Flokkurin
Tá heimastýrislógin varð trýst ígjøgnum í 1948, uttan at fólkið varð spurt, høvdu loysingarsinnað tikið seg saman at stovna ein nýggjan flokk. Flokkurin skuldi hava sum endamál at fremja úrslitið av fólkaatkvøðuni í 1946 og at virka fyri, at veruligt fólkaræði kom at galda í Føroyum í einum sosialt rættvísum samfelag.
Tey kallaðu til fundar og stovnaðu Tjóðveldisflokkin á fundi tann 22. og 23. mai 1948. Navnið Tjóðveldisflokkurin merkir í orðsins týdningi, at fólkið – tjóðin – skal hava valdið í egnum landi. Ì floksins stevnu varð gjørt greitt, at tjóðarfrælsið er amboðið til at skipa eitt samhaldsfast samfelag, har korini hjá verkafólki og fiskimonnum skuldu betrast. Við hesi stevnu varð farið til verka. Tjóðveldisflokkurin bjóðaði seg fram á løgtingsvali fyrstu ferð í 1950 og fekk tvey umboð vald í Løgtingið. Flokkurin vaks við valið í 1954 og fekk seks umboð á ting. Ì 1958 vann tjóðveldisflokkurin sjey umboð.
Síðan fimmtiárini hevur flokkurin støðugt verið millum teir fýra stóru flokkarnar í Føroyum og hevur oftast fingið millum 20 og 24% av atkvøðunum til løgtingsval. Fyrstu 12 árini var Tjóðveldisflokkurin ikki í samgongu um at skipa landsstýri, men eftir valið í 1962 skipaði flokkurin samgongu saman við Fólkaflokkinum og Sjálvstýrisflokkinum. Hetta landsstýri varð nevnt “sjálvstýrislandstýrið“ og setti sær fyri at taka yvir fleiri mál frá Danmark. Síðan hevur flokkurin verið í samgongu fleiri ferðir í 70´unum og 80´unum saman við skiftandi flokkum.
Á løgtingsvalinum í 1998 gjørdist Tjóðveldisflokkurin í atkvøðutali væl størsti flokkur og fekk átta umboð á ting. Samgonga bleiv skipað við Fólkaflokkkin og Sjálvsstýrisflokkin, ið hevði sum høvuðsendamál at skipað Føroyar sum fullveldisríki.
Á løgtingsvalinum í 2002 kom Tjóðveldisflokkurin aftur í samgognu saman við Fólkaflokkinum, Sjálvstýrisflokkinum og Miðflokkinum. Samgongan skrædnaði, og val varð útskrivað í úrtíð.
Tjóðveldisflokkurin kom ikki í samgongu eftir løgtingsvalið 2004.
Grundleggjandi hugsjón í nýggjum hami
- Hjartamál: Vald eru fimm hjartamál, ið Tjóðveldi heldur vera umráðandi til at skapa einar nútímans og kappingarførar Føroyar. Málini eru grundað á marknaðarkanningar og á grundleggjandi virðini hjá flokkinum.
- Nýtt navn: Við navninum ”Tjóðveldi” verður dentur lagdur á høvuðshugsjónina heldur enn á sjálvan flokkin. Hetta er gjørt við at strikað floksheitið og við at hava navnið í óbundnum formi. Við hesum verður undirstrikað, at talan er ikki um ávísa hugsjón hjá ávísum fólkum, men um tjóðveldshugsjónina sum heild.
- Nýggja búmerkið, sum við bókstavinum E sum 18. eind á abstraktan hátt tekur støði í oyggum og samfelagi okkara. Grundleggjandi hugsanin við búmerkinum er samanspælið millum ymsar eindir, sum við ymiskum litum og skøpum verða til nýggja heild. Hetta kann bæði avspegla veljaran, fólkið, tjóðina og tingmanningina. Opna inngongdin til E-ið vísir á opinleika floksins fyri broytingum uttaneftir, og eindirnar kring E-ið vísa á samanhaldið um oyggjarnar.