føroya verður lagt undir Søvn Landsins.
  • Sáttmálar verða gjørdir millum Menta­mála­ráðið og mentanarstovnarnar, sum útgreina uppgávur og skyldur hjá stovnunum.
  • Styrkja staðbundnu søvnini og mentan­ar­virk­semið sum heild, so hesi í størri og virknari mun samstarva og virka saman við Søvn­um Landsins.
  • Søvnini skulu vera virkin partur i frálæruni í fólkaskúlanum og mið­náms­skúl­un-um.
  • Søvnini verða stuðlað, so tey kunnu taka lut í gransking innanlands og úti í heimi.
  • Søvnini skulu hava møguleika at samstarva við vinnufeløg og einstaklingar.
  • Stig skulu takast beinavegin við talgilding at tryggja mentanararvin, m.a. gomul dagbløð, skjøl og bandasøvn.
  • Fornlutir og fornminni verða sjónligari og livandi partur av mentan og søgu okk­ara.

Tjóðleikhús og symfoniorkestur

Tjóðpallur og symfoniorkestur eru mentanar­fram­herjar, hvørs týdningur fyri mentan, samleika og listarliga umhvørvi okkara valla kunnu yvirmetast.

Tjóðveldi vil

  • Føroya Symfoniorkestri verða tryggjað hald­ført fíggjarligt grundarlag og sømilig kor at virka undir.
  • Tjóðleikhús Føroya verður bygt beinanvegin, og Tjóðpallur Føroya fær styrkt fíggjarligt grundarlag.

Bókasøvn

Fortreytin fyri einum vælvirkandi fólkaræði er eitt upplýst og kritiskt hugsandi fólk. Her eru bóka­søvn grundleggjandi stovnar. Bókasøvn eru koll­ekt­iva minnið hjá samfelagnum, sum goyma, skipa og skráseta alt, ið verður givið út. Tey útvega atgongd til vitan úr øllum heimi, og tey skapa grundarlagið fyri gransking á øllum fakøkjum. Tey eru samstundis millum týdningarmestu stovnar at fremja upplýsing, lærdóm og mentanarligt virksemi kring alt landið.

Føroya Landsbókasavn, ið er millum elstu ment­anarstovnar í landinum, skipar samstarv við býar-, bygda-, skúla-  og meginbókasøvn kring landið, eisini um stuðulsjáttan og tilfar. Tey ein­støku bókasøvnini skulu hava rúmar ræsur at skapa sítt egna fjølbroytta virksemi og gerast ment­anardeplar á staðnum, sum nógv góð dømi eru um.

Tjóðveldi vil

  • Bókasøvnum verða tryggjaðar betri um­støð­ur at bjóða borgaranum tilfar, tilboð og ment­anarligar upplivingar.
  • Bókasøvnini verða ment samsvarandi tøkni­ligu og samfelagsligu menningini og kunnu bjóða lestrarumhvørvi, fjarlestrarmøguleikar, fyrilestrar og upplivingar umvegis fjarskifti o.a.
  • Landsbókasavnið skal skipa tætt samstarv um størri fólkabókasøvn kring landið við long­um upplatingartíðum, faklærdum fólki og hóskandi karmum.
  • Í samstarvi við Fróðskaparsetur Føroya og aðrar vísindaligar stovnar skal Lands­bóka­savnið veita vísindabókasavnstænastu.

Felagslív og livandi mentan í gerandisdegnum

Lokalsamfeløgini eru grundarlagið undir livandi mentan. Felagslív, ítróttur, trúarlív, kvøld­skúlar o.a. eru týðandi lutir í mentanararbeiðinum í gerandisdegnum. At gagnnýta náttúruna og fáast við innløgu á sjógvi og landi eru sjálvsøgd rætt­indi, búskaparligt ískoyti og byggir á vitan, før­leik­ar og samstarv, sum eru ment ígjøgnum ættarlið. Hetta er samstundis grundarlag fyri trivn­aði, fe­lagsskapi og mentan.

Mentanarpolitikkurin skal tí miðvíst stuðla tí livandi felagslívinum og skapa karmar fyri at varðveita og menna siðaarvin og mentanartiltøk í gerandislívinum kring landið. Føroyski dansurin, føroysku klæðini, føroyskt bátasmið, byggilist og handverk, ull og heimavirki og matmentan eru dýrmætir partar av okkara mentan­ararvi, sum vit hava skyldu at varðveita til eftirkomarar okkara.

Tjóðveldi vil

  • At skúlar, søvn, bygdahús og mentanarhús kring landið verða stuðlað sum karmar um felagslív og livandi mentanarvirksemi á bygd og í bý.
  • At samstarv er millum ta livandi mentanina í gerandisdegnum og tað skipaða mentan­ar­arbeiðið, ið áhugafeløg, mentanarstovnar og listafólk útinna.
  • At føroyski dansurin og kvæðaarvurin verða styrktir og stuðlaðir og fáa størri rúmd í skúlunum.
  • At handverk og førleikar, ið eru ment gjøgn­um øldir á ymsu plássunum, verða varð­veitt og ment.
  • Øll hava rætt til at útinna teirra egna trúarlív innan lógarinnar karmar, tó er føroyska fólka­kirkjan ein siðbundin landsstovnur, sum framhaldandi verður rikin og stuðlað sam­bært løgtingslógum.

Ítróttur

Gjøgnum ættarlið hava vit í ítrótti lært virðir, sið­venju og leikreglur. Ítrótturin er mentanarberi, samleikaskapandi, samstarvselvandi, fremjandi fyri fólkaheilsu og setir Føroyar á heimskortið. Ítrótturin kann binda okkum saman við heimin í altjóða samstarvi og er týðandi kelda til inntøkur og førleikamenning í samfelagnum.

Tjóðveldi vil

  • Geva ítróttinum góðar og nútímans um­støð­ur at virka undir kring landið.
  • Stuðla tí stóra sjálvbodna arbeiðinum, sum er innan ítrótt, og vísa virðing fyri týdn­inginum, ítróttur hevur fyri einstaka borg­ar­an og samfelagið sum heild.
  • Menna breiddarítróttin kring landið, sum er mennandi, lærandi, savnandi og hevur eyð­sædd­an týdning fyri fólkaheilsuna.
  • Gera íløgur í framkomin ítróttaranlegg.
  • Stuðla úrvalsítrótt, sum hevur stóran týdn­ing fyrst og fremst fyri ítróttafólkið sjálvt at røkka málum, men ikki minni fyri sam­fe­lag­ið Føroyar.
  • Menna eina úrvalsskipan, sum tryggjar, at úrmælingar hava møguleika at menna seg og sína ítróttargrein á nøktandi hátt.
  • Gera eina skipan, sum stuðlar miðvísum ætlanum hjá ávísum ítróttagreinum og ser­sam­bondum at røkka settum málum fyri altjóða luttøku, landsliðsarbeiði og menning av venjarum, íðkarum og hjálparfólki.
  • At ítróttaháskúli, ítróttagransking og átøk fyri altjóða luttøku og førleikamenning í ítrótti verða skipað.
  • Ítróttamiðnám, ítróttaháskúlar og hægri útbúgving og gransking innan ítrótt skulu mennast.
  • Føroyar skulu vinna altjóða limaskap fyri øll sersambond og kunna taka lut innan allar ítróttargreinir.
  • Føroyar skulu hava sjálvstøðugan limaskap í altjóða olympisku nevndini, IOC.