Lýsing

Á Løgtingi og í landsstýri

Tjóðveldi fekk 6.056 atkvøður á valinum hin 08. december 2022, og hetta gav 6 tinglimir.

Flokkurin kom í samgongu eftir valið og í landsstýrinum sita:

Høgni Hoydal, uttanríkis- og vinnumálaráðharri (varaløgmaður)

Sirið Stenberg, almanna- og mentamálaráðfrú

Dennis Holm, fiski- og samferðslumálaráðharri

 

Eitt samt Løgting valdi Bjørt Samuelsen til løgtingsforkvinnu á tingfundinum hin 22. december 2022. Hon er sostatt fyrsta kvinnan í hesum sessi, eftir nýggju stýriskipanarlógini.

 

Hesi manna tingbólkin hjá Tjóðveldi:

Bjørt Samuelsen, løgtingforkvinna

Hervør Pálsdóttir, tingbólkaforkvinna

Annika Olsen

Eirikur í Jákupsstovu

Liljan Weihe

Erling Eidesgaard

Tingmanning okkara hevur skrivstovu á Gamla apoteki, Áarvegi 2, Tórshavn, har hon fyrireikar seg til tingarbeiðið og hevur viðkomandi felagsfundir.

Samband fæst við manningina við at venda sær til skrivara okkara á Áarvegnum, Heidi Lava Elgeirsdóttir.

Ringið 711946 ella sendið eitt teldubræv til heidie@logting.fo

Skrivstovutíðin er frá 09.00 til 16.00.