Økismenning • Lands- og økisætlan • Samferðsla og samskifti • Útoyggjar og smábygdir
Samfelagsliga menningin í Føroyum er kjølfest í spjaddari búseting og livandi lokalsamfeløgum kring landið alt, har virðini, vitanin og royndirnar hjá forfedrunum eru borin víðari til næstu ættarliðini.
Trivnaður og mentanarlív í oyggjum og bygdum eru karmurin um at menna eitt fjølbroytt vinnulív, har lokalir myndugleikar, feløg, skúlar og vinna hava møguleika at samstarva og leggja felags ætlanir.
Økismenning
Tjóðveldi leggur dent á økismenning. Bygdir og kommunur eiga at samstarva í økjum, so alt landið kann mennast í rímiligari javnvág – vinnuliga, mentanarliga og sosialt.
Tjóðveldi vil
- Tað almenna skal tryggja øllum borgarum sama tænastustig í t.d. telesamskifti, samferðslu og heilsu-, almanna- og skúlamálum.
- Vinnumøguleikarnir í landinum at gagnnýta felags tilfeingi skulu tryggjast.
- Ferðavinnumøguleikarnir kring landið alt verða samskipaðir.
- Kommunurnar samstarva um at átaka sær størri uppgávur.
- Ein økismenningargrunnur verður settur á stovn til tess at átaka sær part av fíggingini av vinnuætlanum í økjunum.
- Miðnámsskúlar, hægri útbúgving og gransking verða løgd í deplar kring landið.
- Mentanarstovnar kring landið verða stuðlaðir.
Lands- og økisætlan
Gerast skal ein lands- og økisætlan, ið ásetir, hvar í landinum ávíst virksemi eigur at leggjast – eitt nú í sambandi við oljuvinnu, orkuverk, burturkast, landbúnaðarroyndir o.s.fr.
Kommununum skal áleggjast at hava dagførdar byggi- og býarskipanarætlanir, ið seta karmar um menningina á plássinum, t.d. vinnuøki, sethúsa- og íbúðarøki, frítíðarøki, landbúnaðarøki, traðarøki o.a.
Eitt fullfíggjað samferðslu- og samskiftisnet
Landið skal tryggja, at allir føroyingar hava fullfíggjaðar og nútímans samferðslu- og samskiftismøguleikar.
Tjóðveldi vil
- Landið verður bundið saman í eina nútímans samferðslu- og samskiftiseind eftir eini raðfestari langtíðarætlan, sum er í samsvari við fíggjar- og búskaparorku landsins
- Telesamskiftisnetið skal støðugt útbyggjast, so alt landið kann gagnnýta kunningartøkni og nýggjar samskiftismøguleikar.
Útoyggjar og smábygdir
Útoyggjar og smábygdir hava verið fyri stórari fráflyting í sambandi við broytta samfelagsmynstrið, arbeiðsmøguleikarnar, útbúgvingarmøguleikarnar og samferðslu- og tænastukrøvini í nútíðarsamfelagnum. Men Føroyar hava ikki ráð at missa nakran blettin í landinum ella at lata ta ríku mentan, søgu, vitan og tann siðaarv og tað tilfeingið fara, sum útoyggjarnar og smábygdirnar skapa. Tær hava verið grundarlag undir, at tjóðin hevur ment seg í øldir, og eru eisini grundarlagið undir tí nútíðarsamfelag, vit øll byggja á í dag.
Útoyggjar og smábygdir eru dýrgripir fyri okkum øll – eitt nú fyri søgu, mentanararv, handverk, landbúnað, matmentan, ferðavinnu, náttúruumsiting, trivnað og mentanararbeiði sum heild.
Hóast búsetingarmynstrið og fólkatalið ikki aftur verða sum í bónda- og fiskivinnusamfelagnum, er umráðandi, at fólk býr, virkar og trívist á útoyggj og á smábygdum alt árið. Fólkið á útoyggj og í smábygdum eigur sjálvsagt at verða javnsettur partur av samfelagnum, og tær serligu avbjóðingar og teir ríku møguleikar, sum eisini lata seg upp fyri útoyggjar og smábygdir, skulu viðgerast sum eitt tjóðarmál.
Tjóðveldi vil
- Tilmælini í Útoyggjaálitinum frá 2001 verða tikin til nýggja viðgerð og ein raðfest ætlan samtykt fyri at fremja átøk.
- Samferðsluviðurskiftini til útoyggj og smábygdir verða bøtt beinanvegin.
- Ferðavinnumøguleikar verða miðvíst bøttir og samskipaðar.
- Náttúruvernd verður styrkt – serliga í sambandi við ferðavinnu – og úrvald pláss eiga at koma á altjóða listar yvir mentanar- og náttúruperlur, ið skulu varðveitast.
- Landbúnaðarjørðin verður neyvt skrásett, og atkomiligt skal vera hjá fólkinum á staðnum at gagnnýta jørðina og lunnindini.
- Góðkend framleiðsluhús til tilfeingi á oyggjum og í bygdum verða stuðlað.
- Handverk og útbúgving innan bátasmíð, jarnsmíð o.a. kunnu skipast og stuðlast.
- Møguleikar til seturskúla, háskúlavirksemi, skeiðsvirksemi og annað serstakt undirvísingarvirksemi alt árið eiga at skipast – og eitt nú eiga øll skúlabørn í Føroyum at hava verið á setursskúla á útoyggj og í smábygdum.
- Hølir til mentanarvirksemi, søvn og undirvísing verða stuðlað.
- Til smábygdir, sum hava tørv á smærri tunlum, keypir landið ein borivogn og hevur eitt borilið, sum við fastari játtan støðugt kann arbeiða við at bora hesar tunlar: Til Dals, Fámjins, Gjáar og Tjørnuvíkar.