Lýsing

Burðardyggar Føroyar


Náttúru- og umhvørvispolitikkur  •  Orkupolitikkur  •  Grøna gullið


Føroyar eru vælsignaðar við ríkari og fjølbroyttari náttúru og orkumøguleikum. Fá lond í heiminum munnu vera so nær knýtt at náttúruni í flest øllum lívs- og samfelagslutum. Ein væl vard náttúra við lívfrøðiligum margfeldi, við heilsugóðari og rein­ari náttúru og við vøkrum landsløgum er ein fyritreyt, bæði fyri framhaldandi trivnaði hjá teim­um, sum her búgva og fara at búgva, og eitt sterkt kort fyri vinnuna, eitt nú ferðavinnu, fiskivinnu, alivinnu og landbúnað.

Føroyar eiga at ganga undan sum ein grønur miðdepil í Norðuratlantshavi við innanhýsis átøk­um og í altjóða samstarvi og krøvum.

Málið hjá okkum er, at Føroyar skulu gerast best røkta land í heiminum, har øll kenna ábyrgd fyri umhvørvinum – frá einstaklingi og húskjum til vinnu, kommunur og landsmyndugleikar.

Náttúru- og umhvørvispolitikkur

Náttúran er viðbrekin, og í fleiri lutum er komið at mørkum. Fleiri fiskastovnar hava ilt við at end­ur­nýggja seg, og stór øki á landi eru um at gerast oyðimerkur. Lítið verður gjørt fyri at verja lívfrøði­liga margfeldið, og nógvastaðni eru vøtn og áir dálk­að. Tørvur er á skipaðum viðurskiftum og krøv­um til, hvat kann innflytast av vandamiklum evnum, og á neyvum eftirliti við dálking frá hesum evnum. Nátt­úran verður ikki vard við føgrum orð­um, og alneyðugt er at skipa náttúruverndina og umhvørvispolitikkin í Føroyum betri og greið­ari.

Tjóðveldi vil

  • Skráseting, áseting og átøk um lívfrøðiligt margfeldni sambært altjóða avtalum.
  • Eina nýggja, framkomna lóggávu um nátt­úru­vernd og náttúrufriðing.
  • Havumhvørvislógin og tilbúgvingin at fyri­byrgja dálking skulu styrkjast – eisini við altjóða avtalum.
  • Tað skal kosta at dálka til tess at fyribyrgja dálking.
  • Øll virki skulu vera fevnd av lóggávu um dálk­andi virksemi.
  • Ein fullfíggjað lendisskrá og lendisætlan skulu gerast fyri Føroyar.
  • Serstøk lendisnevnd, sum grundar sína met­ingar á árinskanningar, skal góðkenna allar lendisbroytingar uttangarðs, útstykkingar, vegagerð, bygging, velting o.a..
  • Eggjast skal til vistfrøðiliga land­búnað­ar­framleiðslu av smakkgóðum dygdarvørum.
  • Reglur fyri koyring við lendisakførum í haga skulu gerast og serstøk loyvi til koyring latast.
  • Virkast skal fyri at avmarka seyðabit og fyri­byrgja jarðriv í viðbreknum hagalendi.
  • Skipanir at skilja rusk, rotleypar at gera mold og endurnýtsla av lívrunnum burturkasti eiga at stuðlast kring alt landið.
  • Lokal tiltøk við orkusparing, upplýsing og fríð­kan skulu stuðlast.
  • Fyribyrgja, at kemisk evni verða nýtt, sum kunnu oyða livandi verur á sjógvi og landi.
  • Sett verður í verk greið kemikaliulóggáva.
  • Almennir myndugleikar, stovnar og privata vinnan eiga at gera “grønar roknskapir,” har umhvørvisúrslit verða grannskoðað ár um ár.

Orkupolitikkur – grøna gullið

Føroyar hava sera góðar náttúrugivnar fyritreytir at menna varandi orkukeldur, sum umframt fossa­megi og vindorku fevnir um sjóvarfalsorku, alduorku, jarðhita, bio­gass, sólarorku o.a.

At gera Føroyar leysar av oljuni og sjálvveitandi við grønari orku telist millum størstu avbjóðingar í tí at framtíðartryggja búskapin. Somuleiðis eiga vit í altjóða høpi at vísa ábyrgd og luttaka í felags stríðnum at fyribyrgja veðurlags­broyt­ing­un­um. Búskaparmenning okkara eigur tí at vera bygd á grøna orku.

Fyri vinnuna er tað ein kappingarfyrimunur at kunna skjalprógva, at okkara fiskiveiða og vinna á landi er orkueffektiv og ikki lata út meira kol­tvísúrni, CO2, enn hægst neyðugt.

Avmarkað er, hvussu nógv vatnorkan/fossa­megin kann útbyggjast uttan at skaða náttúruna. Tí skal ein greiður menningarpolitikkur fyri aðrar varandi orku­keldur vera millum fremstu raðfest­ing­ar okkara. Í øllum lutum skulu neyðug atlit at náttúruvernd verða tikin.

Tjóðveldi vil

  • Samskipa orkuøkið í landsfyrisitingini.
  • Tryggja landsætlan og samstarv við høvuðs­el­veitaran, SEV, so útbyggingar kunnu fremj­ast skjótt og effektivt.
  • Samtykkja eina miðvísa ætlan fyri menning av varandi orkukeldum.
  • Seta ferð á menningina av snildneti, smart­grid, so til ber at príssundurgreina fyri at stýra nýtslu og prísum.
  • Allir almennir nýbygningar skulu vera mest møguliga orkusparandi og hitast við grønari orku.
  • At orkusparingarætlan verður gjørd fyri allar almennar bygningar.
  • Á fíggjarlóg landsins seta av munandi upp­hæddir at menna varandi orku­keldur og bjálva almennar bygningar.
  • Umleggja almennar stuðulsskipanir, so tær eggja húsarhaldunum og vinnuni at spara orku og at gera íløgur í grøna hitaskipan til hús og bygningar.
  • Stimbra vinnumenning innan grøna orku.
  • Menna orkuútbúgvingar á Setrinum.
  • Føroyar luttaka sjálvstøðugt og virkið í teirri gransking, teimum samstørvum og altjóða avtalum, sum verða gjørd millum londini um veðurlagspolitikk, minking av útláti av veðurlagsgassum og menningini av varandi orkukeldum.
  • Gera okkum til áhugaverdar orku­sam­starvs­partnarar, har Føroyar eisini kunnu virka sum royndarøki fyri nýggjar skipanir.
  • Gera skipanir, sum eggja skipum at gera íløgur í orkusparandi reiðskap og grønar orkuskipanir.
  • Almenn ráðgeving um grønar orkuskipanir og bjálving skal setast á stovn.
  • Lág avgjøld á el- og kombibilar skulu eggja til grøna bilnýtslu.